hósdagur 10. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 10. november 2005
15
Tað tykist ikki vera
nakar ivi um, hvat
sterkasta liðið í
kvinnudeildini er í ár
SunSet-kappingin
Jákup Mørk
Higartil hava hondbólts
kvinnurnar úr Klaksvík spælt
sjey dystir. Úrtøkan hevur
verið maksimal, og hartil
hevur talan eisini verið um
ein málmun, ið má tykjast
mest sum ræðandi hjá mót
støðuliðunum. Eitt pluss upp
á 88 á málkontini 17,6 í
miðal boðað í øllum førum
frá sannførandi sigrum, og
mikukvøldið kom ein afturat
av slagnum.
Hesa ferð vitjaði Stjørnan
hjá VÍF, sum annars tykist
hava fótað sær hampuliga
væl, men tað var tó á ong
an hátt nóg mikið móti
Stjørnuni.
Frá fyrsta bríksli drønaði
Stjørnan avstað, og alt fyri
eitt løgdu tær sjógv millum
liðini. Eftir eitt timeout kom
VÍF tó nakað aftur, men tað
var fyri eina løtu. Stjørnan
setti aftur ferð á, og so var
eingin ivi.
Ikki minst hevur Stjørnan
í ár havt eitt stórt fysiskt
yvirskot, og hetta varð aftur
staðfest í seinna hálvleiki.
VÍF megnaði snøgt sagt ikki
at fylgja við gestunum, sum
bara tóktust at økja. Og við
11 málum á muni var sum
heldur ikki tað stóra at tosa
um, tá dysturin var liðugur.
Nr. 216 • hósdagur • 10. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir royndarvenjing
í eina viku, fer Símun
Samuelsen nú aftur
til Íslands, har
fyrireikingarnar til
komandi kappingarár
standa á skránni
Fótbóltur
Jákup Mørk
Í
seinastu
viku
var
vágbingurin og lands
liðsspælarin, Símun Samuel
sen, til royndarvenjingar hjá
danska superligufelagnum,
Viborg.
Venjarin hjá Viborg, Ove
Christiansen, hevði sjálvur
ynskt at hyggja nærri at
evnaríka spælaranum, og tó at
eingin handil spurdist burtur
úr í hesum umfarinum, so
eru dyrnar als ikki læstar.
Teir í Viborg vildu fyrst og
fremst síggja Símun sjálvir,
sigur Jákup í Stórustovu,
leikaraumboðsmaður.
Hann leggur dent á, at tað
sum so ikki var ætlanin, at
spælarain skuldi seljast her
og nú. Men at teir í Viborg
sjálvir vildu síggja spælaran
undir venjing, soleiðis at teir
kundu gera av, hvørt teir
skuldu fylgja honum enn
nærri.
Símun Samuelsen fer nú
aftur til Íslands, har hann
eisini komandi kapping
arárið er sáttmálabundin at
Keflavík. Teir gjørdust í ár
nummar fýra í íslendsku kapp
ingini, og nú eru teir so farnir
í holt við fyrireikingarnar til
enn komandi kappingarár.
Neistin-H71
24-38 (11-19):
H71 skal
takast í
álvara
Eftir fleiri ár, har
hoyvíkingarnir
hava hótt við at
flyta upp á stigatalv
uni, tykist liðið í
ár veruliga at hava
møguleikan til
hetta
atlantic
airwayS-
kappingin
Jákup Mørk
Hetta varð enn einaferð
undirstrikað, tá H71
vitjaði hjá Neistanum
mikukvøldið. Fyrr í
heyst hava hoyvíkingarnir
vunnið tryggan sigur á
Neistanum, og heldur
ikki hesaferð var nakar
serligur ivi um útfallið.
At kalla allan dystin
øktu hoyvíkingarnir stútt
og støðugt um leiðsluna,
soleiðis at Neistin í roynd
og veru ongan tíð var
serliga nær við at skapa
spenning av nøkrum slag.
Einasti Neistamaðurin,
sum tað veruliga glógvaði
í, var Blagoje Buha, men
einsamallur kundi hann
ikki gera tað heilt stóra
kortini.
Við sigrinum mundu
hoyvíkingarnir enn eina
ferð staðfesta, at teir skulu
takast í fullum álvara í ár.
At liðið ikki longur bara
er eitt upplop, sum við
hvørt hevur hug at hótta
tey stóru, men sum kort
ini fellur niður aftur, sum
kappingin líður.
Sjálvandi kunnu teir
enn tað, nú kappingin er
komin somikið stutt, men
avrikini hava í nógvum
førum verið somikið
sannførandi í ár, at talan í
veruleikanum hevur verið
um klassamun.
