fríggjadagur 11. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 217 - 11. november 2005
Føðingar
30. oktober fekk
Marta hendan fitta
lítla beiggjan. Hann
vigaði 4340 gr og
var 53 cm langur.
Foreldrini eita Amy
Martinsdóttir Müller
og Eyðbjørn Thomsen
og vit búgva í Sumba.
Henda lítla diddan
var fødd 2. november,
Keypmannahavn. Hon
vigaði 3400 gr. og var
51 cm long. Foreldur
hennara eru Elsa
Bech og Archibald
Andreasen.
28. oktober fingu Katrin Hofgard Sørensen og Roy
Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long
og vigaði 3800 gr.
29. oktober fingu Gitte og Andras Lómstein, Toftum,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3750 gr.
30. oktober fingu Amy Martinsdóttir Müller og
Eyðbjørn Thomsen, Sumba, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 4340 gr.
3. november fingu Mirian og Lars Larsen, Toftum, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3450 gr.
4. november fingu Marjun Djurhuus og Eskil Vinther,
Selatrað, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3625 gr.
5. november fingu Mathilda K. Svøðstein, Klaksvík,
og Niclas F. Justinussen, Àrnafirði, eina dóttur. Hon
var 50 cm long og vigði 3250 gr.
Tann 5. nov. 2005 fingu Anna Malena Gilstón og Said
El Moustage, Keypmannahavn eina fitta dóttur, hon
vigaði 4828 gr. og var 57 cm long.
8. november fingu Rakul og Michael í Lágabø, Vági,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3334 gr.
8. november fingu Else og Hanus Sjúrðaberg, Leirvík,
eina dóttur. Hon var 45 cm long og vigaði 1955 gr.
9. november fingu Guðrun M. Johannesen og Dánjal
Petur Johansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm
long og vigaði 4840 gr.
9. november fingu Ata W. Høgnadóttir og Heini
Harryson í Århus ein son. Hann vigaði 3350 g og var
53 cm langur.
11. november fingu Lena Reinert og John Mikkelsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði
3000 gr.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað halgimenni
við hesum navni, men tað er komið við í danskar
álmanakkar frá 1725. Navnið er norrønt og er samansett
av gudsnavninum Tórur, og Ketil, sum merkir hattur
ella hjálmur.
13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborðin
maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum
Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð
hann tikin av døgum.
14. november. Fríðrikur. Hildið verður, at her verður
sipað til ein biskup í Utrecht, sum varð myrdur av
leigudrápsmonnum í 838. Keisarinnan Judita hevði sent
teir, av tí at Fríðrikur hevði roynt at fáa keisaran til at
skiljast frá henni. Navnið er tað upprunaliga gotiska
Fripareikes, og merkir friður og harri. Johan Henrik
Schrøter doyði hendan dagin í 1851.
Sunnudagin 13. november
hava Elinborg og Osmund
Joensen í Sandavági verið gift
í 50 ár.
Tey eru bæði uppvaksin í
Sandavági og hava búð har alt
sítt lív, burtursæð frá nøkrum
árum í Havn í sekstiárunum.
Mamma er elst av 6 systkjum,
og er dóttir Thor Nielsen,
Thor hjá Skómakaranum, og
Jóhonnu Simonsen, hjá Hans
uppi í Húsi. Thor var skipari
við m.ø. ”Doceu” sum hann
átti saman við brøðrunum
John og Zacharias Nielsen.
Hini systkini vóru Sverri (deyður), Hans Arne, Ella,
Marita í Skálavík (nú Glyvrar) og Høgni í Sørvági.
Pápi er eisini elstur av 4 systkjum, sonur Niels Joensen
úr Sandavági og Olgu Petersen úr Sørvági.
Hini systkini vóru Knút, Finn og Ingerð (deyð).
Tey gjørdust tíðliga móðurloysingar, tí Olga doyði av
nátasjúku, stutt eftir at Ingerð var fødd. Tá var pápi einans
7 ára gamal, og tey eru tí uppvaksin hjá fastrunum Siggu
Mariu og Martinu, ið báðar vóru ógiftar. Pápi var tó nógv
í húsinum hjá Eliesari og Stranda-Nicolinu, ið helt hús
hjá honum og børnum hansara, Elsu Amaliu, Sigvaldi
og Ludvíki. Hetta var mestsum hansara barnaheim, og
mangan góðan bita fekk pápi har í húsinum, og ofta
hava vit hoyrt um, tá hann slapp at súpa róman oman av
mjólkini hjá Gummu.
Sum ung genta var mamma í Klaksvík og lærdi at
seyma, og hetta hevur óivað komið henni væl við. Tí
alt sítt lív hevur henni dámað sera væl at fingist við alt
handarbeiði, bæði at binda og at brodera. Men serliga
hevur tað verið seymimaskinan, sum hon hevur havt
størstan tokka til.
