Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 217 - 11. november 2005 Fyritreytin fyri einum góðum føroyskum búskapi er eitt høgt útflutningsvirði, og fyritreytin fyri einum góðum útflutningi eru m.a. góðar handilsavtalur og góður samhandil við onnur lond. Seinastu árini eru fleiri handilsavtalur gjørdar og herfyri skrivaðu Føroya Landsstýri og íslendska stjórnin undir eina rættiliga víttfevnandi handilsavtalu. Avtalan við Ísland kann óivað fáa týdning fyri búskapirnar báðar, sum føroysk vinnulívsfólk hava sagt, og serliga nú fiskivinnurnar verða javntsettar. Men leingi hevur verið bíðað eftir eini aðrari avtalu, sum kann fáa upp aftur størri týdning fyri føroysk fiska- og útflutningsvirki – avtalan við ES. Ígjár var so kumuleringsavtalan, sum tey kalla hana, við ES endiliga undirskrivað í Brússell. Kumuleringsavtalan merkir í stuttum, at nú kunnu føroysk vikri keypa fisk úr øðrum londum, virka hann her, og flyta hann út til ES-lond uttan at skula rinda ein serligan toll fyri útflutningsvøruna – tað sum vanliga verður kallað trið- alandstollur, við tað at vøran upprunaliga kom úr einum øðrum landi, einum triða landi. Hetta er søga nú, tí nú verður tann innflutta rávøran, ráfiskur, laksur ella kanska rækjur, at sammeta við føroyska upprunavøru, tá hon verður virkað her og flutt til okkurt ES-land. Soleiðis hevur ikki verið. Avmarkingar hava verið, og harafturat hevur verið neyðugt at gjalda ein ávísan toll, sum hevur verið til bága fyri føroyska útflutningin, tí vit hava ikki kappast á líka føti. Nýggja avtalan kann fáa stóran týdning. Tað eru bæði politik- arar og vinnulívsfólk samd um, hóast stjórin á Fiskavirking í loftmiðlunum kortini setti spurnartekin við, um tað í heila tikið ber til at fáa fisk úr t.d. Íslandi ella Noregi, har samband millum virki og skip er tætt, sambært tí sum sagt varð. Hinvegin skerst ikki burtur, at ofta hava føroysk virki ov lítið av fiski. Og ber til at útvega annan fisk, virka hann her, og útflyta hann sum føroysk fiskavøra, skuldi tað talt jaliga vegin. Umframt at bíða eftir kumuleringsavtaluni bíða føroyingar eisini eftir eini aðrari avtalu, sum eisini kann fáa stóran týdning fyri føroyska vinnu og føroyskan samhandil. Handilsavtalan við Russland hevur verið ávegis í fleiri ár, og einaferð var næstan greitt at skriva undir, men so hendi okkurt í viðurskiftunum Russland Danmarkar millum, sum kanska eisini fekk avleiðingar fyri at skriva undir avtaluna við Føroyar. Hetta mál er farið aftur við borðinum og í vár ljóðaði, at í heyst skuldu setast ferð á at fáa hesa avtluna í gongd í russiska skrivstovuveldinum, sum, eftir tí sum skilst, er undirmannað. Nú frættist so, at allar ávegis avtalur í Russlandi bíða eftir eini altjóða avtalu á tolløkinum. Summi hava lyndi at illneitast inn á føroysku umsitingina og landsstýrið, men tey kunnu neyvan trýsta ella gera lobbyarbeiði, tí vit hava við eitt av heimsins størstu byrokratium at gera og í tí ger eitt pipp út Føroyum neyvan tann stóra munin. Tað er at vóna, at henda avtalan ikki bíðar alt ov leingi, tí neyðugt er at hækka føroyska útflutningsvirðið, um vit skulu økja inntøkur landsins fyri á tann hátt at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap! DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt stig móti betri búskapi! VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl-an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Skal núverandi 22,9 prosent, hækkast til 24,3, og skal skuldin turkast av upp á hinar kommunurnar í Suðuroy? Finnleif Guttesen Tvøroyri Tvøroyrar kommuna er nokk tann kommunan, ið er mest skuldabundin í landinum, og hava vit hægsta skattaprosenti fyri at gjalda hesa skuld. Vónandi eru teir sjey býráðslimirnir so mikið at sær komnir, at skuldin blívur goldin sum skjótast og ikki turkað av upp á okkara eftirkomarar og hinar kommunurnar í Suðuroy við einari komandi samanlegging. Hvussu hendan ovurhonds stóra skuldin er íkomin, er søga, har vit kunnu læra, hvussu tað ikki skal gerast. Men skuldin og skattapro- sentið ger, at tað blívur umhugsað væl og virðiliga av einum tilflytara, hvar tað loysir seg at búsetast í Suðuroy. Tað munnu vera fáir, helst eingin borgari á Tvøroyri, ið ynskir, at skattaprosentið hækkar, og flest øll munnu eisini ynskja skuldina goldna sum skjótast og kunnu tí nokk góðtaka, at nakrar íløgur mugu bíða í nøkur ár. At billa borgarum á Tvør- oyri inn, at tað er meira eftir í pengamappuni, tá ið landið hevur lækkað landsskatt og hækkað øll møgulig onnur gjøld, og býráðið hækkað kommunuskattin, er at halda borgaran fyri tað turra spott. Tvøroyri, hægsta skattaprosent í landinum Er tað rætt av kommununum at yvirtaka landsuppgávur, sum støðan nú er vorðin? Kári P. Højgaard løgtingsmaður Kommunurnar eru blivnar leikarar í einum ótespuligum sjónleiki, har samgonguav- tala og vallyfti skulu ganga upp í eina hægri eind. Avtalan við kommunurnar var greið; við gjøgnumskygni skuldu uppgávur flytast frá landi til kommunur. Tað landskassin spardi, minkaði landskatturin, og kommunu- skatturin skuldi hækka tillsvarandi Á løgtingsfundinum mikudagin svaraði Bárður Nielsen tveimum munn- ligum fyrispurningum um ætlaða skattalættan hjá sam- gonguni. Somuleiðis bleiv landstýrismaðurin spurdur, um talan var um skattalætta ella eina veruliga hækking fyri flestu borgarar, og hvussu nógv ávikavist landskassin og kommunurnar skuldu fyri skattalættan. Bárður Nielsen svaraði, at av teimum 105 mió ber landskassin 92 mió. og kommunurnar 13 mió. Veruligi skattalættin uttan Barsilskipanina var 37 mió. og við skipanini 19 mió. Høvuðsboðskapurin var, at nú hevði samgongan lækkað skattin, og at tað helst ikki var neyðugt hjá nógvum kommunum at hækka skattaprosentið, tí tær vóru so væl fyri. Sambært tølum eg havi fingið kosta Barnaverndarøkið, Dag- stovnaøkið, Barsilskipanin, botnfrádrátturin endurgjald fyri skúlabarnaflutning, stuðul til bókasøvn og stuð- ul til umsorganararbeiði til- samans 72.600.000. Hetta ger, at kommunur í meðal verða noyddar at hækka skattin 1,4 %. Borgarstjórin í Havn hev- ur rópað varskó, og tað er væl skiljandi. At landið ein- víst hækkar botnfrádráttin og marknaðarførir ein skattalætta, ið kommunurnar bera bróðurpartin av og flestu borgarar uppliva sum eina hækking, má fáa Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya at umhugsa sína støðu til, um landið hevur hildið sín part av avtaluni mótvegis kommununum. Ivasamt um landið hevur hildið avtaluna