Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 19 Adrian Newey hevur sniðgivið nakrar av bestu bilunum í formel 1 søguni, nú skal hann sniðgeva bilin hjá Red Bull Racing. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Adrian Newey, ið í formel 1 heiminum verður mettur at vera besti sniðgevi í nýggjari tíð, hevur skrivað sáttmála við Red Bull Racing og fer sostatt frá McLaren Mercedes. Hetta er eitt risaframstig hjá Red Bull. Tí teir bilarnir, ið Newey sniðgevur, berjast altíð um meistaraheitið. Í árunum 1991-2004 vóru tað einans bilar, ið vóru teknaðir antin av Newey ella Bennetton og Ferrari sniðgevanum Rory Byrne, ið vunnu meistaraheitið í formel 1. Hann kom til Williams liðið í 1990 og sniðgav fantastiska Williams bilin, ið gjørdi Nigel Mansell, Alain Prost, Damon Hill og Jaques Villeneuve til heimsmeistarar í tíðarskeiðinum 1991- 1997. Hann flutti síðan til McLaren, har hann tvær ferðir sniðgav bilin, ið gjørdi Mika Hakkinen heimsmeistara. Newey hev- ur seinastu árini luttikið alsamt minnið í sjálvari snið- gevingini hjá McLaren. Men hetta broyttist í ár, tá hann aftur teknaði McLaren bilin. Hóast McLaren gjørdust ov stuttir í bæði lið- og koyrara- meistaraheitinum, var uttan iva talan um skjótasta bilin í ár, við einum sera svikaligum motori. Samanlagt hava bilar, ið Newey hevur sniðgivið í árunum 1991-2005 vunnið 100 sigrar, 59 fyri Williams og 41 fyri McLaren. Í 2001 var Newey um reppið at skifta arbeiðsgevara til Jaguar. Hann skrivaði enntá sáttmála við liðið, men McLaren lokkaði hann at verða verandi. Síðan tá hevur Jaguar selt liðið, ið nú eitur Red Bull Racing. Í Red Bull skal Newey aftur arbeiða saman við David Coulthard, ið hann hevur arbeitt saman við bæði hjá Williams og McLaren. Coulthard verður mettur, sum ein framúr góður menningarkoyrari, og ein av høvuðsorsøkunum til, at Red Bull bilurin var so kappingarførur í ár. Newey byrjar hjá Red Bull í februar 2006 og verð- ur sostatt ikki við í snið- gevingini av bilinum í 2006. Spurningurin er so, í hvussu stóran mun hann luttekur í sniðgevingini av McLaren bilinum til 2006, Newey er ein kapasitetur, ið er trupul at seta á beinkin. VB skal vinna seg aftur Stigamunurin er vorðin nakað stórur hjá VB, sum nú fer í holt við at vinna hini liðini aftur í dystartali SunSet-kappingin Jákup Mørk Fýra dystir verða spældir í bestu kvinnudeildini um vikuskiftini, og í tveimum av hesum er tað VB, sum skal í eldin. Støðan á stigatalvuni er kanska nakað misvísandi fyri VB, tí hóast tær bara hava tapt ein dyst, so er dystartalið nógv lægri enn hjá hinum liðunum, og tí røkkur hetta bara til eina støðu miðskeiðis í røðini. Men hetta vilja VB- kvinnurnar uttan iva broyta um vikuskiftið, har tær hava tveir dystir, sum á pappírinum líkjast avgreiðsluspurningum. Móti Tjaldri kann talan tó gerast um eina »tricky« uppgávu, nú runavíkingar hava styrkt um liðið, og í so máta er talan her eisini um góða styrkisroynd. Sunnudagin er tað so Søljan, sum kemur á vitjan, og sum dystirnir hava verið higartil í ár, so skuldi talan her verði um tryggan heimasigur. Tjaldur skal eisini royna seg tvær ferðir, tí sunnudagin vitja tær á Skála. Enn hevur Tjaldur ikki fingið stig á kontina, men her er í øllum førum ein av dystunum, har møguleikin fyri slíkum skuldi verið til staðar. Og uttan iva fara tær gulu eisini at medda eftir øllum stigunum. