Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 17 onga ávirkan á tað, og um barnið ikki var komið so og so langt td. við 5 ára aldur, so var tað ov seint. Upp ígjøgnum øldina broytt­ ist hugburðurin fram ímóti at síggja, at barnið sjálvt hevði stóra handlikraft. Tað var har Iréne Johansson byrjaði sítt virki í 70´árunum: at málmenningin fer fram í dagliga umhvørvinum (oftani í familjuni), og at barnið sjálvt hevur alstóran týdning fyri úrslitið. IJ er nádd heilt langt við sínum “Karlstadmodelli”. Tú finnur tað á: HYPERLINK „http:// www.karlstadmodellen.se“ www.karlstadmodellen.se Butt: Øll hava rætt til ein seksualitet og tað hevur hann rætt í, tí seksualiteturin er nærum størsta gáva, vit hava fingið – og hví skullu menningar­ tarnaði ikki eisini sleppa at gleðast um hesa gávu? Jørgen Buttenschøn (Butt kallaður) er “The Grand Old Man” innan sexologi millum menningartarnaði. Tað var táverandi for­ sorgarleiðari, Bank Mikkelsen, sáli, sum segði við hann: “..sørg for at de (handicappede) får en seksualitet, hvis de har lyst..” Millum annað teirra gransking innan økið fekk ST at taka málið upp, og eitt pappír kom frá ST við heitinum: Somu møguleikar fyri brekað, og har stendur einastaðni: Ongantíð nokta brekaðum rætt til ein seksualitet Spruningurin er so, hvussu seksualiteturin skal livast út? Har sigur Butt, at tá samfelagið loyvir prostitutión, so skal stovnurin hjálpa tí brekaða til tann prostitueraða ella øvugt. Dugir tann brekaði ikki at onanera, so skal stovnsfólkið læra hann/hana at gera tað. Eg vænti, at hetta kann ger­ ast eitt punkt ella tvey á starvs­ fólkafundum kring landið. Hann segði, at tað ikki skuldi vera nakar trupulleiki hjá hjálparfólkinum at vita, hvussu tey skuldu gera, tí hann einaferð hevði spurt 4000 fólk um onani. 97% av kvinnunum og 100% av monnunum høvdu onanerað. Tú kanst lesa meira um hansara virki á www.but.dk Fakse Vandrerhjem Av tí at Asbjørn skjótt fyllir 17 og tí skal í onkra útbúgvin/ okkurt arbeiði, valdi eg at fara at lurta eftir teimum frá Fakse. Onkur lesari hevur kanska sæð nakað um hetta stað í sjónvarpi? Hetta varda arbeiðsplássið fungerar sum eitt vanligt vallaraheim undir Danhostel við 5000 yvirnáttandi gest­ um umárið. Har eru 18 pláss: 12 næmingar og 6 í føstum vardum arbeiði. Tey høvdu 2 motto: “Du lærer, når du handler.” Og “At give den enkelte ansvar”. Har vóru tvey ung menn­ ingartarnaði við, og tað var hugtakandi at síggja, hvussu nógv hesi megnaðu, tí tey høvdu fingið ábyrgd, og tey lærdu gjøgnum handling. Eg fekk góðan hug til at leggja leiðina fram við Fakse.... Best Buddies: Til hetta tiltakið vóru nógvir “bekymraðar” kvinni­ ligir pedagogar. “Hesa am­ erikonsku skipanina ber als ikki tal at hava her á leið” “Tey bæði ungu eru ikki á jøvnum føti, og hvat so aftan á eitt ár? – tá verður tann ungi downarin skuffaður.” Eg haldi ikki, at vit skullu verða so bangin fyri at geva okkara ungu “downarum” góð upplivilsi, og at tað er sera virðismikið, um eini 10 – 20 vanlig ung fólk í Før­ oyum vóru við í slíkari “Best buddies” skipan eitt ávíst tíðarskeið. Tað hevði verið sera virðismikið fyri báðar partar – ikki minst fyri tann “vanliga” unga, og sjálvt um viðkomandi bert bindur seg fyri eitt ár, so er eitt lívlangt vinarband knýtt. Netverkið hjá Irenu Tað var eitt upplivilsi at hoyra Irenu tosa um netverk, sum er ein týðandi partur av “Karlstad Modellinum”: nøkur fólk rundan um barnið binda seg til at vera (helst) netverk fyri lítla “downarin”. Irena fekk sjálv eitt ommu­ barn við Down Syndromi í februar í ár ella í fjør,og tá barnið var 4 dagar gamalt segði sonurin við mammu sína, at nú mátti hon fara undir at gera netverk fyr Gry, og 8 dagar seinri høvdu tey fyrsta netverksfundin. Nú eru útvið 30 fólk í net­ verkinum um hesa lítlu gentu, og 11 av teimum hava serligar ábyrgdaruppgávur, so sum at finna upp á nýggj spøl, læra nýggj tekin til at kommunikera við, vera kontaktpersónur bæði inn­ og úteftir osfr... Netverkið hittist ein tíma ein leygardag um mánaðin, og summi koyra nógvar kilometrar hvørja ferð. Tá eg hoyrdi eldsálina Irenu greiða frá netverkinum, bjóðaði tað nakað sum Ulla Bondo, sum fyri um leið 35 árum síðani fekk Idu. Ida gjørdist hennara projekt – hjúnarbandið for í fillir og