fríggjadagur 11. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 217 - 11. november 2005
Árni Helmsdal
arnihelm@post.tele.dk
Eg var ikki meri enn kom
in inn um dyrnar á Odense
Congress Center fríggjadagin
4. november, fyrr enn
eg hoyrdi føroyskt mál í
kakofoniska prátlarminum.
Tað vóru tríggjar mammur og
ein stuðul, sum vóru komnar
niður á granskingarstevnu
um Down Syndrom – fyrsta
av slíkum slagi her í nánd.
Tað vóru Ása Hansen,
sum hevur 7 áru gomlu
Eyð, Jóhanna Andreasen,
sum hevur 4 ára gamla Róa,
Jóna Dahl, sum hevur 13 ára
gamla Torkil, og síðani var
tað Hanne Petersen, sum er
stuðul hjá Róa. So har stóðu
vit 4 føroysk mongolforeldur,
og løtu seinri kom Annelisa
Johansen av Strondum bú
sitandi í Hvidovre. Hon hev
ur dóttrina Anna sofie, sum
er 7 ár.Vit hava Asbjørn,
sum er 17.
Familjurnar hjá Eyð, Róa
og Torkil saman við einum
6 øðrum hava havt samband
við svenska professaran, Iréne
Johansson, í rættiliga langa tíð
um málmenning. Iréne hevur
gjørt ein málmenningarmáta
til menningartarnaði – serliga
fólk við Down.
Iréne Johansson hevur ver
ið tvær ferðir í Føroyum og
lagt familjunum lag á, og nú
kemur ein konsulentur tvær
ferðir um árið til Føroya.
Hendan málmenningar
skipanin verður nevnd “Karl
stad Modellið” og verður
eisini kallað eitt annað, sum
eg ikki fekk fatur í.
Granskingin hjá svenskar
unum vísir, at tað loysir seg
áhaldandi at íðka mál við
Down børnum, og at tað
ongantíð er ov tíðliga ella
ov seint.
IJ hevur gjørt ymiskt tilfar
til málíðkanina, og tað er m.a.
teksbøkur og arbeiðsbøkur
við einfaldum tekningum,
hesar litast og klippast út
og setast upp ymsastaðni
(t.d. á kuldaskápið). Tað er
týdningarmikið, at barnið
sjálvt er aktivt við teir 1530
minuttirnar dagligt. Stórur
partur av málmenningini
hjá Iréne er lagt upp sum
spøl – vanlig spøl og serlig
málspøl. Málið er, at barnið
kann føra erfaringarnar frá
málmenningini til ymsar
situatiónir í samanspæli við
onnur.
“Øll hava rætt til eitt mál”,
sigur Irene Johansson.
Tað var serliga Iréne
og hennara modell, sum
høvdu fingið hesar tríggjar
mammurnar og stuðulin at
koma til Odense hendan
fríggjadagin.
Vit samdust um at hittast
aftur seinri um dagin – so
kundi eg hoyra, hvat tær
høvdu fingið burturúr.
Fyri
einum
tveimum
árum síðani vann eg tvey
atgongumerki til “Rose Liv”
koncerntina, sum stuðlar
gransking innan sclerosu. Har
vóru nógv hundrað fólk, og í
tí sambandinum varð onkur
granskingarprísur latin. Eg
hugsað við mær sjálvum, at
slíkt kundi ikki, koma fyri
við Down Syndromi sum
yvirskrivt, tí størsta gransking
innan hetta økið, er hvussu
vit best sleppa frá at fáa fleiri
mongolar í samfelagnum.
Eg fór tó skeivur, tí LDS
(Landsfelagið Down(s) Syn
drom) hevði í sambandi við
5 ára dagin skipað fyri hesari
stevnu, og sum eitt serliga
uppmuntrandi trekk, so stóð
einki orð um fosturvatnsroyndir
og diagnostik í skránni.
