Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 217 - 11. november 2005 Eftir fleiri framúr væl eydnaðar steypafinalur, verður finalan í Fleyr- kappingini nú eisini leikt í Ítróttarhøllini á Hálsi FlogbóltsFinalur Jákup Mørk Vanligt hevur annars verið, at Fleyr-kappingin er avgreidd yvir eitt vikuskifti, men í ár varð gjørt av at royna nýggjan leist. Í finalunum er talan um dystir, har vinnararnir longu nú kunnu bíleggja sær pláss í sjálvari steypafinaluni, sum skal spælast næsta vár, og tí er einki at ivast í, at báðir partar leggja nógv fyri í royndunum at vinna. Og verður hugt at, hvussu fram úr væl eydnaðar fin- alurnar hava verið, síðani Flogbóltssambandið fór undir hesar fyri fimm árum síðani, so er tað mest sum eitt náttúrligt stig, sum nú verður tikið. Við altjóða føroyska dóm- arapartinum og Taraflex- gólvi verða karmarnir at spæla nærum eisini optimalir, og tí er lítið at ivast í, at talan eisini nú verður um tveir góðar dystir. SÍ debuterar Hjá kvinnunum verða tað tey bæði liðini, sum í løtuni royna at elta Dráttur, sum fara at spæla finaludystin. Hetta er sum so nakað, ið TB hevur roynt nakrar ferðir fyrr, og tó at liðið í ár ikki tykist heilt so sterkt, sum tað hevur verið, so borgar dygga ungdómsarbeiðið á Tvøroyri fyri eini ávísari góðsku. Og saman við Maiu og Marinu Popovic er talan tí um eina heild, sum kann vinna á einum og hvørjum liði í landinum. Mótstøðuliðið er SÍ, sum á kvinnusíðuni er púrasta nýtt í finaluhøpi. SÍ hevur seinnu árini fingið eina alt sterkari umboðan á manssíðuni, og nú tykjast kvinnurnar vera á heilt góðari leið eisini. Talan er um eitt ungt og spennandi lið, og leygardagin kann á sín hátt sigast at vera eitt slag av generalprøva hjá spælarunum. Klassisk mansfinala Hjá monnunum verður talan um gamla klassikaran, tá Fleyr og Mjølnir fara at dystast. Fleyr hevur í ár veruliga sveiggjað seg upp, og sum kappingin hevur háttað seg higartil, so eru teir favorittar, mest sum hvørja ferð teir fara á vøllin. Verður tosað um fólkið, sum mannar plássini, so er tó lítið at ivast í, at teir hjá Mjølni væl eru førir fyri at geva havnarliðnum heilt dygga mótstøðu. Enn hev- ur tað tó ikki riggað heilt so væl sum ætlað hjá klaks- víkingunum, men hinvegin kann júst ein slík finala væl verða høvið, sum fær spælararnar at lyfta seg. Og gera teir tað, so verður talan ivaleyst um eitt satt brak av eini mansfinalu. Nr. 217 • Fríggjadagur • 11. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin 12.11 14.30 Kyndil-Stjørnan Kári & Dánjal 12.11 15.00 VB-Tjaldur Rúni & Ragnar 13.11 14.30 StÍF-Tjaldur Rúni & Ragnar 13.11 15.00 VB-Søljan Eyðun & Andreas Atlantic Airways-kappingin 12.11 16.00 Kyndil-H71 Kári & Dánjal 13.11 16.00 KÍF-VÍF Hallur & Petur 13.11 16.00 StÍF-Neistin Rúni & Ragnar Flogbóltur FK-Kappingin, finalur Meistaradeild kvinnur 13.11 14.30 TB-SÍ Jan Hentze & Tummas Óli Mortensen Meistaradeild menn 13.11 16.30 Fleyr-Mjølnir Jan Hentze & Tummas Óli Mortensen Eftir at hava nýtt fyrsta árið til at fáa umsitingarlig og fíggjarlig viðurskifti í rættlag, tykist nýggja Vágaliðið nú satsa miðvíst upp á uppflyting FsV04 Jákup Mørk Tað tykist vera lítil ivi um, at kappingin um at vinna sær pláss í Formula-deildini verður í minsta lagi líka hørð komandi ár, sum hon var tað í ár. Sandoyingar hava tvey ár á rað tapt upp- og niðurflytingardystir, og ivaleyst vilja teir aftur medda móti oddinum í ár. Á Tvøroyri eru greiðar ætlanir um at venda skjótt aftur, og eisini á Argjum tykist oddatosið nú vera meira álvarsligt, enn tað nakran tíð hevur verið. Og hjá endurstovnaða FS Vágar, sum nú hevur 2004 sum eftirnavn, tykjast ætlan- irnar somuleiðis at vera púrasta greiðar. - Nú gjørdist júst lidna kappingarárið nóg so serligt fyri okkara viðkomandi, og tí var ikki so lætt at vera fult gearaður, staðfestir for- maðurin í felagnum, Albert Ari Thomassen. - Vit gjørdu undan árinum av, at hetta fyrst og fremst skuldi nýtast til at fáa umsitingarligu og fíggjarligu viðurskiftini í rættlag, og hetta hevur mest sum eydnast. Samstundis mettu vit, at vit vit ítróttarliga skuldu medda eftir topp-trý, og hetta kláraðu vit so eisini akkurát. - Tí eru vit sum heild væl nøgdir við árið, men tað skal ikki vera nakar ivi um, at vit ætla okkum upp í bestu deildina. Tað arbeiðið eru vit nú farnir meira miðvíst í holt við, og sjálvt um kappingin uttan iva verður hørð, so hava vit góðar vónir, staðfestir hann. Greiðar ætlanir um tilgongd Formaðurin vil tó enn ikki avdúka so øgiliga nógv, tá tosað verður um spælarar til komandi kappingarárið. Men hann váttar, at felagið hevur gjørt sáttmála við Rúna Elttør. Við hesum fær felagið ein hampuliga royndan fyrstu- deildarspælara, sum í løtum hevur prógvað, at hann er ein sera stinnur bakkur. Og megnar Bill McLeoud Jacobsen, sum aftur í ár skal venja vágamenninar at fáa tað besta úr spælarunum, er lítið at ivast í, at talan er um góða tilgongd. Hinvegin hevur felagið fyribils mist Ólav í Ólavs- stovu, sum aftur fer at royna seg í barndómsfelagnum, HB, eins og ivamál er, hvørt onkrir av teimum royndu spælarunum halda fram á hægsta støði. Sum skilst, so verður tó roknað við, at talan verður um tilgongd av fleiri nýggjum spælarum, men enn vil Albert Ari so ikki seta navn á, hvørjir hesir eru. Júst í hesum døgum held- ur felagið annars fyrsta føðingardagin. 8. november var eitt ár síðani, at nýggja FS Vágar varð stovnað, og um leygarkvøldið verður so eitt-ára føðingardagur hild- in, skilst. Nýggjar finalur á Hálsi Hjá monnum verður talan um gamla klassikaran, tá Mjølnir og Fleyr fara at dystast um fyrra finaluplássið til steypafinaluna Rúni Elttør verður Vágamaður Rúni Elttør hevur tey bæði seinnu árini spælt í ÍF, men í ár verður tað so við FS Vágum, at klaksvíkingurin fer at royna seg