fríggjadagur 11. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fløguummæli
Rókur Jákupsson
Jakobsen
Rokur@sosialurin.fo
Minimalisma:
Petur borðreiðir
við eini kolsvartari
debut. Huglagið á
fløguni er kalt, myrkt,
einsamalt og dapurt.
Tónleikurin er einfaldur
og kompositiónirnar
eru gjøgnumgangandi
grundaðar á nakrar
fáar akkordir, sum eru
á rundferð, og yvir
hesar leggur Petur lítlar
einfaldar melodiir. Hetta gevur
Peturi rásarúm til at syngja,
rappa og nynna sínar myrku
yrkingar. Hetta - at tónleikurin er
so einfaldur - gevur áhoyrarunum
eina fatan av, at fløgan er sera
stílrein. Kanska kann tað til tíðir
gerast nakað keðiligt, tí løgini
líkjast rættiligt nógv hvørjum
øðrum - í øllum førum tær fyrstu
ferðirnar eg hoyrdi fløguna.
Men tað gevur áhoyrarunum
ein spenning at fylgja við teim-
um smáu varriatióninum í
melodiunum og akkordinum, so
hetta (eg rópi tað) minimalistiska
prinsippið riggar væl. Grundin
til at tað riggar so væl, skal nokk
eisini tillutast “the grand old
man” Óla Poulsen. Hann hevur
givið fløguni eina fyllu, sum eg
rokni við, er altavgerandi fyri
dygdina á fløguni.
Tað tykist sum er felags-
nevnarin fyri tónleikin orðið
“lítið”. Fyri mær ljóðar tað,
sum spæla allir tónleikararnir
so lítið sum gjørligt, uttan tá
ið okkurt veruliga skal henda.
Hetta tykist smakfult og sterkt.
Næstan øll løgini koma sníkjandi
út ígjøgnum hátalararnar, og er
hetta symptomatiskt fyri mátan,
teir spæla uppá. Tónleikararnir
spæla sera atmosferiskt og skapa
ein intensan alheim til tónleikin;
ein alheimur sum sprettir og
blómar rundan um Petursa rødd.
Sorgblídni og
dramatiskar yrkingar
Til tann sum ikki visti tað: Petur
Pólson er ein framúrskarandi
yrkjari. Hansara málburður er
vakur og tungur. Tekstliga tykist
tað sum um Petur yrkir nógv um
at nerta ektaðar heitar kenslur;
ein longsul eftir kærleika og
nærleika. Tað svarta og tað
hvíta. Líkasæla og viðkoma. Lív
og deyði. Neyð og tryggleika.
Mótsetningar verða stillaðir upp
í yrkingum hansara, og hetta
hóskar sera væl til dramatiska
tónleikin.
Sostatt hevur Petur ein frálíkan
platform til at leggja sína djúpu,
karakteristisku og næstan
teatralsku rødd útyvir kollagina.
Ongin skal pástanda at Petur
er ein sangari, sum til fulnar
meistrar tann tekniska partin av
fakinum. Helst er hetta er heldur
ikki hansara ambitión. Hann
leitar eftir einum listarligum
máta at vísa sítt sinnalag, og
tað klárar hann eisini sera væl.
Hansara tónalag og sinnalag
manifesterar, at hann hevur so
heilt ótrúliga nógv uppá hjarta.
Røddin vísir okkum, at Petur
veruliga meinar tað sum hann
sigur, og tað er eitt avgjørt pluss
í tónleikaligi upplivingina av
fløguni.
Tó haldi eg, at røddin onkuntíð
gerst meiri fjákut enn dramatisk,
tá ið Petur kroystur seg ov langt
niður. Tá ið innlivingin og
tulkingin verður skumpað til viks
fyri at fáa tann djúpasta tónan
at raka so nøkulunda, missir
tað rættiliga fitt av trúvirði. Eitt
nú haldi eg, at tað er lemjandi
fyri annars so frálíka lagið
“Ekkó”, at Petur kroystir røddini
niðurum sína sangbaru barrieru
í versunum. Lagið Ekkó man
annars verða ein heilsan til gamla
meistarin Leohnard Cohen. Ekkó
er samstundis eitt gott boð uppá
eitt komandi hit á fløguni.
“Úr dýpinum” er eitt ófatiliga
vakurt og væl produserað lag.
Her hoyra vit nakrar fantastiskar
ljóðsnildir í rappinum hjá Petur.
Tað er rættiliga generelt fyri fløg-
una, at vit hoyra nógvar frálíkar
ljóðkollagir, sum veruliga
lyfta tónleikin upp á eitt stig,
sum sjáldan verður rokkið við
føroyskum útgávum. Tónleikurin,
ja, fløgan, er eitt framúr gott
handverk, sum Petur skal vera
sera errin av.
“Eyma Sál” er ein undarlig
samantvinnan av Petursa
svarta huglagið og tí elligomlu
føroysku sangtraditiónini. Kári
Sverrisson syngur fagurt og
inniligt við á lagnum, og eisini
tílíkar gestaframførslur geva
tónleikinum nøkur heilt onnur
amboð, soleiðis at tú sum lurtari
alla tíð situr spentur
og bíðar eftir næsta
leikinum.
Røtur
Fløgan er vøkur í síni
tragisku tilveru. Tú situr
alla tíð við eini kenslu
av, at menniskjan er veik
og ófullfíggja, tá ið tú
livur teg inn í Petursa
heim. Kuldin, neyðin,
deyðin, longsulin tykist
at liggja frammaliga í
mínum huga, tá ið fløgan
buldrar framvið.
Eisini er eitt stuttligt
innslag við Símum
úr Konoy lagnum
“Timburmenn”. Her syngja
mætir menn sum Niels Arge
Galán og Sámal Ravnsfjall
saman við Petur. Hetta riggar
stak, stak, stak væl, og er enn eitt
boð uppá eitt komandi hit. Men
vit mugu ikki gloyma Guðrið
Hansen. Hon syngur m.a. við á
lagnum Ekkó, og her hava vit eitt
stórt talent. Guðrið hevur verið
rættiliga nógv frammi í ár sum
tónleikari, og tað er gleðiligt at
hoyra, hvussu nógv hon hevur
tikið seg fram seinasta árið.
Samanumtikið má sigast at
fløgan er eitt “must” hjá teimum
ið fylgja við føroyskum tónleiki.
Tað skuldi verið ótrúligt um
fløgan ikki gjørdist ein dundrandi
succes, tí hon er millum tær heilt
góðu fløgurnar sum eru komnar
út tey seinnu árini.
Eg gleðist um at Petur aftur
aktivt hevur blandað seg í tón-
leikalívið her heima, eftir at hann
hevur verið í eksil í nøkur ár.
Nr. 217 • fríggjadagur • 11. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Prodúsari: Bogi á Lakjuni við Eiler Hansen og Petur
Pólson
Útgevari: Tutl
Ljóðbland: Óli Poulsen
Petur Pólson; sang, gittar, rhodes
Eiler Hansen; gittar, mandolin
Knút H. Eysturstein; ljómborð, rhodes, gittar
Bogi á Lakjuni; gittar, ljómborð
Niels Jákup í Jógvansstovu; Bass
Uni Árting: Trummur
Petur Pólson / Koma
Myrk Debut
Petur Pólson hevur útgivið eina frálíka útgávu, sum er merkt av myrkum og køldum sinnalagi. Fløgan
er meistaraliga produserað, og eitt must hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum rokktónleiki