Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 10. november 2005 16 So nógv rúgvaði fiskurin upp í glastrevjabátinum, at teir vóru noyddir at biðja ein annan bát, sum eisini var á útróðri hendan dagin, um at læna sær kør. Men hetta var heldur ikki nóg mikið til at rúma øllum fiskinum. Lastin var á tremur, fýra kør stóðu full á dekkinum, og haraftrat høvdu teir leysan fisk í bátinum Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er hugaligt at vera útróðrarmaður, tá ið tað gongur væl. Livir tú av tí, sum upp úr havinum kemur, verður úrtøkan altíð skiftandi – alt eftir árstíðini, fiskiskapi og fiskaprísum. Um 18.45-tíðina miku- kvøldið løgdu tveir sera væl nøgdir útróðrarmenn, Páll Højgaard og Janus Fossdalsá, til bryggju á Toftum í glastrevjabátinum, Trúgva. Fongurin var stórfingin, má sigast. Á 35 línum høvdu teir fisk- að millum 11.000 og 12.000 pund – ella eini 370 pund á hvørji línu. Av veiðini var eini 7.000 pund toskur, restin var hýsa. Páll Højgaard, sum er báts- formaður, sigur, at slagið var gott, har línan kom niður á djúpari vatn, men uppi á tí grynra vatninum, var toskurin heldur smærri. - Hetta er góður fiskur, og vit vænta at selja fyri einar 80.000 og 100.000 krónur á Fiskamarknaði Føroya. Páll og Janus settu línuna á leiðini við Skálvíksgrynnuna, og teir lata óføra væl at fiski- skapinum. - Jú, hendan setan roynd- ist óføra væl og er ein tann besta, eg havi gjørt, segði bátsformaðurin, tá ið Fingu út við 12.0 - Nú kunnu vit aftur byrja at droyma um Føroyar sum tilfeingisdepil, ið vit hava tosað so nógv um í fleiri ár. Vinnan hevur bíðað eftir hesum, og nú er so møguleikin skaptur – at fiskur kann keypast úr øðrum londum og seljast aftur sum føroyskur fiskur við tollfrælsi. Triðjalandstollurin er nú søga, sigur Jóannes Ejdesgaard, løgmaður Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sambandi við, at Føroyar nú gerast partur av sonevndu ”kumuleringsskipanini” (Alevropiska miðjarhavs- skipanini um samsavnan av uppruna), varð skipað fyri tíðindafundi í Sjó-og Vektarbúðini í Tinganesi í morgun. Tað vóru løgmaður, Jóannes Ejdesgaard og Herluf Sigvaldsson, leiðari á uttanríkisdeildini, sum greiddu frá avtaluni. Løgmaður legði fyri og segði, at avtalan millum Føroyar og ES, sum er undirskrivað í morgun, er eitt gjøgnumbrot á mark- naðarøkinum, sum hann hevur stórar vónir um fer at geva føroyskari vinnu nógvar nýggjar møguleikar og avbjóðingar. - Tað hevur tikið langa tíð at náa undir land við hesi avtalu. Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður, var í Brússel í 2003 og strongdi á at fáa Føroyar tiknar upp í skipanina, og núverandi løg- maður hevur eisini verið í Brússel í somu ørindum. Hann helt fyri, at tá ið tað hevur tikið eini sjey ár at samráða seg fram til svartkjaftaavtaluna, sum herfyri varð undirskrivað millum strandalondini, hevur tað tikið umleið somu tíð at samráða seg fram til kummuleringsavtaluna. Allar vørur Løgmaður vísti á, at avtalan fevnir um allar vørur – og ikki bert fiska-og laksavørur, men helt, at tað serliga er á hesum økjum, at avtalan kann fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív. - Nú kann allur fiskur og alilaksur, sum føroyingar keypa úr øðrum londum, viðgerast í Føroyum og seljast á ES-marknaðinum sum fiskur við føroyskum uppruna. Í øðrum lagi kann fiskur, keyptur úr londum, sum eru við í avtaluni, seljast við tí uppruna, hann hevur og sambært teimum treytum, sum londini hava. Soleiðis verður triðjalandstollurin, sum hevur verið ein stórur trupulleiki, nú søga millum londini, sum eru fevnd av avtaluni. Jóannes Ejdesgaard helt, at nýggju møguleikarnir Løgmaður um kummuleringsavtaluna: Avtalan kann fáa ótrú- liga stóran týdning fyri føroyskt vinnulív Løgmaður sigur, at møguleikarnir rættiliga kunnu koma føroyingum til góðar í tíðum, tá ið afturgongd er í føroysku vinnuni, tí tá kunnu vit ”supplera” við keyptari rávøru úr okkara grannalondum Mynd: Jens Kr. Vang Tveir vælnøgdir útróðrarmenn, Páll Højgaard, bátsformaður og bátsfelagin, Janus Fossdalsá. Landformaður er Jens Olsen Mynd: Vilmund Jacobsen