fríggjadagur 11. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 217 - 11. november 2005
Ferðaminni ‒ Fyrri
partur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við føroyska fótbóltslandsliðnum
til Jerusalem. At síggja heilaga
og søguríka býin, sum í so
nógvar mátar hevur verið ein
stórur faktorur í søguskrivingini
hjá dagsins samfelag.
Tað var snøgt sagt ein møgu
leiki, sum var ov góður til at
lata fara framvið, og tí varð
frávik eisini gjørt í vanliga
gerandisdegnum hjá miðlunum á
hesum ferðum. Pennur, blokkur
og telda varð lagt til viks, so
skjótt sum venjingin hendan
fyrrapartin var av, og so var bara
at fara í bussin. Skrivingin til
morgindagsins blað mátti bíða
til einaferð á kvøldi, tá vit skulu
koma aftur úr Jerusalem.
Bíblian er ein gomul bók
Væl upplagdi ferðaleiðarin á
ferðini var Rafi, sum annars
hevði verið bilførari hjá FSF
bossunum á ferðini. Upp á sín
serstaka hátt sum oftani eisini
var skemtiligur greiddi væl og
virðiliga frá tí mesta, sum var at
síggja á leiðini.
Úr TelAviv varð koyrt eftir
aldargamla høvuðsvegnum,
sum gjøgnum stóran part
av mannaættini hevur havt
ein ovurstóran týdning fyri
handilsvinnuna. Sum bindiliður
millum tríggjar heimspartar
kundi strategiski týdningurin av
Høvuðsvegi 1 neyvan yvirmetast,
og tó nógvir og harðir bardagar
hava verið førdir um heilaga
staðin, so tykist fatanin av hesum
millum ísraelsbúgvar ikki at
vera heilt so gudfrøðilig, sum
hon ofta tykist fyri umheimin.
Har er boðskapurin í øllum
førum, at valdið á Heilaga
býnum í nógvar mátar hevur
verið undanførsla fyri bardøg
unum. Og at hesir í nógvum
førum bert hava havt valdið á
týdningarmiklu farleiðini sum
endamál.
Søguligu støðini á ferðini
til Jerusalem eru eisini nógv
í tali, tá koyrt verður eftir
gomlu farleiðini. At koyra eftir
víddunum, har Gud leiddi Móses
og ísraelsmenn á teirra leitan eftir
lovaða landinum fær ikki annað
enn givið eina serstaka kenslu. At
tað so ikki var samsvar millum
tað, sum heilaga bókin sigur um
deyða Móses og tað, sum Rafi
segði liggja til jødisku trúnna,
var so eitt annað mál.
Í mósebókunum verður stað
fest, at Móses varð jarðaður
á Móabsslættanum, eftir at
Gud hevði latið hann skoðað
heilaga landið. Grøvn hansara er
ongantíð funnin, og tað var júst
hetta faktum, sum hevur fingið
Rafi og aðrar ísraelsmenn at
hava eina heldur øðrvísi støðu til
júst hetta málið.
Tað er meira sannlíkt, at
Móses varð førdur beinleiðis til
himmals. Ella at grøv hansara
liggur onkra heilt aðrastaðni.
Var hann grivin her á staðnum,
so høvdu vit langt siðani
funnið grøv hansara, men hóast
óteljandi royndir hava verið
gjørdar, so er hetta ongantíð hent.
Og tó at onkur í ferðalagnum
hevði hug at mótmæla hesum
postulatinum við skriftina, so var
Rafi ikki at vika.
Sjálvandi er bíblian í nógvar
mátar grundarlagið undir
okkara trúgv. Men fyri tað er
ikki víst, at hvør tann einasti
bókstavurin í bókini er sannur.
Tit skulu minnast til, at hetta er
ein bók, sum í nógvum førum
er skrivað fleiri hundrað ár eftir,
at hendingarnar fóru fram. Og
tí er ikki óhugsandi, at nøkur
frávik hava verið í frásøgnunum
gjøgnum ymsu ættarliðini,
ljóðaði sannførda frágreiðingin.
Kommersiellur
kristindómur
Býurin, Jerusalem, er sum
so býttur upp í tveir partar.
Fólkavøksturin seinastu góðu
2.000 árini hevur eisini verið
stórur her, og tey 700.000 fólkini,
sum í dag búleikast í Jerusalem
rúmast ikki øll innan fyri gomlu
býarmúrarnar.
Nýggjara partin av býnum,
har millum annað Knesset
sæst, var tí ikki nakað, sum
vit høvdu stórvegis stundir at
síggja. Ikki meira enn ein skjót
gjøgnumgongd frá Rafi, meðan
bussurin koyrdi móti gomlu
býarmúrunum. Hesir hava sjey
portur, har sleppast kann inn,
og okkara ferðalag varð ført
gjøgnum sonevnda Jaffaportrið.
At trygdin er í hásæti, var
kanska ikki altíð eins sjónligt
í Ísrael sammett við ta fatan,
sum umheimurin oftast fær av
landinum. Men innan heilagu
múrarnar var eingin slingur í
valsinum. Tað kom tó okkum
til góðar, at vit hesa ferð vóru
partur av landsliðshópinum, tí
í øllum førum vórðu vit lætt og
elegant leiddur uttan um allar
vaktarskipanirnar á staðnum.
At kalla upplivingina innan
gomlu múrarnar fyri eitt vónbrot,
hevði helst verið at tikið dekan
ov rívan til. Men hóast søguliga
upplivingin í allar mátar var
ovurhonds stór, og hóast barna
trúgvin fekk sítt at hugsa um, so
slapst ikki undan einari støðugari
órógv. Eini órógv, sum groft
sagt leiddi tankarnar móti einum
kommersiellum kristindómi.
Við ríku søguni er tað sjálv
sagt, at Jerusalem er eitt av
fremstu og helst tað fremsta
ferðamálið í Ísrael. Og tí
var ikki óvæntað, at hópur av
lokalum handilsfólkum høvdu
sína støð her. Men tað hóskaði
Ferð mín til Jerusalem
Ein hugleiðing um eina hugvekjandi ferð til heilaga býin. Ein ferð, sum altíð vil standa ovarliga á listanum
yvir ferðaminni, men sum í nógvar mátar gav eina hugtunga broyting í hugmyndini av heilaga Staðnum
Golgatha. Her var tað, at Jesus varð krossfestur fyri syndir okkara. Bara tað at síggja staðið, var ein tankavekjandi
uppliving, men eins tankavekjandi var nógv av tí, sum fyrifórst kring halgidómin
Tey tilbiða
staðið, har Jesus
likam varð lagt,
eftir at líkið
varð tikið av
krossinum