hósdagur 10. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 10. november 2005
17
000 pund á 35 línum!
rættiliga kunnu koma før
oyingum til góðar í tíð
um, tá ið afturgongd er
í føroysku vinnuni, tí tá
kunnu vit ”supplera” við
keyptari rávøru úr okkara
grannalondum.
Eg haldi, at hetta kann
koma at fáa ótrúliga stóran
týdning fyri okkara vinnu,
serliga okkara fiskiog
alivinnu.
Hann helt, at føroyingar nú
aftur kunnu byrja at droyma
um tann tilfeingisdepil, sum
vit hava tosað so nógv um í
fleiri ár.
Vinnan hevur bíðað
eftir hesum, og nú er
so møguleikin skaptur
– at fiskur kann keypast úr
øðrum londum og seljast
aftur sum føroyskur fiskur
við tollfrælsi.
Løgmaður segði seg vóna,
at kummuleringsavtalan fer
at skapa stabilitet og fremja
vøkstur, nú ein so stórur
marknaður liggur opin fyri
okkum.
Trý dømir
Herluf Sigvaldsson greiddi
frá tí tekniska partinum av
avtaluni og vísti á trý einfald
dømir um, hvussu avtalan
kemur at virka í praksis.
Fyrsta dømið snúði seg um
eitt føroyskt virki, sum keypir
íslendskan fisk. Fiskurin
verður skorin í portiónir í
Føroyum og paneraður. Við
gerðin er nøktandi á tann
hátt, at meirvirkingin liggur
í Føroyum. Hesin fiskurin
fær føroyskan uppruna og
kann seljast við tollfrælsi.
Næsta dømið er eisini eitt
føroyskt virki, sum keypir
íslendskan fisk. Fiskurin
verður skorin til flak. Í
einum parti av framleiðsluni
er viðgerðin ov lítil, og virðis
økingin minni enn virðið á
rávøruni. Í hesum førinum
varðveitir vøran íslendska
upprunan. Í einum øðrum
parti av framleiðsluni er við
gerðin eisini ov lítil, men
virðisøkingin í Føroyum
er kortini størri enn virðið
á rávøruni, og tí fær vøran
føroyskan uppruna.
Triðja dømið snýr seg
um eitt føroyskt virki, sum
keypir íslendskan fisk.
Hesin fiskurin verður als
ikki viðgjørdur, men verður
útfluttur heilur. Í hesum
førinum varðveitir fiskurin
íslendska upprunan.
Í øllum trimum førunum
gevur kummuleringsavtalan
stórar fyrimunir, tí fiskurin
kann seljast í londunum,
sum eru við í avtaluni,
við tollfrælsi – og annars
undir teimum treytum, sum
viðkomandi lond hava í
avtaluni.
Triðjalandstollurin er sum
nevnt við nýggju avtaluni
millum londini vorðin
søga.
Samsavnan av
uppruna
Við undirskrivingini í morgun
eru Føroyar nú formligur
partur í AlevropiskuMið
jarðarhavsskipanini um
samsavnan av uppruna (Pan
EuroMed).
Sonevnda PanEuroMed
skipanin fevnir um ES, EFTA
og miðjarðarhavslondini.
Fyritreytin fyri, at ein vøra
kann skifta uppruna er tó,
at londini frammanundan
hava eina fríhandilsavtalu.
Sostatt kann vinnulívið í
Føroyum nýta frumreglurnar
um samsavnan av uppruna
mótvegis 28 londum –
teimum 25 ESlondunum
umframt Íslandi, Noregi og
Sveits.
Eftir samráðingar við
fríhandilspartarnar
hjá
Føroyum eru einsljóðandi
frumskjøl samtykt og sett
aftrat øllum handilssátt
málum, sum Føroyar hava
við onnur lond.
Skipanin um samsavnan
av uppruna hevur fleiri
tættir, sum vinnulívið í Før
oyum kann nýta. Ein av
meginreglunum í skipanini
er sum nevnt, at vørur kunnu
skifta uppruna millum lond í
skipanini. Tað ber til at keypa
rávøru úr øllum londunum í
skipanini, tilvirka vøruna
og útflyta hana við tí upp
runanum, sum stendur fyri
størsta virðínum í lidnu fram
leiðsluni.
