Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 3 Ein ungur maður, sum í summar var við í einum ferðsluóhappi uttan fyri Café Natúr, eftir at hann og ein annar maður høvdu koyrt kapp, kann vænta sær harða revs­ ing fyri tilburðin KappKoyring Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Óhappið hendi náttina til mánadagin 8 august, tá ið tveir bilar koyrdu kapp niðan eftir Havnargøtu. Komnir niðan til Cafe Natúr fara bilarnir hvør sínu megin skeinkistaðið. Tað vil siga, at annar bilurin koyrir móti ferðsluni, og tá endar galið. Bilurin stoytir frontalt saman við ein mót­ koyrandi bil, og úrslitið varð, at tvey fólk noyddust á Landssjúkrahúsið. Kann fáa fýra ára fongsulsrevsing Fleiri høvdu væntað, at fyrr ella seinni fór eitt slíkt óhapp at henda, tí skilaleys koyring er gerandiskostur um kvøldarnar í Havn. Av somu orsøk hevur ákæruvaldið lagt stóran dent á, at slík lóg­ arbrot verða revsaði hart. Føroya Rættur hevur nú sett málið móti tí eina bilføraranum á dagsskránna, og málið kemur fyri í rættin­ um týsdagin 22 novembur klokkan 09.15. Ákærin, Linda Hesselberg, sigur, at bilførararin verður ákærdur fyri brot á eina rúgva av viðtøkum í ferðslulógini, og hann verður eisini ákæran fyri brot á revsilógina. Tað er serliga ákæran fyri brot á revsilógina, sum er álvarslig. Maðurin verður ákærdur eftir paragraf 252, stk 1 í revsilógini, sum sigur, „med fængsel indtil 4 år straffes den, der for vindings skyld, af grov kådhed eller på lignende hensynsløs måde volder nærliggende fare for nogens liv eller førlighed.“ Í Danmark er revsiramman fyri slík lógarbrot upp til átta ára fongsulsrevsing, men í Føroyum er hon fýra ár. Linda Hesselberg sigur tó, at talan neyvan verður um, at ákærdi fær hægst møguligu revsing, um hann verður funnin sekur. www.almannastovan.fo búskaparfrøðing Um fíggjardeildina Deildin hevur ábyrdina av at ráðgeva og vegleiða leiðsluni í fíggjar-, lønar-, og roknskaparviður- skiftum. Deildin hevur eisini ábyrgd av at gera fíggjarætlan og roknskap og at fylgja upp og hava eftirlit við rakstrinum og teimum lógarbundnu útreiðslunum. Harafturat at samstarva og samskifta við Almanna- og heilsumálaráðið um fíggjarlógararbeiði. Eisini er ein høvuðsuppgáva at hava fíggjarligt eftirlit við stovnum, sum Almannastovan hevur ábyrgdina av. Deildin umsitur bókhald og lønir á Almannastovuni, hevur ábyrgdina av at skipa leiðsluhagtøl umframt fleiri aðrar uppgávur. Hevur tú hug at royna teg í einum arbeiðsumhvørvi, sum er undir støðugari menning? So er hetta nakað fyri teg. Eitt avloysarastarv er leyst at søkja á fíggjardeildini á Almannastovuni. Á deildini starvast í løtuni 6 starvsfólk og tú kemur at hava beinleiðis tilvísing til fíggjarleiðaran. . Ert virkisfús/ur og eltir uppgávurnar frá byrjan til enda . Dugir at arbeiða sjálvstøðugt . Góð samstarvsevni . Góðan førleika innan KT . Góð evni og hug at skriva Vit kunnu bjóða . Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum . Starv við møguleika fyri persón- ligari og fakligari menning . Starv í einum góðum arbeiðs- umhvørvi, har dentur verður lagdur á tað einstaka starvsfólkið Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett frá 1. januar 2006 til 1. januar 2007. Arbeiðs- og ábyrgdarøki Sum búskaparfrøðingur á fíggjardeild- ini kemur tú at hava fíggjarlógar- arbeiði sum høvuðsábyrgdarøki. Talan er um at leggja ætlanir og hava eftirlit við lógarbundnu útreiðslunum á almannaøkinum. Arbeiðið fevnir eisini um at fáa til vega hagtøl og annað tilfar, fyri at betra um grundarlagið til at gera fíggjarætlanir, og um at gera ymiskar búskaparligar lýsingar. Tá deildin telur 6 fólk og uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, skalt tú eisini taka eina hond í øllum uppgávum á deildini, tá á stendur. Útbúgving Viðkomandi prógv frá hægri lærustovni, so sum cand.merc, cand.polit, cand. oecon, ella aðra líknandi útbúgving. Arbeiðsroyndir/førleikakrøv . Evni til at raðfesta og tilrættisleggja arbeiði Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maluna Johansen, fíggjarleiðara á telefon 346407 ella 215478. Umsókn Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannatovuni, Smyrils- vegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. november 2005. Viðmerk málsnummar: 2005-90300/0101 KREA.FO . TEL 47 80 80 Almannastovan søkir Umskipa Markleys útbúgving Afturvendandi kunn­ ingarátakið um lestr­ armøguleikarnar í Føroyum og uttan­ lands, Markleys Út­ búgving, verður skipað eitt sindur øðrvísi í ár í mun til undanfarin ár ÚtbÚgving Terji Nielsen Undanfarnu árini hevur tað verið skipað sum eitt einstakt tiltak, ið hevur verið hildið á einum stað, men í ár verður talan um fýra ymisk tiltøk, sum verða týsdagin og mikudagin í komandi viku. Týsdagin kl. 10.00 verður tiltakið á Handilsskúlanum í Havn, og kl. 12 sama dag verður tiltakið í Hoydølum. Dagin eftir, mikudagin, klokkan tíggju á morgni verður tiltakið á Kambsdali. Týskvøldið kl. hálvgum átta verður eisini skipað fyri kunningarkvøldi á Stud­ entaskúlanum á Kambsdali. Eisini suðuroyingar fáa vitjan, tí mánadagin verður kunnað á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Kappkoyrari kann vænta harða revsing Teir báðir bil­arnir, ið stoyttu saman í sambandi við kappkoyringina í Havn fyrr í ár, fingu báðir sera stóran skaða Mynd: Eirikur Lindenskov