Higartil eru teir eisini
einasta liðið, sum hev
ur tikið stig frá grøna
oddaliðnum, og spurning
urin tykist í løtuni vera,
hvørt H71 ikki er fremsti
avbjóðarin til oddasessin.
Á stigatalvuni eru teir
tað í øllum førum. Um
teir eisini eru tað í veru
leikanum, fæst helst at
vita leygardagin, tá júst
Kyndil og H71 bresta
saman í høllini á Hálsi í
Havn.
Todi
umhugsar
at gevast
Seinasta hálva árið hevur
Todi Jónsson spælt fótbólt
í Kristiansand í Noreg.
Tá avtalan við Start varð
gjørd, samdust partarnir í
fyrstu atløgu um ein hálvt
ára sáttmála, og um hetta
gekst nøktandi, so kundi
hesin leingjast.
Ítróttarliga munnu tey
flestu hava verið so hampu
liga væl nøgd. Hóast
tað í seinasta dystinum
akkurát glapp hjá Start
í norska gulldystinum,
og hóast Todi í hesum
avgerandi dystinum tvær
ferðir rakti træverkið, so
er føroyski spælarin fallin
inn í spælið hjá Start.
Men uttan fyri vøllin
hevur tað ikki gingið
eins væl hjá Toda. Áður
hevur hann sagt, at tað var
ógvuliga tungt at venja
og spæla dyst í Noreg,
meðan restin av familjuni
var í Keypmannahavn.
Og nú er nógv, sum
bendir á, at hetta eisini er
atvoldin til, at sáttmálin
við Start ikki verður
longdur.
Við donsku heimasíðu
na, bold.dk, sigur Todi, at
samráðingarnar við Start
ikki ganga heilt so væl,
sum hann kundi ynskt
sær, og at hann tí kanska
gevst við fótbólt á hægsta
støði. Enn vil hann tó ikki
avvísa, at talan kanska
verður um fótbólt í næst
bestu donsku røðini.
-mørk
Sunset-kappingin
d
v j
t
mál mál +/ stig
1 Stjørnan 7
7 0 0 212 124 88 14
2 Neistin
8
6 0 2 215 158 57 12
3 Kyndil
7
5 0 2 156 155
1 10
4 VÍF
9
4 0 5 221 215
6
8
5 VB
4
3 0 1
96
76 20
6
6 StÍF
7
2 0 5 155 181 26
4
7 Søljan
7
1 0 6 125 185 60
2
8 Tjaldur
7
0 0 7 114 200 86
0
Atlantic Airways-kappingin
d
v j
t
mál mál +/ stig
1 Kyndil
6
5 1 0 174 144 30 11
2 H71
6
4 1 1 190 146 44
9
3 VÍF
6
3 0 3 174 175
1
6
4 StÍF
6
3 0 3 148 160 12
6
5 Neistin
6
1 0 5 158 188 30
2
6 KÍF
6
1 0 5 142 173 31
2
Viborg fylgir við Símuni
Neistin-H71 24-38 (11-19)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 14(3), Áki Mørk 4, Tróndur
Kragesteen 2, Dann Thorleifsson 2, Bogi Berg 1, Karl
Odmar Rasmussen 1
H71: Niels Viggo Niclasen 9, Tróndur Vatnhamar
8(1), Heini Bendtsen 6, Jakob Jónson 4, Halgir Dahl
Olesen 4(1), Johnny Durhuus 4, Sigtór Andreasen 2,
Olaf Vesturgarð 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 3
Útvísingar: Neistin 3, H71 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.
FAKTA UM DYSTIN
VÍF-Stjørnan 22-33 (11-15)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 5(1), Sóley Mikkelsen 4, Fríða
Marjunardóttir 4, Linda Johannesen 4, Finngerð
Jensen 3, Jacklin Durhuus 1, Tórgunn H. Johansen 1
Stjørnan: Alina Olaru 7(3), Katarina Stepanov 6(1),
Anna Kristina Samson 6, Louisa Andreasen 5, Bára
Skaale Klakstein 5, Una Olsen 3, Birita Joensen 1
Brotskøst: VÍF 1, Stjørnan 4
Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan 1
Dómarar: Heri Petersen & Hallur Danielsen
FAKTA UM DYSTIN
Viborg tykist á ongan hátt hava mist áhugan fyri Símuni Samuelsen, sum í seinastu viku
royndarvandi í danska SAS-ligu felagnum
VÍF-Stjørnan 22-33 (11-15):
Stjørnan bara økir