Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 217 - 11. november 2005 Fimti flokkur úr Trong­isvág­sskúla kom mánamorg­unin á útferð til Havnar at stuttleika sær og­ royna nýg­g­ja Smyril. Børnini eru sera væl nøg­d við stásilig­a far­ ið og­ sig­a, at Smyril er kuul Birita W. Djurhuus Hanus H. Eysturdal praktikantar Mánamorgun 7. november var ein fimti flokkur á gátt í Miðlahúsinum. Tað var fimti flokkur úr Trongisvágskúla. Tey vóru komin ein túr til Havnar við nýggja Smyrli. Børnini greiða frá, at plan­ urin er eisini at fara niðan í Gundadal at bowla og svimja, og kl 19 gongur leiðin síðani niðan í Norðlandahúsið, har tey fara at hyggja eftir Ronju Ránsmansdóttur, og tey gleða seg óført. Týsmorgnin varð so farið heim aftur til Suðuroyar. Tá spurt verður, hvussu tann nýggi Smyril roynist, svara tey øll somul. at Smyril er kuul. Hann rullar slettis ikki, og eisini er kúlubað at spæla sær í. Hann er nógv betur enn tann gamli, siga børnini úr Trongisvágsskúla. Næmingar úr Suðri vitja Sosialin: Smyril er kuul Birita og Hanus, praktikantar práta við næmingar úr Suðuroy Næmingar úr fimta flokki í Trongisvágsskúla vitja í Miðlahúsinum Lítlibeiggi slapp við til Havnar og hann og leyvan í Trappuni í Tórsgøtu gjørdust skjótt góðir vinir