Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 15 - Tankarnir hjá Kierke- gaard hava kanska ongantíð verið meir viðkomandi enn beint nú – ikki minst sum vitborið mótspæl til fundamentalistiska rákið í Føroyum seinnu árini, sigur Ólavur Rasmussen, sum í dag gevur út fyrstu føroysku bókina um Søren Kierkegaard Nýggj Bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í dag 11. november, júst 150 ár eftir at Søren Kierke­ gaard doyði, fáa vit fyrstu ferð høvi at lesa danska heimsspekingin á føroysk­ um. Tað er Ólavur Rasmus­ sen, prestur, sum hevur skrivað bókina Søren Kierke­ gaard, Antin Ella, har tank­ arnir hjá heimskenda heims­ spekinginum eisini verða lýstir í mun til føroyska trúarsøgu. Uppgerð við fundamentalismuna Tankarnir hjá Kierkegaard fevna víða, men fyrst av øll­ um er hansara kristna human­ isma ein endalig uppgerð við alla fundamentalismu og hóttanir um ein revsandi Gud. Í hesum sambandi nevnir Ólavur, at Kierke­ gaard sjálvur vaks upp í ein­ um strangt pietiskum heimi, har áhaldandi tosið hjá pápanum um ein tyktandi og revsandi Gud, fekk sannført ræðslusligna smádrongin um, at hann fór at brenna upp í helviti. Fyri tann vaksna Kierkegaard var ongin ivi um, at slíkar hóttanir eru størsta brotsverkið, foreldur kunnu fremja móti sínum børnum. Sambært Kierkegaard kann og skal tað einstaka menniskja bara umboða sín egna sannleika. Í tí liggur, at ongin kann siga øðrum, hvussu tey eiga at liva. Hetta treytar, at tað einstaka menn­ iskja góðtekur seg sjálvt, sum tað nú einaferð er og slítur tær leinkjur, skuldarkensla, svørt samvitska og angist heldur tí fast í. Ólavur vísir á, at hesir tankar førdu Kierkegaard víða um í menniskjasinninum og gjørdu hann til slóðbrótara í granskingini av dulvitinum, langt áðrenn Freud kom við sínum sálarfrøðiliga ástøði Kierkegaard í føroyskum kjaki Umframt at geva innlit í ein ómetaliga hugtakandi huga­ heim, metir Ólavur bókina ikki minst vera eitt hóskandi íkast til átrúnaðarliga kjakið í Føroyum í løtuni. Ólavur hevur fylgt hesum kjakinum gjølla og tekur tað sum týði­ liga ábending um, at føroy­ ingar eru við at vakna úr einum dvala. Eftir úrslitið av kirkjuráðsvalinum í vikuni er lítil ivi um, at føroyingar átrúnaðarliga ynskja at koma burtur úr myrku miðøldini, heldur hann. ­ So neyðugt og viðkom­ andi hetta kjakið er, slepst ikki undan, at støðið ofta hevur verið óvirðiliga lágt og karmarnir óvanliga trongir. Modernað menniskju hava framvegis tørv á at gruna yvir tilveruna og sam­ bandið við Gud, og við Kierkegaard fáa vit ein áhugaverdan møguleika at seta hesar tankar í eitt størri, meiningsfult høpi. Í bókini vísir Ólavur eisini á, hvussu Victor Danielsen beinleiðis brúkti tankarnar hjá Kierkegaaard í síni uppgerð við fólkakirkjuna, hóast munurin á teirra átrúnaðaligu sannføringum var rættiliga stórur. Í so máta kann bókin sigast at vera slóðbrótandi í mátanum, hon sær eitt beinleiðis samband millum heimsspekina hjá Kierkegaard og føroyska trúarsøgu. Bygnaðarliga er Søren Kierkegaard, Antin Ella skipað kring uppvøksturin hjá Kierkegaard og høvuðs­ hendingar í hansara lívi, meðan heimsspekin verður lýst við atliti til samtíðina og sett í mun til føroysk viðurskifti. Nýggir lesarar av Kierkegaard kunnu hósk­ andi byrja her, tí bókin treyt­ ar ongan kunnleika til kenda heimsspekingin framman­ undan. Símun Sámal á norskum Væl umtókta føroyska barna- bókin Símun Sámal eftir Martin Næs er nú týdd til norskt TýðiNg Søgan um fýra ára gamla Símun Sámal, sum býr á Hvítanesi, varð upprunaliga skrivað sum útvarpsleikur til Barna­ útvarpið í 1984. Eitt íslendskt forlag gav tá bókina út á føroyskum og íslendskum. Tað er norðmaðurin Lars Moa, sum nú hevur týtt bókina til norskt. Símun Sámal er triðja bókin, Lars Moa gevur út á norskum. Hin­ ar eru yrkingasøvnini Sting (Pentur) og Bruer av svoltne ord (Brúgvar av svongum orðum) eftir Jóanes Nielsen. Umframt Símun Sámal hevur Martin Næs skrivað tríggjar aðrar barnabøkur, yrkingasøvn, skaldsøgu, yrkisbókmentir umframt eina røð av týðingum. Í 1981 fekk hann Barna­ bókaheiðursløn Tórs­ havnar Býráðs og Bók­ mentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbók­ mentir í 1995. ave Martin Næs, Símun Sámal, Týtt: Lars Moa, Myndprýtt: Thora Sigurðardóttir, Snøfugl, 2005 Kierkegaard fyrstu ferð á føroyskum Nýggja bókin hjá Ólavi Rasmussen, presti, um Søren Kierkegaard er ognað “Øllum teimum tunglyntu, sum liva undir skriftannar oki” Lesið -so eru tit við!