fríggjadagur 11. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 217 - 11. november 2005
Javnaðarflokkurin
ger onki fyri at minka
um stættarmunin
í Føroyum, sigur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Landsfundur
hjá javnaðar
fLokkinum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Javnaðarflokkurin hevur
svikið tey, sum hann var
stovnaður til at verja. Ístaðin
er hann rýmdur, hagar tær
nógvu atkvøðurnar eru og
tað er hjá akademikarunum
og teimum væl løntu við
almennum størvum.
Tað heldur formaðurin
í Havnar Arbeiðsmannafe
lag, Hans Joensen.
Hann heldur, at javnaðar
flokkurin ger als onki fyri
at minka um stættarmunin
ímillum tað láglønta verka
fólkið og tey við teimum
betri lønunum.
– Eg havi mangan tosað
um, at gjógvin ímillum
stættirnar eigur ikki at dýp
ast, men tað verður hon alla
tíðina, tí lønarhækkingar
eru altíð í prosentum og ikki
í krónum og eitt prosent av
eini arbeiðaraløn er ikki tað
sama sum eitt prosent av
eini akademikaraløn og tí
veksur stættarmunurin alla
tíðina.
– Men í hesum sam
bandi hevur ongin hjálp
verið at fingið frá javn
aðarflokkinum.
Hans
Joensen
sigur,
at ístaðin fyri at lætta
byrðararnar hjá verkafólki,
verða fleiri og fleiri avgjøld
løgd á allar løntakarar, eitt
nú hækkar vegskatturin.
– Tað er ikki ein sam
haldsføst
skipan. Vildi
landsstýrið eina samhalds
fastaskipan, vórðu tyngri
byrðar lagdar á teir vælløntu
herðarnar, ístaðin fyri at at
leggja líka tungar byrðar
lagdar á øll.
Eitt annað dømi er olju
avgjaldið, sum kundi verð
ið ein veruligir lætti hjá
verkafólki, men tað verður
eisini tvíhildið um tað.
Eitt annað dømi er, at tey
vælløntu fáa fleiri ferðir so
høganskattalætta, sum tey
lágløntu.
Svíkur tey, hann
skuldi verja
Hans Joensen sigur, at
sum støðan er í dag, hevur
hann als ikki fatanina av, at
javnaðarflokkurin arbeiðir
til frama fyri tey, sum hann
í síni tíð varð stovnaður til
at verja áhugamálini hjá.
– Tey,
sum
flokkurin
varð
stovnaður
til
at
verja
áhugamálini
hjá,
dragna longur og longur
afturúr, uttan at flokkurin
ger nakað fyri at venda
gongdini. Eg má siga, at
sum formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag føli eg,
at tað er ómetaliga torført at
vinna verkafólkinum somu
sømdir í samfelagnum sum
tey vælløntu hava.
Eitt, sum hann hugsar
um, er rætturin til at vera
heima hjá sjúkum børnum.
– Tað
hava
alment
lønt, men ikki verkafólk,
men eg haldi, at skal ein
samfelagsbólkur hava tey
rættindini, átti ein lóg at
verðið gjørd, sum gav øllum
somu sømdir.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelagið sig
ur, at tá ið samgongan varð
skipað, varð ein avtala
gjørd um skattlætta og sam
haldsfasta.
– Eg haldi, at hendan
avtala er heilt av leið, tí
sum tað vísir seg eru tað
akademikararnir sum gera
av, um tey lágløntu, sum
ikki hava tey stóru ráðini at
spara til eftirløn, skulu hava
eina virðiliga eftirløn og
tað átti javnaðarflokkurin
ikki at góðtikið.
– Tað einasta rætta er
at styrkja Samhaldsfasta
munandi, so at øll kunnu
fáa eina virðiliga eftirløn,
leggur hann afturat.
Hans Joensen sigur, at
hann kundi hugsa sær eina
semju ímillum fakfeløg og
politikarar um, hvussu løn
arlagið skal vera og, hvussu
lønin skal dagførast.
– Hetta kundi gjørt, at
keypiorkan kundi vaksið
og tað kundi eisini ført til,
at vit fingu tað friðarligari
á
arbeiðsmarknaðinum,
soleiðis sum politikarar
mangan hava lóknast eftir.
Men tað sær ikki út til at
nakað hendir og tí verður tað
ein galin endi hjá verkafólki,
tí tey verða alsamt longur
og longur sigld afturúr,
sigur formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Gera onki fyri at minka um gjónna
ímillum tey lágløntu og tey vælløntu
Tað vóru fólk úr
arbeiðararørsluni,
sum stovnaði
javnaðarflokkin, men
tað var neyvan til
tað, sum flokkurin
verður brúktur til
nú á døgum, sigur
forkvinnan í Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Landsfundur
hjá javnaðar
fLokkinum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Høvdu
tey
gomlu
javnaðarfólkini vita aftur
í verðina, høvdu tey øtast
yvir at sæð, hvat flokkurin
er blivin til.
Tað
er
skoðsmálið,
sum forkvinnan í Havnar
Arbeiðskvinnufelag gevur
Føroya Javnaðarflokki, nú
hann hevur landsfund á
toftum í kvøld og í morgin.
Vígdis
Johannesen
heldur nevniliga, at javn
aðarflokkurin er farin heilt
av sporinum.
– Tað vóru fólk úr arbeið
arastættini, sum stovnaði
javnaðarflokkin og teir
stovnaðu flokkin til at
arbeiða fyri áhugamálinum
hjá arbeiðarastættini og
teimum lágløntu.
Men Vígdis Johannesen
sigur, at tað er langt síðani,
at javnaðarflokkurin kundi
kalla seg sein arbeiðara
flokk.
