fríggjadagur 11. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 217 - 11. november 2005
Brúdleyp
Leygardagin 26. november giftast Molly Elisa Torbjørns
dóttir Jacobsen og Sjúrður Højgaard. Vígslan verður
í Skopunar kirkju kl. 15.00. Veitslan verður hildin í
Samljóð kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at
koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 361805,
361119, 582058, ella 447215 áðrenn 19. november.
Leygardagin 26. november kl. 15.00 giftast í Glyvra
kirkju, Doretha Hansen, Runavík og Karstin Joensen,
Klaksvík. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í
Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at
koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 448212,
456428 ella 220606 áðrenn 18. november.
Leygardagin 10.desember kl 14.00 giftast í Glyvra kirkju,
Bodil Simonsen, Saltangará, og Petur Súni Jacobsen,
Leirvík. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í
Leirvík kl 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at
koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf 443176,
448051 ella 225941 áðrenn 28.nov.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 10. desember kunnu hjúnini Malan og
Kristian Hansen í Nólsoy halda silvurbrúdleyp. Tey,
ið vilja gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf.
327112 ella 580273 áðrenn 1. desember. Byrjað verður
á Flakavirkinum við døgurða kl. 19.30.
Týsdagin 10. januar hava Anita og Tummas Pauli
Olsen, Syðrugøtu, silvurbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík 7. jan. kl. 19.00. Tey,
ið vilja gleða okkum við at koma í silvurbrúdleyp,
verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 441795 ella
213912 í seinasta lagi 14. des.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 3. desember hava Jolina og Gabriel Hansen,
Nólsoy, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja gleða okkum við at
koma, kunnu siga frá á tlf. 327011 ella 327150 innan
18. november og byrjað verður á Flakavirkinum við
døgurða kl. 19.00.
Sunnudagin 4. desember hava Karla og Elias Olsen,
Rituvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Sjó
kafeeini í Runavík, sunnudagin 4. des. kl. 18.00.
Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið við at koma í
gullbrúdleyp, kunnu siga frá á tlf. 449455, 448455 ella
263300, innan 27. nov.
Tann 4. desember hava Gertrud og Martin Gunnarstein
í Vági gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin á gistingar
húsinum í Øravík leygardagin tann 3. desember. Tey,
ið vilja halda dagin saman við gullbrúðarparinum,
kunnu siga frá á tlf. 373358 ella 373980 innan 20.
november.
Leygardagin 31. desember hava Sunneva og Henning
Johannesen á Argjum gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í Róðrarneystinum á Argjum fríggjadagin 30.
desember kl. 19.00. Tey, ið vilja gleðast saman við
okkum hetta kvøldið, verða biðin um at siga frá á tlf.
315005 ella 313269 áðrenn 1. desember.
90 ár
15. november verður Hjørdis Brønholm, dóttir Kvívíks
Tummas, 90 ár.
Adressan er: Ovengaden Neden vandet 53, 4. sal til
høgru, 1414 Keypmannahavn.
70 ár
Hósdagin 17. november verður Sólgerð á Rógvi Olsen
70 ár. Vælkomst verður leygardagin 19. november í
Fjørukrónni í Vestmanna frá kl. 18.00.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 Fax 341801 Fartelefon 216135
email: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
11. oktober 2005 hevði
Vinthor Durhuus í Havn
40 ára starvsdag hjá Føroya
Tele. Í hesum sambandi var
hátíðarhald í Klingruni í
Hoyvík fríggjadagin 11.
november.
Vinthor, sum er vest
menningur, arbeiddi hjá
elfelagnum SEV í Vest
manna, áðrenn hann flutti
til Havnar í 1964. Hann
arbeiddi eitt stutt skifti hjá
byggifelagnum Lamhauge
& Waagstein áðrenn hann
kom í starv hjá Telefon
verkinum. Hóast Vinthor
øll árini hevur starvast á
kaðaldeildini, er arbeiðið
nógv broytt, serliga tilfarið
í kaðalunum.
Fyrstu árini var alt tele
fonsamband innanoyggja
gjøgnum luftlinjur og
jørðkaðalar. Seinnu árini
hava ljósleiðarakaðalarnir
tikið meira yvir. Vinthor
var við til at skoyta fyrsta
ljósleiðarakaðalin í 1986.
Frá 19882003 var Vinthor
formaður á kaðaldeildini.
Hann er ein álitismaður,
ið altíð møtir væl upp og
gongur høgt upp í at alt er
væl úr hondum greitt.
Vinthor dámar væl før
oyskan dans, og var hann
við til at stovna dansifelagið
”Tøkum lætt”, har hann er
virkin limur.
Vinthor er giftur Britu,
f. Rasmussen, úr Havn.
Tey eiga tveir synir: Birni
og Jón, sum báðir búgva
í Havn. Abbabørnini eru
4 í tali, børnini hjá Birna
eru: Johanna, Annika og
Brita, og Jón eigur dóttrina,
Helenu.
Vinthor Durhuus, Tórshavn:
40 ára starvsdag
hjá Føroya Tele
Í
sambandi
við
eina
verkætlan hjá 9ð á Eyst
urskúlanum í Havn fingu
fýra næmingar í einum
arbeiðsbólki eitt 13tal fyri
eina verkætlan um dálking
Grundgevingarnar fyri
13talinum
vóru
m.a.
at
næmingarnir
høvdu
sett seg sera væl inn í
evnið, svaraðu nógvum
spurningum
og
høvdu
framúr góðan málburð. Í
bólkinum vóru Hans Han
sen,
Bartal
Henriksen,
Gunnar
Thomsen
og
Schønning Eysturoy.
Teir fýra næmingarnir
valdu evni “dálking”, tí
at teir hildu tað vera eitt
spennandi og aktuelt evni.
Dálking er nógv frammi
í fjølmiðlunum nú á døg
um.
Vit
hava
dálkað
sera illa, og nú fær hetta
avleiðingar. Føroyar eru ein
av heimsins mest dálkandi
tjóðum pr. íbúgva, og teir
í arbeiðsbólkinum settu
sær fyri at finna útav hvar
føroyingar dálkaðu mest, á
landi, í havinum ella í luft
ini, og um vit gera nakað
fyri at byrgja fyri hesi
ógvusligu dálking.
Teir vóru t.d. hjá el
felagnum SEV og fingu
góða hjálp frá Anders
NedergaardHansen, deild
arleiðara, eisini vóru teir
á Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni. Annars settu seg
væl inn í evnið við at leita
í bókum og á internetinum
eftir upplýsingum. Næming
arnir høvdu eina viku um
uppgávuna.
13-tal fyri verkætlan um dálking
Næmingarnir vóru sera væl nøgdir við at fáa eitt 13-tal fyri verkætlanina um dálking, f.v.: Bartal Henriksen, Gunnar Thomsen,
Hans Hansen og Schønning Eysturoy
Mynd: Jens Kristian Vang