Les meira á: HYPERLINK
„http://www.downssyndrom.
dk“ www.downssyndrom.dk
Umframt tað, sum er drigið
fram her í dag var m.a. nortið
við Down Syndrom og elli
– stórur partur av mongolum
fáa Alzheimers frá 35 ára
aldri. Ein pápi segði úti á
gongini: “Nú knokla vit
við at læra tey at lesa eitt
sindur og at siga nøkur orð,
og so gloyma tey alt aftur
frá tey eru 35”. Hetta er ein
rættiliga nýggjur vinkul, tí
áðrenn hjartaskurðviðgerð
gjørdust mongolar ikki so
gamlir, at td. Alzheimers
kom at gera um seg.
Tað var kanska tað ein
lækni hugsaði um, tá hann
spurdi okkum, um vit høvdu
hugsað tað gjølla ígjøgnum,
áðrenn vit avgjørdu at leggja
Asbjørn undir skurð sum 4
5 ára gamlan. Tað er vandi
í hvø rji vælferð, og hann
vaknaði rættiliga við aftan
á skurðviðgerðina. So mugu
vit taka tað við, um hann
skuldi fingið Alzheimers
um onnur 17 ár.
Dagurin byrjaði við
teimum báðum Morten og
Peter, sum fleiri ferðir hava
verið í TV2, og seinast sum
framsøgumenn í Dublin til
Olympisku leikirnar fyri
menningartarnað.
Peter tosaði um at hann
hevði prátað við Muhammed
Ali, Berti Ahern og Rosu
Kennedy, og Morten hevði
tosað við eina golfstjørnu.
Áhugavert at síggja
hvussu umfatandi uppgávur
tveir slíkir Downfýrar
kunnu klára, bert teir fáa
avbjóðingarnar.
Gott at fáa Downfólk
fram í ljósmála í hesum tíð
um, tá samfelagið helst vil
av við teir.
Apropos Kennedy, sum
oftani er nevnt í sambandi
við menningartarnaði, tí
familjan ger nógv fyri at
bøta um livivilkorini hjá m.a.
mongolum. Í København er
eitt J.F. Kennedy institut,
sum granskar í m.a. Down
Syndrom. Eg kundi hugsað
mær at fingið innlit í
brævaskiftið millum bólk
in aftan fyri instituttið og
Kennedyfamiljuna miðskeið
is í 60´unum í sambandi
við at sleppa at nýta navnið
J.F.Kennedy.
Spurningurin
er,
um
bólkurin hevur greitt rætt frá,
hvat hetta instituttið skuldi
fáast við, tí hesi 40 árini hevur
hetta stað verið oddafiskur inn
an fosturvatnsroyndir og aðra
gransking, sum liggur aftanyri,
at fáa so fá mongolbørn
sum møðugligt at koma
til verðina. Man katólska
Kennedyfamiljan, sum ikki
er so glað fyri fosturtøku,
hava fingið rætta frágreiðing
um virkið á instituttinum? (Eg
skal nokk siga tykkum frá, um
eg frætti meir...)
(Eg nýti við vilja orðini
Down syndrom og mongolar
eitt sindur hvørt um annað,
tí bæði orðini verða nýtt
av foreldrum og feløgum.
Tað sær út til, at foreldur
at “mongol”børnum undir
skúlaaldur tvíhalda um, at
tað skal eita Down Syndrom
– summi skoyta eitt s uppí.
Sama ger, eg elski Asbjørn,
um hann nú er mongol ella
downari (er tað tí hann er
eitt sindur dovnari enn hini
3 systkini?))..
So var Iréne á skránni við
fyrstu av fýra framløgum (eg
hoyrdi tvær)
Øll hava rætt
til eitt mál...
Í hesum innleiðandi fyri
lestrinum skitseraði hon
eitt søguligt yvirlit yvir
hugburð mótvegis menning
artarnaðum.
Áðrenn 20. øld og fyrst í
henni søgdu fólk, at málið
var viðføtt, og at vit einki
skuldu ella kunndu gera –
bert vatna tað sum blómur,
og so vaks upp hjá onkrum
og ikki hjá øðrum. Onkur
segði, at tað var sum ein svart
ur kassi við tveimum holum,
tað sum tú koyrdi inn, kom
útaftur. Barnið sjálvt hevði
»Einki loft yvir, hvat fólk við D
Tríggjar føroyskar mammur
vóru farnar til Danmarkar
á granskingarráðstevnu um
Down Syndrom