– Í øllum førum er tað
langt síðani, at hann hevur
víst tað í verki, at hann
arbeiðir fyri tey minni
mentu í samfelagnum, legg
ur hon afturat.
Sostatt heldur hon, at
flokkurin er farin heilt av
sporinum og hon heldur
rætt og slætt, at tey gomlu
javnaðarfólkini høvdu øtast,
høvdu tey sæð flokkin í
dag.
– At javnaðarflokkurin
er ein arbeiðaraflokkur, er
søga!
Avgjald á tey minni
mentu og skattalætta
til tey múgvandu
Forkvinnan í Havnar Ar
beiðskvinnufelag
vísir
á, at seinastu árini hevur
flokkurin verið við til at lagt
avgjøld á skattaborgaran.
Og avgjøldini raka tey
minnu mentu harðast, tí
lægri lønin er, verri eru
ráðini at betala avgjald.
– Samstundis hevur flokk
urin sett skattalættar í gildi,
har tey lágløntu fáa minst í
skattalætta og tær frægari
inntøkurnar fáa mest.
Harafturat hevur javn
aðarflokkurin eisini víst í
verki, at hann hevur onga
sum helst virðing fyri fak
felagsrørsluni.
– Tað hevur hann gjørt
tvær ferðir, bara í summar,
leggur hon afturat og sipar
til politisku uppíleggingina
í arbeiðssteðgin hjá maskin
meistarunum hjá SEV og
til ætlaðu uppíleggingina í
arbeiðssteðgin hjá Starvs
mannafelagnum í heyst.
– Javnaðarflokkurin hev
ur víst, at ger eitt fakfelag
tann minsta vørrin, er flokk
urin til reiðar at draga tey í
Løgtingið og slíkt ber ill til
at kalla ein fakfelagsflokk.
Men eigur javnaðarflokk
urin ikki eisini sín stóra
leiklut í, at samhaldsfasti
eftirlønargrunnurin
er
styrktur so at útgjaldið úr
hon hækkar? Hevur tað ikki
týdning?
– Jú, tað hevur tað men
hvør betalir samhaldsfasta.
Tað gera vit jú sjálvi við
einum
prosentparti
av
hvørjari løn, so samhalds
fasti er einki annað ein táta,
sum flokkurin fekk fyri at
góðtaka skattalættar og
avgjøld.
– Men júst hetta vísir,
hvussu veikur hann er í sam
gonguni, tí tað sæst onki av
stevnuskránni hjá honum í
tí førda politikkinum.
Hon heldur ikki, at
orsøkin til, at flokkurin er
broyttur so nógv, er tað, at
tíðirnar broytast og at hann
noyðist at fylgjavið tíðini.
– Tað koma at vera lág
lønt og minni ment í sam
felagnum í mong ár afturat
og fólk, sum hava brúk fyri,
at onkur talar teirra sak. Og
javnaðarflokkurin
kundi
røkt teirra áhugamálog ver
ið ein arbeiðaraflokkur,
uttan at slept hugsjónum,
heldur Vígdis Johannesen.
Annars heldur hon, at
politikarar geraov lítið fyri
at skapa karmar til vinnu
lívið at virka undir og fyri
at menna samfelagið.
– Politikarar hava tosað
um alternativar vinnur alla
mína tíð, men eg dugi fram
vegis ikki at síggja nakað til
hetta, leggur hon afturat.
Javnaðarflokkurin er
púra farin av sporinum
Javnaðarflokkurin hevur
vent verkafólkinum bakið og
er rýmdur hagar tær nógvu
atkvøðurnar eru og tað er hjá
akademikarunum og teimum
væl løntu við almennum
størvum, heldur Hans
Joensen, formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag
Sjálvstýrisflokkurin er við
Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um eitt uppskot, sum er
lagt fyri tingið um at broyta umstrídda oljuavgjaldið.
Vit søgdu, at tað var miðflokkurin, sum hevði lagt
uppskotið fram. Tað rætta er, at tað er miðflokkurin
og sjálvstýrisflokkurin sum hava lagt uppskotið fram
í felag. Orsøkin til mistakið er, at í álitinum frá
fíggjarnevndini stendur miðflokkurin av misgáum at
vera einsamallur uppskotsstillari.
–áki–
– Javnaðarflokkurin
er snaraður til høgru
og nú er lítið eftir av
arbeiðaraflokkinum, sum
verkafólk stovnaðu á sinni.
Ein tann størsta uppgávan
hjá flokkinum verður tískil
at koma aftur á beint, heldur
Vìgdis Johannesen í Havnar
Arbeiðskvinnufelag
– Tað verður avgjørt
mítt mál at spæla
kortini so mikið
væl, at vit koma
aftur í samgongu
eftir næsta val, sigur
løgmaður upp undir
landsfundin hjá
javnaðarflokkinum í
kvøld og í morgin
Landsfundurin
hjá javnaðar
fLokkinum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Javnaðarflokkurin hev
ur fingið ein nýggjan veru
leika. Á landsfundinum í
kvøld og í morgin, verður
tað mín stóra uppgáva, at
fáa veljaran at skilja og at
góðtaka tann nýggja veru
leikan.
Tað sigur Jóannes Eid
esgaard,
løgmaður,
nú
javnaðarflokkurin
hevur
landsfund á Svangaskarði
á Toftum í kvøld og í morg
in.
Tað, hann sipar til, er, at
javnaðarflokkurin nú situr
í samgongu, eftir at hava
sitið í andstøðu í heili átta
ár.
Hesin
landsfundurin
verður tískil eitt sindur
Mín stóra
veljaran a