Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 11 Listi 1 fekk øll umboðini á Glyvrum Av teimum trimum listunum, sum stillaðu upp til kirkjuráðsvalið á Glyvrum, fekk listi 1 øll umboðini KIRKJURÁÐSVAL Av teimum 499 fólkunum, sum atkvøddu til á Glyvrum, settu 412 krossin við lista 1, sum fekk øll tey sjey umboðini í kirkjuráðnum. Listi 2 fekk 39 atkvøður, meðan listi 3 fekk 48. Í kirkjuráðnum í Glyvra kirkjusókn sita: Hans Jacob Lamhauge, Símun Mittún, Aslai Højgaard, Durita P. Joensen, Sigmar Davidsen, Páll Rasmussen og Eyðálvur Knudsen Tiltakslimir: Ingvard Olsen, Edny Larsen og Ady Hansen Fogh vil stytta bíðitíðina hjá útlendingum í Føroyum Danski forsætisráðharrin metir ikki, at viðferðin, útlendingar fáa frá føroyskum myndugleikum, er nøktandi. Hann mælir tí avvarðandi myndugleikum til at betra um viðurskiftini, sigur Høgni Hoydal ÚTLENDINGAMÁL Í munnligum fyrispurningi frá Høgna Hoydal undirstrik­ aði Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri í fólka­ tingssalinum í mikudagin, at hann ikki metir, at útlendskir umsøkjarar um arbeiðs­ og uppihaldsloyvi fáa nóg góða viðferð. Høgni Hoydal og Anders Fogh Rasmussen vóru samdir um, at bíðitíðin er ov long, og forsætisráðharrin mælti avvarðandi landsstýriskvinnu saman við føroysku myndugleikunum til at betra um viðurskiftini skjótast gjørligt. Í svari frá danska integratiónsmálaráðharranum fyri einum lítlum mánaði síðani varð staðfest, at ávísir útlendskir umsøkjarar um arbeiðs­ og uppihaldsloyvi hava bíðað upp til hálvtannað ár, áðrenn nakað svar er komið. Samstundis staðfesti svarið, at heili 85 útlendskir umsøkjarar hava bíðað yvir eitt hálvt ár, áðrenn svar er komið frá myndugleikunum. Í dag gav forsætisráðharrin Høgna Hoydal rætt í, at viðurskifti útlendinga viðvíkjandi málsviðgerð og bíðitíð als ikki eru nóg góð, og mælti hann øllum avvarðandi myndugleikum til skjótast gjørligt at hækka tænastuna við skjótari avgreiðslu av umsóknum hjá útlendingum í Føroyum. Altjóða diabetesdagur DIABETES Mándagin 14. november er altjóða diabetesdagur, og í hesum sambandi skipar Diabetesfelag Føroya fyri almenn­ um fundi á Hotel Vágum mánakvøldið klokkan 19.30. Altjóða Diabetesfelagið, IDF, stingur út í kortið, hvat skal vera á breddanum altjóða diabetesdagin, og í ár er evni føtur og fótarøkt sett á breddan. Í mai mánaði í ár var Diabetesfelag Føroya runt í Føroy­ um og helt almennar fundir um hetta evnið. M. a. var Eliesar Olsen, yvirlækni, við og greiddi frá, hvussu lætt eitt lítið sár skjótt kann gerast rættuliga álvarsligt og krevja nógva viðgerð. Fundirnir vóru í Klaksvík, Runavík, Øra­ vík og í Havn, og vóru hesir fundir væl vitjaðir. Á fundinum á Hotel Vágum verður greitt frá um fóta­ røkt og um góðar skógvar til diabetikarar. Eisini fer Jens Andreasen, diabeteslækni, at greiða frá um insulinpump­ ur. Í Føroyum er eitt royndarprojekt í gongd, har nakrir diabetikarar hava fingið insulinpumpur og m. a.hesum fer Jens Andreasen at greiða frá. Diabetesfelag Føroya hevur í nakrar vikur selt neon­ grøn armbond og møguleiki verður at onga sær hesi armbond á fundinum í