fríggjadagur 11. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 217 - 11. november 2005
Kristian Blak og
manningin í Ygg
drasil hava júst
lagt síðstu hond
á upptøkurnar
til 8. fløguna hjá
Yggdrasil. Bólkurin
er óivað ein hin
virknasti, tá tað
snýr seg um at
umboða føroyskan
tónleik í útlondum,
og talið á fløgum
ber eisini boð um
stór skapanarevni.
Og stuttligt við
Yggdrasil er, at ein
grundstamma er,
men greinar koma
og fara, tí manningin
er ikki altíð júst hin
sama, men hevur
skift síðani byrjanina
í 1981
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í 1981 framførdi ein
bólkur við Kristiani Blak
á odda tónleik, ið settur
var til yrking eftir William
Heinesen. Hetta var spírin,
ið gjørdist til bólkin
Yggdrasil, ið hevur navn
eftir heimstrænum í norð
urlendsku guðalæruni.
Og júst tað, at navnið er eftir
heimstrænum, er hóskandi.
Tað er neyvan nakar bólkur,
ið er so virkin, tá tað kemur
til at ferðast og framføra.
Tað snýr seg um konsertir
her heima í Føroyum, men
sanniliga eisini úti í heimi,
har konsertskráin hevur
verið stór, tó at øll kanska
ikki hava givið sær far um
hesar undangongumenn, ið
ferðast út í heim í heilum
við føroyskum tónleiki í
skjáttuni.
Av sonnum ein heimsum
fatandi bólkur, ið eisini kann
bólkast undir tað, ið verður
nevnt world music. Men
mest verður tónleikurin hjá
bólkinum tó róptur jazzur
ella etniskur tónleikur, ið
hevur rót í føroyskum sangi
og tónleiki.
Og manningin hevur enn
tá eisini verið eitt slag av
heimsblandi, tí ofta hevur
onkur útlendskur tónleikari
verið partur av mannigini.
Spírar við bløðum
- nótabløðum
Og gamla træið frá 1981
spírar enn og tykist ikki
merkja aldur, men enn
spretta nýggj bløð –
nótabløð.
Í vikuni legði manningin
síðstu hond á 8. fløguna hjá
bólkinum Yggdrasil.
Bólkurin hevur sum nevnt
havt fleiri manningar. Bólk
urin hevur í fleiri ár verið
á ferð við Eivør Pálsdóttir
sum sangara. Nú er bólkurin
á ferð við Kára Sverrisson
sum sangara. Hóast henda
manning hevur spælt og
ferðast í 3 ár nú, so er hetta
fyrsta upptøka við hesi
manning.
Og tað eru Kristian
Blak og Kári, ið hava
gjørt tónleikin, sum er á
nýggju fløguni.Verkini hjá
Kristiani eru tey verk, ið
hann gjørdi til framførslu,
tá Vágatunnilin varð tikin í
nýtslu. Kristian er jú kendur
fyri sínar grottukonsertir.
Talan er um fimm verk.
Kári Sverrison hevur so
onnur fimm verk við.
Fløgan skal ljóðblandast
í desember og kemur
væntandi út í vár.
Manningin á fløguni er
Kristian Blak, tangentar,
Mikal Blak, bass, Brandur
Jacobsen, trummur, Heðin
Z. Davidsen, guitar, Kári
Sverrisson, guitar og sang
og Villu Veski (Fin.),
soxofon.
25 ár
Tað eru komandi ár 25 ár,
síðani fyrsti spírin til bólkin
Yggdrasil sá dagsins ljós.
Og tað er ikki minst í hesum
sambandi, at bólkurin gevur
fløgu út. Men sjálvandi
eru eisini framførslur á
skránni.
Enn merkist ikki aldur
á Yggdrasil, men tónleik
ararnir eru virknir innan
mangar tónleikagreinar. Og
Yggdrasil breiðir seg kring
heimin. Ferðast verður víða
og heimstónleikurin frá
bólkinum við navni eftir
heimstrænum breiðir seg
kring heimin.
Upptøkurnar eru lidnar
og komandi ár er enn ein
fløga á handilshillunum.
Enn ein krúna er sett á
verkið – heimstræið.
Heimstræið Yggdrasil
blómar enn
Fróðskaparsetur Føroya:
Fyrstu
bachelor
prógvini í
føroyskum
Hósdagin 10. november
2005 fingu teir fyrstu
sjey studentarnir handað
bachelorprógv (B.A.prógv)
í føroyskum eftir lestur á
Føroyamálsdeildini.
Próvtøkan endaði við eini
B.A.ritgerð. Tey sjey hava
skrivað ritgerðir um evni
sum bókmentir í bundnum
og óbundnum máli, sjónleik,
føroysk bygdamál og fólka
navnafrøði. Handanin var á
Føroyamálsdeildini.
Prógvhandanin byrjaði við
at megindeildarformaðurin,
Eivind Weyhe, beyð
vælkomin og greiddi frá, at
eftir at lesturin á Føroyamáls
deildini varð umskipaður,
soleiðis ið hann nú er
skipaður sum eitt 3ára B.A.
nám og í framhaldi av tí við
einum 2ára M.A.námi,
fingu í dag 7 teir fyrstu
studentarnir prógv handað.
Síðan
bað
Eivind
studentarnar koma upp, men
segði hann, ein hevði verið
kvikari enn hinir og hevði
longu fingið prógvið handað,
men hann vildi kortini biðja
hana koma upp. Síðani bað
hann Victoriu Absalonsen
av Viðareiði koma upp og
ynskti henni til lukku við
próvnum.
Føroyamálsdeildin vil
kortini gera vart við at 3
studentar, sum hava lisið
høvuðsgrein eftir teirri
gomlu skipanini og hava
tikið nóg nógv til at tað
javnvigar við B.A., hava
fingið góðskrivað tað sum
B.A.prógv.
Aftasta rað f.v.: Hedvig
Westerlund-Kapnas, Victoria
Absalonsen, Katrin Reinert og
Helena á Løgmansbø. Fremra
rað f.v.: Ásleyg Johannessen,
Mortan Ólason Vang og
Jóhanna Margreta Knudsen
Mynd: Jens Kristian Vang