Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 9 Tað sum gongur fyri seg í føroyskum politikki í løtuni,er heilt óhugnaligt fyri verkafólkið, sigur Ingeborg Vinther Landsfundur hjá javnaðar­ fLokkinum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tekur  javnaðarflokkurin  ikki  annað  skinn  um  bak,  ætli eg mær í hvussu so er  ikki  at  stuðla  flokkinum  á  næsta  vali  og  eg  ætli  mær  heldur  ikki  at  gera  nakað  sum helst fyri at hann skal  koma í samgongu aftur. Tað  ger  Ingeborg Vinth­ er,  forkvinna  í  Føroya Ar­ beiðarafelag,  púra  greitt  í  kvøld, nú landsfundur javn­ aðarfloksins verður settur á  Svangaskarði um eina løtu. Hóast  hon  ikki  er  limur  í nøkrum flokki, dylir hon  ikki fyri, at hon hevur stuðl­ að  javnaðarflokkinum, men  tað verður ikki aftur, uttan  so, at flokkurin broytir kós. Hon  sigur,  at  í  full­ veldissamgonguni  var  tað  heilt  týðiligt,  at  tað  var  fólkaflokkurin,  sum  spældi  fyrstiviolin  og  tað  er  akkurát  tað  sama  í  hesi  samgonguni. Hon  hugsar  um  tann  skatta­ og avgjaldspolitikk,  sum verður førdur, har fleiri  og fleiri avgjøld ella brúk­ aragjøld  verða  løgd  á  fólk  og  har  skattalætti  verður  í  mesta  mun  latin  til  tey  vælbjargaðu. Vit skulu gjalda- politikarar skulu valda Men  tað  fúlasta  dømi  av  øllum er barnsburðargrunn­ urin,  heldur  forkvinnan  í  Føroya Arbeiðarafelag. Tað  verður  sagt,  at  barnsburðarskipanin  skal  leggjast  undir  partarnar  á  arbeiðsmarknaðinum. Men  hetta  heldur  Inge­ borg Vinter er at kasta torv­ mold í eyguni á fólki. – Veruliga ætlanin hjá sam­ gonguni er, at løntakarar og  vinnan  skulu  betala  meir  í  barnsburðarskipanina  og  tað  eri  eg  hart  ímóti,  tí  vit  hava  nóg  mikið  av  avgjøldum frammanundan.  – Men  tað  verður  fram­ vegis  politiska  skipanin,  sum  skal  varðveita  alt  valdið á henni. So grov er  samgongan    ímóti  løntak­ arunum. IngeborgVinther sigur, at  hon  hevur  varhugan  av,  at  ALS verður tað næsta, sum  politikararnir  ætla  sær  at  fáa fingrarnar í. – Politiskir myndugleikar  hava ilt av, at tað eru partarnir  á  Arbeiðsmarknaðinum,  sum hava Als undir sær og  sum betala til ALS og sum  hava valdið á ALS.  Tað,  sum  sipað  verður  til,  er,  at  av  tí,  at ALS  er  undir arbeiðsmarknaðinum,  er  skipanin  eisini  uttanfyri  fíggjarlógina.  Men  ávísir  politikarar  tvíhalda  um,  at  tað er bara Løgtingið, sum  hevur rætt til at krevja skatt,  hóast  fleiri  løgfrøðingar  siga  tað  øvugta,  nevniliga,  at  gjaldið  til  ALS  er  ikki  skattur,  men  eitt  gjald  til  ein arbeiðsloysisgrunn. Ingeborg  Vinther  sigur,  at  tey  hava  roynt  at  fáa  politiska  myndugleikan  at  vátta, at tað eru partarnir á  arbeiðsmarknaðinum,  sum  eiga ALS. – Men  eina  slíka  váttan  er  ómøgulig  at  fáa,  sigur  Ingeborg Vinther. Lurta ikki eftir Hon  sigur,  at  samgongan  hevur ferð eftir ferð víst, at  hon lurtar ikki eftir pørtunum  á arbeiðsmarknaðinum. – Vit  hava  mangan  sent  samgonguni brøv um ymisk  viðurskifti, men tað verður  ikki  lurtað  eftir  okkum  og  tað er sjáldan, at vit fáa so  mikið sum eitt svar. Og so er ikki um at tala  allar politisku uppílegging­ arnar  í  teir  arbeiðssteðgir,  sum hava verið. Hon  ásannar  kortini,  at  samhaldsfasti  er  hækkaður  og tað fegnast hon um. –  Men  tað  var  dýrt,  tí  tað  kostaði  ein  skattalætta  upp á 105 milliónir, sum í  mesta mun fer til tey væl­ bjargaðu. Ingeborg  Vinther  sigur,  at tað er heilt ótrúligt, sum  gongur  fyri  seg  í  politikki  og javnaðarflokkurin hevur  tíverri verið eitt stórt vónbrot  hjá fakfelagsrørsluni.    – Tekur  hann  ikki  betri  partar  fyri  seg,  verður  tað  ein syndraður flokkur, sum  fer til løgtingsval næstu ferð  og tað fer ikki at spæla væl  av,  tí  kemur  ikki  broyting  í,  er  bara  at  siga  takk  og  farvæl,  ongantíð  ov  skjótt,  sigur Ingeborg Vinther. – So  dýr  verður  hendan  samgongan fyri flokkin. Hon sigur sostatt, at skal  flokkurin sleppa snikkaleys­ ur burturúr einum komandi  løgtingsvali,  eigur  hann  at  finna sínar røtur aftur, ella  má  hann  pakka  í  sekkin.–  Við  hetta  lag,  verður  prís­ urin  fyri  samgonguna  ov  høgur  hjá  flokkinum  at  gjalda,  sigur  Ingeborg  Vinther. Ingeborg Vinther ómetaliga vón­ brotin av javnaðarflokkinum – Tekur javnaðarflokkurin  ikki annað skinn um bak,  ætlar Ingeborg Vinther sær  ikki at stuðla honum á næsta  løgtingsvali a avbjóðing verður at fáa at skilja nýggja veruleikan serligur,  tí  hetta  verður  fyrsti  landsfundurin  eftir  at  javnaðarflokkurin  hevur  sitið í samgongu í eitt heilt  ár  og  at  úrslitið  av  førda  politikkinum nú eru farin at  síggjast av álvara.  – Veruleikin  í  andstøðu  og í samgongu er heilt hvør  sín. Í andstøðu kanst tú alla  tíðina  verða  fullkomiliga  trúgvur  mótvegis  tínum  hugsjónum. – Men  í  samgongu  mást  tú alla tíðina samstarva um  at finna semjur og tað skulu  støður  takast,  sum  vit  eru  alt annað enn fegin fyri.  – Tað  skal  lorast  onku­ staðni fyri at kunna taka inn  onkra aðrastaðni og tí kann  tað  onkuntíð  verða  trupult  hjá veljaranum at síggja tað  hugsjónarliga støðið aftur í  tí førda politikkinum. – Eg skilji væl teir veljarar,  sum  eru  ørkymlaðir.  Men  fyri  at  fáa  ávirkan,  mugu  vit  í  samgongu,  so  hóast  samgongustarvið  er  merkt  av, at vit samstarva við aðrar  flokkar,  og  gera  ótrúliga  nógvar semjur, hava vit so  als onga ávirkan yvirhøvur,  táið vit sita í andstøðu. – Sjálvandi byggir flokk­ urin á eitt grundstøði, men  tað  er  neyðugt  alla  tíðina  at  flyta  seg,  fyri  at  fylgja  við broytingum í tíðini. Og  eg haldi at tað er altíð rætt  at  royna  at  koma  í  eina  samgongu,  har  flokkurin  fær ávirkan, heldur at ganga  eina  oyðimarkargongd  í  andstøðu. Sostatt verður tað okkara  uppgáva  at  greiða  veljar­ anum  so  væl  frá  støðuni,  at hann skilir hana og góð­ tekur hana. Løgmaður  vísir  serliga  á,  at  í  hesi  samgonguni  er  javnaðarflokkurin  saman  við  tveimum  borgarligum  flokkum og tað slepst ikki  undan  at  tað  eisini  merkir  politikkin. Eitt,  sum  hann  hugsar  um,  er  skattalættin,  tí  fólk  kunnu  av  røttum  spyrja,  hví  flokkurin  góðtekur  ein  skattalætta, tá ið tað annars  ikki eru ráð til tað stóra.    –  Í  hesum  sambandi  hevur  tað  týdning  at  stað­ festa,  at  afturfyri  skatta­ lættan  eydnaðist  tað  okk­ um at styrkja munandi um  samhaldsfasta  eftirlønar­ grunnin  og  tað  hevur  al­ stóran týdning fyri tey lág­ løntu.  Júst  hesi  bæði  eru  góð dømi um semjur, sum  tað er neyðugt at gera – Á landsfundinum fari eg  at brúka tíð uppá at greiða  veljaranum frá, hví eg haldi  at tað er týdningarmikið at  vit eru í samgongu og hava  ávirkan heldur enn at sita í  andstøðu og lata onnur føra  politikk  yvir  høvdinum  á  okkum,  hóast  samgongu­ leikluturin kann kosta hug­ sjónarliga  í  summum  før­ um. Annars  heldur  formaður  javnaðarfloksins  ikki  at  hann kennir atfinningarnar  frá fakfelagsleiðarunum aft­ ur, sum eru prentaðar aðra­ staðni í blaðnum. –  Eg  kann  ikki  sameina  meg  við  tey  sjónarmiðini.  