Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Michael David­sen, Æðuvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 9. november, 82 ára gamal. Knút Eiler Thorsvig, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 8. november, 61 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahús- kapellinum fríggjadag- in klokkan 18. Jarðar- ferðin verður úr Kirkju- garðskapellinum leygar- dagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Knút, kunnu lata Føroya Felag móti Krabba- meini eina gávu. Konto í peningastovnunum. Sólrun Holm, fødd Winther, í Havn, búsit- andi í Keypmannahavn andaðist 7. november, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 12. november klokkan 12 úr Samuels kirkjuni. Tey, sum vilja minnast Sólrun kunnu lata Sands kirkju eina gávu. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Mánadagin 14. november fyllir Jana Hoydal (f. Frick- mann) 60 ár. Jana hevur á mangan hátt gjørt vart við seg í okkara samfelag. Tað, sum eyðkennir Janu, er, at tað hon fæst við, gongur hon uppí við lív og sál. Og hon sigur sína hugsan týðiliga og greitt, gerst tað neyðugt. Jana er fødd í Glamsbjerg á Fjóni. Longu 15 ára gom- ul misti hon pápan, men mamman livir enn, og er 93 ára gomul. Jana gekk í frískúla í heim- býnum, og har varð góður grundvøllur lagdur undir allan víðari lærdóm. Eftir lokið realprógv, fór hon á posthús at arbeiða. Í 1967 átti hon sonin Jes, og seinni fór hon á studentaskeið og tók prógv í 1971. Jana hevur altíð verið sera ágrýtin og arbeiðssom .Hon hevur megnað at arbeitt, ansa børnum og heimi, og lisið - alt um eina leið. Jana giftist við Torleivi í 1970, og tey eiga Marjuna og Mass. Jana las til sosial- ráðgeva og tók prógv í 1974. Í lestrartíðini arbeiddi hon á bókasavni um kvøld- arnar. Fyrsta starvið sum sosialráðgevi var hjá Kerteminde kommunu, har hon var málsviðgeri. Har starvaðist hon til 1978, tá hon flutti við Torleivi og børnum til Føroya. Fyrsta starvið í Føroyum var sum vikarur í Tórshavnar Kommunuskúla, umframt røkti hon starvið á Ríkisumboðnum sum málsviðgeri í ættleiðing- armálum. Áhugin fyri lærarastarvinum gjørdist so stórur, at í 1981 fór Jana á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1985. Eitt yrki, sum hon hevur røkt til lítar, og seinastu árini hevur hon eisini verið skúlavegleiðari. Jana hevur altíð lagt dent á at verða fakliga væl fyri, og í 2000 tók hon BA- prógv í søgu . Kvinnumál hava altíð havt stóran áhuga hjá Janu, og hjartamál hennara hevur verið at tala søkina hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Jana var við á stovnandi fundi í1989, tá Kvinnuhúsfelagið varð stovnað. Hon gjørdist forkvinna í nevndini, sum fyrireikaði arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Har gekk hon á odda at gera bygnað fyri stovnin og at skipa virksemið í Kvinnu- húsinum við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Seinni kom Kvinnuhúsið á fíggjarlógina, takkað veri tí grundleggjandi arbeiði og teimum hagtølum, sum Jana hevði verið við til at savna ta fyrstu tíðina á Kreppumiðstøðini. Jana gavst, tá hon hevði verið í hesum arbeiði í 10 ár, fyri ikki at gerast ein ”instutión,” sum hon plagar at taka til. Men Kvinnuhúsið fyllir framvegis í tilveruni, og Jana er altíð til dystin fús sum sjálvboðin vakt, tá boð eru eftir henni. Vit fara at ynskja Janu hjartaliga til lukku við føð- ingardegnum. Ein eldsál fyllir 60 ár Diamantbrúdleyp Mánadagin 14. november hava Ketty og Magnus Hamrá Hósvík diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Gullbrúdleyp Leygardagin 12. november kunnu hjúnini John og Sonja Petersen, Trongisvágur, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum á Hotel Tórshavn í Havn. Sunnudagin 13. november hava hjúnini Elinborg og Osmund Joensen í Sandavági gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Mánadagin 14. november hava hjúnini Signa og Karstin Drenkstein í Klaksvík gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu. Brúdleyp Leygardagin 12. november kl. 14.00 giftast í Oyndar- fjarðar kirkju Sølvá Árnadóttir úr Oyndarfirði og Jóhan Vest av Sandi. Vælkomst verður kl. 21.00 á Hotel Føroyum. 80 ár Sunnudagin 13. november verður Niels Johannesen, Klaksvík, 80 ár. Føðingardagin verður Niels at hitta á Garðaveg 58 millum 14.00 til 18.00. 70 ár Leygardagin 12. november verður Hagbard Olsen 70 ár. Tey, sum vilja heilsa upp á Hagbard, eru vælkomin inn á gólvið hjá dótrini í Marknalíð 3 (leygardagin) millum kl. 10.00 og 14.00, har hann er at hitta. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, abbi, verpápi, sonur og bróður okkara Høgni Joensen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Tøkk til tey, sum vóru um Høgna, meðan hann var sjúkur. Tøkk til prest fyri troystarrík orð í kappelinum og kirkjuni. Tøkk til øll tey, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini, tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Somuleiðis tøkk til tann stóra skara, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, omma, langomma, vermamma og systir: Gunna Høgnesen Leirvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Somuleiðis verður takkað fyri gávurnar til Giljargarð. Familjunnar vegna Borghild, Óli og Høgni Lesið - so eru tit við