Vágum. Diabetesfelagið hevur nú fingið nýggja heimasíðu, www.diabetes.fo, sigur Diabetesfelag Føroya í tíðindaskrivi. Lena fær nógv pláss á stóru donsku heimasíðuni Gaffa.dk, har fløgan Can’t Erase It verður róst við sera jaligum orðavali TóNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nógv tann størsta danska tónleikaheimasíðan Gaffa. dk og ókeypis tónleikablaðið Gaffa, varpa nú veruliga ljós á Lenu. Hetta verður gjørt við langari samrøðu við hana, ummæli av nýggju fløguni og lista yvir hennara konsertir í Danmark. Fløgan verður kallað bæði elskilig, heit og ein fløga, ið man bara kann dáma og gerast jaliga rørdur av, tí hon skapar eina kenslu av sorgblídni og lívsgleði samstundis. Røddin fang­ ar lurtaran, soleiðis at man glíður inn í tey 12 løgini, skrivar væl nøgdi ummælarin. Lagið »I Still Love You« er tó sambært ummælaranum undir góðskustøðinum anna­ rs. Ummælarin sigur somu­ leiðis, at Lena hevur lagt seg upp at eini genru, har tað er »knald eller fald«, tí sjálvt um tilfarið er gott, so er tað so nógv annað gott tilfar í hesi genru. Fløgan fær fýra av seks møguligum stjørn­ um. Í samrøðuni við Gaffa sig­ ur Lena millum annað, at hon gjørdist songkvinna av tilvild, tá ein trummuleikari hoyrdi hana syngja fyri seg sjálva, meðan hon var til arbeiðis á Café Natúr. Eisini tosar hon um longsulin eftir einum heimi, og um drív­ megina aftan fyri tónleikin og tekstirnar. Lena verður somuleiðis spurd, um lagið I Still Love You ikki er ov klisje­ kent. Hetta er eisini tað, ið ummælarin finnist at. Lena er púra samd í at setn­ ingurin I Still Love You er klisjekendur, men heldur, at versini viga upp ímóti tí klisjekenda. Listasavn Føroya bjóðar til fram­ sýningina Doku­ mentatión Nútíðar­ list, sum er hongd upp í gamla skálanum. Eisini hevur tann fasta framsýningin fingið fleiri spennandi broytingar LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Listasavni Føroya Framsýningin vísir eina breiða veiftru av list frá Janus Kamban, Frimod Joensen og Frits Johannesen til Sigrun Gunnarsdóttir Niclassen, Edward Fuglø, Bárður Oskarsson, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy og fleiri av okkara yngru listafólkum, sum Listasavn Føroya og Listafelagið hava keypt inn tey seinastu árini. Fleiri verk hava ikki verið víst í Listasavninum áður. Framsýningin vísir breidd og margfeldi í føroyskari mynd­ list, og vit vóna at bæði ein­ staklingar og skúlaflokkar koma at vitja listasavnið nú upp undir jól fyri at síggja eina øðrvísi presentatión av føroyskari myndlist, sum vísir, at okkara listafólk hava nógv annað enn bara lands­ lagið uppá hjartað. Fasta framsýningin Í teirri føstu framsýningini, sum hongur í tí nýggja part­ inum av skálanum, eru eisini broytingar. Í grafisku gong­ ini eru aftur nógvar papp­ írsmyndir. Pappír má ikki vísast í dagsljósi, tí ljósið oyðileggur myndirnar, tí eru okkara fínu grafikarar Elinborg Lützen og Janus Kamban flutt út úr teimum ytru rúmunum og inn í gong­ ina, har tey fáa minni ljós. Har vísa vit eisini tekningar hjá Ruth Smith og sjálvandi eisini fleiri grafiskar mynd­ ir, fotomyndir og pappírs­ myndir, sum Listasavnið eigur. Tekstillist Tekstillistin er nakað ser­ stakt fyri Føroyar, og okk­ ara fremstu listafólk hava í hesari listagrein vakt ans bæði heima og úti í heimi. Tað er tí við gleði, at vit aft­ ur kunnu vísa fleiri áhuga­ verd tekstillistaverk á savn­ inum. Astrid Andreasen er umboðað við einum spenn­ andi bundnum verki, og Súsan í Jákupsstovu hevur skapt eitt áseymað verk, har hennara nútíðarliga og handverksliga list kemur til sjóndar. Tann triði stóri meistarin í hesi listagrein er Tita Vinther, sum sjálvandi eisini er umboðað. Fyri fyrstu ferð vísir listasavnið ta ungu listakvinnuna Svanhild Strøm við einari nýggjari installatón. Samtalur Samtíðarlistin og máln­ ingalistin eru hornasteinar í savninum. Sjálvandi eru fleiri av okkara bestu málar­ um umboðaðir í teirri føstu framsýningini, sum til dømis Zacharias Heinesen, Astri Luihn, Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni. Í Mykines pyramiduni hevur ein ungur listamaður fingið pláss á gólvinum, og tað er Jógvan Biskopstøð við einari installatión, sum samtalar við gamla meistar­ an. Í pyramiduni hjá Ingálvi av Reyni er okkara fíni myndahøggari Hans Pauli Olsen settur at samtala eisini við ein gamlan meistara. Harumframt er framsýningin broytt í nøkrum av teimum smáu rúmunum og í gongini. Størri pláss er fyri nøkrum verkum, til dømis hjá okkara serstaka listafólki Fridu Zachariasen úr Klaksvík, myndahøggaranum Janusi Kamban og Ruth Smith. Trygdin í hásæti Listasavnið hevur hetta sein­ asta árið gjørt fleiri broyt­ ingar, tá ið tað ræður um trygd. Luftútbúnaðurin er komin upp á pláss, soleiðis at myndirnar varðveitast betri. Vit hava eisini fingið okkara egna konservator, Dorthe Aggerholm, sum dagliga starvast á Fælleskon­ serveringen í Århus. Hon kannar verkini og tryggjar, at tey verða umvæld so við og við og verða viðfarin á besta hátt. Vit hava eisini sett upp sjóngá (sjónvarpseftirlit) fleiri staðni uttan fyri og inni á savninum. Orðið »Sjóngá« hevur savnið tikið stig til fyri at fáa eitt føroyskt heiti. Vit vendu okkum til Jóhan Hendrik Winther Poulsen professara, sum hevur skotið hetta heitið upp, og tað verður sett á skelti uttanfyri. Komandi ár eru fleiri bæði altjóða og føroyskar framsýningar á skránni. Í januar 2006 verður ein stór Mykines framsýning fyri at hátíðarhalda 100 ára føðingardag hansara, og verður her høvi at síggja tey mongu nýliga umvældu Mikines listaverkini. Seinni um várið verður millum annað ein altjóða framsýning í samstarvi við NIFCA, Nordisk Institut for Samtidskunst. Vit kunnu eisini avdúka, at vit næsta heyst fáa vitjan av einum av teimum heilt stóru nútíðarlistafólkunum í heiminum í dag. Vit bjóða okkara stóra og trúfasta skara av vitjandi væl­ komnum á jólavitjan í Lista­ savninum og minna á, at nú vit hava fingið lyftu í savnið, eru eisini fólk í koyristóli hjartaliga vælkomin. Upplatingartíðin í vetur er: týsdag til sunnudag kl. 14.00 til kl. 16.00. Skúlar, feløg og bólkar kunnu á telefon 313579 avtala at koma aðrar tíðir enn vanligu upplatingartíðina. Góðbitar í listasavninum undan jólunum Gaffa varpar ljós á Lenu