Eg  skal  taka  ábyrgdina  á  meg fyri at vit hava gingið  fakfeløgunum  ov  nær  í  ávísum førum. Men tað er  eisini neyðugt, at vit finna  eitt  smidligari  samstarv  við  arbeiðsmarknaðin,  so  at  vit  saman  kunnu    taka  framtíðar  avbjóðingar  á  okkum  og  fáa  ein  tryggari  arbeiðsmarknað  og  eitt  tryggari samfelag. Kortini heldur løgmaður,  at  tað  er  avgjørt  ein  bági,  at  løntakarafeløgini  standa  so spjadd.  – Tað  hevði  hjálpt  mun­ andi  um  løntakararnir  kundu savnað seg um eina  felags rødd og at tað hevði  borið  til  at  viðgjørt  ymisk  viðurskifti, eisini í fríðartíð,  so  at  tað  ikki  altíð  er  so,  at  vit  bara  samskifta  við  eini hóttan um arbeiðssteðg  hangandi yvir høvdinum og  pistólini fyri pannuni.   Samdur um at býta virðini Nú  skerst  ikki  burtur,  at  javnaðarflokkarnir í hinum  norðurlondum  hava  havt  torført    við  at  fóta  sær  í  einum  broytiligum  heimi.  Ymsir vengur eru í opnum  stríði ímóti hvørjum øðrum  og  tað  verður  gjørt  til  eitt  stríð um at varðveita, gomlu  vinstra­linjuna  ella  um  at  søkja  inn  ímóti  miðjuni.  Er  javnaðarflokkurin  í  Føroyum  samdir  um  hesi  viðurskifti?  – Javnaðarflokkurin  í  Føroyum  hevur  tann  øvugta  trupulleikan  sum  tjóðveldisflokkurin  hevur.  Tjóðveldisfólk  eru  samd  um  fullveldið,  men  eru  annars  ósamd  um  tað  mesta  av  øllum  hinum,  tí  flokkurin  hýsir  fólki  av  vinstraveinginum  yvir  í  høgraveingin.  Uttan at tosa um at liggja  til  vinstru  ella  inn  ímóti  miðjuni, sigur løgmaður, at  Javnaðarflokkurin  er  púra  samdur um, hvussu virðini  í  samfelagnum  skulu  být­ ast  og  um  at  tryggja  væl­ ferðarskipanirnar. Men um  ríkisrættarligu viðurskiftini  eru javnaðarfólk líka ósamd  sum  tjóðveldisflokkurin  er  fíggjarpolitikkin  og  onnur  viðurskifti. Í hesum sambandi er løg­ maður  ógvuliga  spentur  at  hoyra  hvørja  støðu  veljarin  á  landsfundinum  hevur  til  ymisk  mál,  eitt  nú  einskiljingar,  sum  eru  nokk  so  fremmandar  fyri  flokkin. Sjálvur fer hann at greiða  fundarfólkinum  frá,  hví  hann  heldur  at  tað  er  rætt  at  vera  við  og  royna  at  ávirka einskiljingar, heldur  enn  at  stinga  høvdið  í  sandin og lata onnur fremja  einskiljingarnar,    heilt  utt­ anum javnaðarflokkin. Annars  ásannar  løg­ maður,  at  á  hansara  egnu  málsøkjum í landsstýrinum  er rættiliga nógv hent. –  Føroyar  eru  rættiliga  traðkaðar  upp  á  altjóða,  politiska  pallin  og  tað  fari  eg eisini at greiða frá.  Í  hesum  sambandi  hugsar  løgmaður  um  Fámjinsskjalið,    um  yvir­ lýsinginina  um  sjálvsav­ gerðarrættin,  um  yvir­ tøkulógina,    um  avtaluna  um  uttanríkispolitisku  heimildirnar,  um  Íslands­ sáttmálin  og  um  kumu­ leringsavtalan og samskiftið  við  ES  annars.  Men  hann  hugsar  eisini  um  flúgving,  útbúgving og gransking og  svartkjaftin. –  Eg  fari  at  greiða  frá  teimum  møguleikum,  sum  hetta  gevur  og  um  møgu­ leikarnar fyri samstarvi við  EFTA. Løgmaður sigur eisini, at  føroyingar  eru  nú  farin  at  taka  virknan  luft  í  altjóða  hjálpararbeiði  og  menn­ ingararbeiði.  – Alt hetta altjóða virkis­ økið er áhugavert og gevur  politikkinum  eitt  annað  innihald.  Løgmaður fer somuleiðis  at greiða frá 10 ára menn­ ingarætlanini  og  ikki  minst  hví  hann  heldur,  at  tað  er  neyðugt  fyri  javn­ aðarflokkin  at  hava  eina  menningarætlan. – Hetta farna árið eru Føroyar  traðkaðar  upp á altjóða  politiska pallin og tað fari eg at  greiða veljaranum frá á landsfundinum hetta  vikuskiftið, sigur løgmaður