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Havn, har Stjørnan kemur á vitjan hjá Kyndli. Enn hevur einki av hinum liðunum staðið klaksvíks- kvinnunum kurl, og hóast Kyndil hevur ment seg nógv í ár, so man tað tó vera sera ivasamt, hvørt tær megna at taka við sær úr hesi uppgerðini. Kyndil og H71 hava higartil verið liðini, sum mesta hondbóltstosið verður um. Leygardagin bresta tey saman í veruligari toppuppgerð atlantic airwayS- kappingin Jákup Mørk Fyrri dysturin millum liðini í ár endaði við javnleiki, og uttan iva vóru tað hoy- víkingarnir, sum vóru betri nøgdir um tað úrslitið. Fram til seinastu minuttirnar høvdu teir grønu tá nevnliga eina trygga leiðslu, men sum so ofta fyrr, so megnaðu hoy- víkingarnir at vinna Kyndli nakrar neisur. Og einki er at ivast í, at tað aftur er ætlanin leygardagin. H71 hevur í ár víst seg sum ein av teimum heilt seriøsu biðlunum til oddasessin, og avrikini higartil hava veruliga borið boð um, at liðið fer at blanda seg í oddin. Tann sessurin hoyrir tó enn heima hjá Kyndli, sum burtursæð frá fyrsta javnleikinum hevur fingið fulla úrtøku í sínum dystum. Tað hevur millum annað havt við sær, at Kyndil í løtuni er tvey stig undan H71, og so er spurningurin, hvørt tað skal eydnast hoyvíkingunum at javna hendan munin. Í hinum báðum dystunum um vikuskiftið er talan um greiðar favorittar. StÍF fekk av at vita frá Neistanum í fyrsta dystinum á árinum, men fyri tað nógva mundi hetta vera tekin um vanliga sløva startin hjá StÍF. Seinnu umførini eru teir komnir alt betri við, og móti einum Neistaliði, sum tykist hava lítið at bjóða í ár, skuldi møguleikin so avgjørt verið fyri tveimum tryggum stigum. Tað skuldi tað eisini verið hjá VÍF, sum fer á vitjan hjá KÍF. Kollfirðingar hava annars ofta argað vestmenn- ingarnar, men fyribils tykist munurin á liðunum at vera somikið stórur, at talan skuldi kunna verðið um tryggan sigur til teir gulu. Adrian Newey (t.v.) sniðgav bilarnar, ið Mika Hakkinen (t.h.) gjørdist tvífaldur heimsmeistari í (Scanpix Danmark) Besti formel 1 sniðgevin skiftir arbeiðsgevara Toppdystur á Hálsi Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 7 7 - 0 - 0 212 124 88 14 2 Neistin 8 6 - 0 - 2 215 158 57 12 3 Kyndil 7 5 - 0 - 2 156 155 1 10 4 VÍF 9 4 - 0 - 5 221 215 6 8 5 VB 4 3 - 0 - 1 96 76 20 6 6 StÍF 7 2 - 0 - 5 155 181 -26 4 7 Søljan 7 1 - 0 - 6 125 185 -60 2 8 Tjaldur 7 0 - 0 - 7 114 200 -86 0 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kyndil 6 5 - 1 - 0 174 144 30 11 2 H71 6 4 - 1 - 1 190 146 44 9 3 VÍF 6 3 - 0 - 3 174 175 -1 6 4 StÍF 6 3 - 0 - 3 148 160 -12 6 5 Neistin 6 1 - 0 - 5 158 188 -30 2 6 KÍF 6 1 - 0 - 5 142 173 -31 2 Jakob Jónsson er ein av lyklaspælarunum, nú H71 meddar móti oddinum. Leygardagin skal hann royna seg móti gomlu liðfeløgunum úr Kyndli