ein partur av restini av familjuni eftir einari lið av hesum projektinum. Av hesum avgjørdu vit, tá vit fyri knøppum 17 árum síðani fingu Asbjørn, at hann ikki skuldi verða okkara projekt. Hann skuldi verða Asbjørn. Har vóru nógvar góð­ ar hugsanir hjá Irenu um netverk, og tað er týdn­ ingarmikið hjá familju og vinum at manna garð um tann menningartarnaða. Netverkið skal verða familjubaserað og loysa ymsar uppgávur fyri fam­ iljuna og barnið. Tað skal vera ein reaktión ímóti ekspertveldi og økja um kunnleikan hjá familjuni um mál, samanspæl, talu, seksualitet, bústað og ymsar aðrar spurningar, sum taka seg upp gjøgnum árini. Tað er týdningarmikið, at tey nærmastu seta sær fyri og taka ábyrgdina á seg at vera tey nærmastu hjá hesi familjuni við hesum barninum. Málmenning er ein lív­ lang proces, og tað er tí av týdningi, at netverkið endurnýggjar seg, so systk­ inabørn og kanska bróður­ børn koma upp í, tá abbar og ommur falla frá. Hvør persónur í netverkin­ um er lyklapersónur til hvør sína “arenu” (segði Iréne), sum viðkomandi so leiðir barnið ígjøgnum. Eg skilji væl, at hesar 4 kvinnurnar og 566 onnur høvdu leitað sær til Odense hendan dagin at hoyra Irenu, sum var á skránni allan dag­ in, tí hon var brennandi og íðin, sjálvt um hon ikki var nakar ársungi longur. Hon vil forloysa kreftir og gávur í hesum meningartarnaðu – hon vil beina burtur tað, ið tarnar teimum at mennast. Hon vil geva teimum eitt mál, sum kann leiða tey á mál. Um at vera øðrvísinni Norski sociologiprofessarin Per Solvang var spennandi og stuttligur at lurta eftir. Hann hevur einki hár á kroppinum (sjúkan eitur alopecia). Hann tók sína egnu søgu sum dømi um at vera øðrvísinni frá tí hann sum 12 ára gamal byrjaði at missa hárið og fór at ganga við parykki, til hann sum 23 ára gamal hoppaði úr tí skápinum. Td. nevndi hann, at frisørurin og dóttirin, sum livdi av at gera parykkar, argumenteraðu harðliga fyri, at hann framvegis átti at ganga við parykki. Hon lýsti fyri honum, hvussu ljótt tað var at ganga skallutur (húðin var blágrá á skallutum fólki í London, segði hon). Han reisti spurningin, um alt avvík skuldi normaliserast. Skullu deyv fyri alt í verðini leggjast undir skurð, so tey koma at hoyra? (so missa tey tann felagsskapsidentitetin, sum tey eru vaskin upp við). Skullu hyperaktiv fáa amfetaminviðgerð, sum ann­ ars er ólogligt at nýta? Tað normala er ikki altíð tað besta, tí tað er ein status í diagnosuni, og fólk hava ein identitet i handicappinum. Hann nevndi m.a. at fel­ agið av norskum feitum fólki sigur, at ikki fyrr enn yvirvekt verður definerað sum ein sjúka, fer samfelagið at taka tey í álvara. Diagnosan minkar kensluna av skuld og skam og gevur rættindi í vælferðarsamfelagnum. Hann hevur skrivað onkr­ ar bøkur, og tú kanst lesa meira um hendan øðrvísinni undirhaldandi mann á HYP­ ERLINK „http://www. persolvang.no“ www. persolvang.no Aftan á seinasta fyrilesturin hitti eg tær 4 aftur, og eg fekk eina viðmerking frá tveimum. Hanne Petersen hevði noterað: “Dejlig bekræftende belærende pos itivt idégivende gode indlæg” Hon var glað fyri, at hon kom til Odense, og hon kom ikki aftur sum av torvheiðum. Jóhanna Adreasen leveraði yvirskrivtina: “Einki loft yvir, hvat ein við Down Syndromi kann læra”. Aftan á hesar báðar við­ merkingarnar hildu Ása og Jóna fyri, at alt hetta snýr seg um, at vit broyta hugburð frá at hava ein vesalahugburð um hesi við Down Syndromi til at hugsa um tey sum kompetent við møðugleikum, sum kunnu fáast fram við venjing og við at geva teimum ábyrgd.. Eg kom heldur ikki aft­ ur sum av torvheiðum. Eg helt tað vera stuttligt og lívsjáttandi at ganga har millum 569 onnur, sum hava hjarta fyri børnum og vaksnum við Down Syndromi í einum samfelagi, sum í sparitíðum setur nógvar kreftir og stóra fígging av til at forða fyri, at hesi børn verða fødd. Down Syndromi kunnu læra« Eg kom heldur ikki aft­ur sum av t­orvheiðum. Eg helt­ t­að vera st­ut­t­ligt­ og lívsját­t­andi at­ ganga har millum 569 onnur, sum hava hjart­a fyri børnum og vaksnum við Down Syndromi í einum samfelagi, sum í sparit­íðum set­ur nógvar kreft­ir og st­óra fígging av t­il at­ forða fyri, at­ hesi børn verða fødd, skrivar Árni Helmsdal, sum er foreldur at­ barni við Down Syndromi