Í avtaluni eru ásetingar
um, hvussu nógv ein vøra má
tilvirkast/ virðisøkjast fyri at
skifta uppruna. Varðveitir
ein vøra sín uppruna, skal
hon útflytast eftir teimum
handilsligu treytunum, sum
landið, haðani vøran er, hev
ur.
Loyvt er eisini at nýta
vørur úr triðjalondum, t.v.s.
londum, sum ikki eru við í
skipanini, í eini framleiðslu.
Her má markvirðið tó ikki
fara upp um 10%. Sum
meginregla verður hetta
roknað út eftir virðinum á
lidnu vøruni. Treytin fyri, at
triðjalandsvøra kann nýtast
er, at hon er partur av eini
framleiðslugongd.
Tað er Tollvaldið í Føroy
um, sum hevur eftirlitið við,
at treytirnar fyri samsavnan
av uppruna verða fylgdar.
Londini
Londini í skipanini eru:
Føroyar, ES, Noreg, Ísland,
Sveits, Liktinstein, Bulgaria,
Rumenia,
Turkaland,
Algeria, Egyptaland, Ísrael,
Libanon, Marokko, Sýria,
Tunis, Vestari Áarbakki og
Gasageirin.
Føroyar kunnu samsavna
uppruna við hesi lond:
Ísland, Noreg, Sveits og ES
(Belgia, Háland, Luxemburg,
Týskland, Frakland, Italia,
Danmark, Bretland, Írland,
Grikkaland,
Portugál,
Spania, Svøríki, Finland,
Eysturríki, Póland, Ungarn,
Slovenia, Kekkia, Slovakia,
Estland, Letland, Litavia,
Kýpern og Malta.
Sosialurin hitti hann í bát
inum stutt eftir, at teir høvdu
lagt til bryggju.
Lagið var gott, og uppi
á bryggjuni tók landfor
maðurin, Jens Olsen, ímóti
stampunum, sum saman við
tí nógva fiskinum fyltu nógv
upp í bátinum.
Í lastini, sum var á tremur,
høvdu teir 14 kør, fýra kør
stóðu full á dekkinum, og
haraftrat høvdu teir leysan
fisk á dekkinum.
So nógv rúgvaði fiskurin
upp í bátinum, at teir vóru
noyddir at biðja ein annan
bát, sum eisini var á útróðri
hendan dagin, um at læna
sær kør, og haðani fingu teir
fýra kør aftrat, sum heldur
ikki var nóg mikið til at
rúma øllum fiskinum.
Páll sigur, at øll línan var
egnd við feskari og livandi
gággu, sum ongantíð hevði
verið fryst, og tað vísti seg, at
teir, sum egndu frysta gággu,
fingu munandi minni.
Vit keypa gágguna av
Oyri, og samanbera vit prísin
við prísin á høgguslokki, er
bíligari at egna við gággu,
sigur hann.
Tá ið tveir mans eru á
báti, er vanligt, at tann eini
stendur við rulluna, meðan
hin kryvur.
Rúgvan, sum Páll og Janus
fingu við Trygva mikudagin,
er líka stór sum ein vanlig
seta hjá einum stórum línu
báti, sum hevur fleiri enn 10
mans umborð.
Hetta merkir, at tað hev
ur verið nógv at kruvt hjá
manninum, sum hevur staðið
við pavnin, og nógv arbeiði
hevur verið av at fingið
fiskin í lastina.
Veðrið var gott mikudagin,
men sum dagurin leið, frísk
aði hann vindin av suðri,
sum seinni gekk upp í
útsynning.
Páll Højgaard sigur, at
báturin var so tungur, at
sjógvurin stundum gekk um
rútarnar, tá ið teir komu inn
um Borðuna.
Men alt gekk væl,
og blíðkar hann veðrið
aftur í morgin, sum vit
vænta, at hann ger, fara
vit avstað aftur í morgin,
segði bátsformaðurin miku
kvøldið.
Páll Højgaard hevur gjørt
nógvar góðar útróðrardagar
við bátinum, Trúgva, men
hesin dagurin man vera ein
hin besti
Mynd: Vilmund Jacobsen