Sum elst av 6 systkjum var óivað nógv at taka
hond í heima við hús. Kúgv var í hvørjum húsi tá á
døgum, og hóast tað var vanligt at hava arbeiðskonu
í skiparahúsunum, máttu tey eldru børnini sjálvandi
hjálpa til við teimum yngru systkjunum, eins og tey
máttu reka neytini, mjólka og so framvegis.
Óvist er um tað var hetta raska lyndið, ið var orsøk til,
at drongurin úr grannahúsunum bar fram bønarorð um
skiparadóttrina. Men hvussu var og ikki, so giftust tey
13.november í 1955 , og settu búgv Norði í Forunum tey
kalla, skamt frá kirkjuni. Tey fingu tríggjar synir, Osvald
og Egon, sum búgva í Havn og Jónsvein í Svendborg.
Tey fyrstu árini arbeiddi mamma í fiski í Sandavági,
kanska mest í Turkihúsinum hjá Zacharias Nielsen,
pápabeiggjanum.
Pápi var sjómaður og sigldi sum skipari við m.ø.
”Sjóløvuni”. Men eftir at hava verið á sjónum í 16
ár, mátti hann leggjast uppi vegna ryggskaða, og fara
til Havnar á Læraraskúla. Familjan búleikaðist so í
Klokkaragøtu í Havn, í kjallaranum hjá Torgerð og
Jógvan Jensen tey 4 árini útbúgvingin vardi.
Her kom seymikynstrið hjá mammu rættuliga at standa
sína roynd. Tí nú var eingin inntøka uttan tað, sum hon
kundi forvinna við seymimaskinuni. Hon var so heppin
at gerast seymikona hjá Skálabúðini í Havn, hagani
hon fekk klæðir og gardinur heim til hús at seyma ella
broyta. Hetta lá sera væl fyri, soleiðis at kunna arbeiða
heima, og kortini klára at forsyrgja familjuni. Tað var
heldur ikki sørt, at pápi sat við seymimaskinuna okkurt
kvøldið. Hesi árini í Havn seymaði mamma eisini hjá
Júst Lindberg skræddara í Villumsgøtu.
Tá útbúgingin var liðug í 1966, flutti familjan vestur
aftur til Sandavágs, og pápi fekk lærarastarv við skúlan
á Giljanesi. Tað kann kanska tykjast løgið, men besta
lærugrein hansara gjørdist týskt, hóast hann aldri hevði
havt týskt fyrrenn á Læraraskúlanum, sum tá helt til í
Gróthúsinum á Vaglinum. Týskt mál var eisini orsøkin
til, at hann eitt skifti var í Prien í Týsklandi á málskúla.
Tá familjan flutti vesturaftur, var farið í holt við
at smíðja loftið í húsunum. Tað hevur altíð ligið væl
fyri hjá honum at smíðja, og tað var skjótt, at hann
innrættaði alt loftið mestsum einsamallur. Eisini tá
íbúðin í kjallaranum hjá okkum varð gjørd í áttati
árunum, var hann fastur og fúsur.
Í 1966 var eisini brúk fyri seymikonum í Sandavági,
og mamma var í fleiri ár, saman við øðrum, seymikona
á Skinnvirkinum hjá Vilhelm Nielsen, ein annar av
pápabeiggjunum. Í dag høvdu hesar kvinnur verið
róptar ”designarar” ella sniðgevar, men tá vóru tær bara
seymikonur.
Eitt annað handarbeiði má eisini nevnast, og tað er tey
føroysku klæðini. Henda áhuga fekk hon frá mammu
síni Jóhonnu, sum dámdi væl at gera føroysk klæði,
kanska serliga mannfólkabúnan. Mamma hevur eisini
fingist við at gjørt føroysk klæði, um ikki í so stóran
mun sum omma.
Vit beiggjarnir við konum og hennara ommubørn,
sum nú eru 9 í tali, hava havt stóra gleði og nyttu av
teimum pløggum, sum eru komin úr hennara hond
millum ár og dag.
Á heysti 2003 hildu vit, at nú var seymingin løgd
á hillina, tí tá var mamma rakt av eini heilabløðing.
Men treisk sum altíð, hevur hon vunnið sær so nógvan
førleika aftur, og er so sjálvstøðug, at hon nú bæði
gongur til handils, bakar og mangt annað.
Síðan pápi í 1992 fór frá sum lærari, 65 ára gamal,
hevur hann dugað sera væl at fingist við ymiskt
handaligt arbeiði. Til dømis hevur hann bygt fleiri
modellskip, skorið út í træ og annað. Eisini hevur hann
gingið á telduskeið, og skrivimaskinan er langt síðan
skift út við farteldu, printara og skannara. Gamaní at
onkur søga hvørvur av og á, serliga í fyrstani, men tær
plaga at koma aftur í aftur, úr teldudýpinum.
Vit vilja á henda hátt ynskja tykkum hjartaliga tilukku
við gullbrúdleypsdegnum, og ynskja tykkum báðum
nógv góð ár framyvir og Guðs signing.
Osvald við familju
Gull-
brúdleyp