Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 11. november 2005 25 líka sum ikki inn í romantisku hugmyndina, at hetta hevði hug at taka yvirhond. At tú valla kundi ganga fimm fet, uttan at verða órógvaður av handilsfólkum, sum vildu selja tær eitthvør tinganest, ella kanska veksla ein bunka av amerikonskum dollarum til lokalu sheklarnar. Og tað var ikki frítt, at tankarnir leitaðu til Matteus evangeliið, har Jesus ruddaði halgidómin: Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bøn­ hús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.« Vinarligi pólverski presturin Sjálvar handilsbúðirnar vóru tó ikki longur eitt órógvandi element, tá komið var á Golgatha. Staðið, har Jesus Kristus læt sítt lív fyri okkara syndir. Men handilsgerðin ­ ella kanska er turisman eitt betri orð ­ av kristindóminum tóktist tó eisini at hava sett sín dám á hendan heilaga partin. Í dag er eitt slag av templi bygt á heyggin, har katólska trúgvin staðfestir, at krossfestingin fór fram, og ikki óvæntað høvdu hópatals fólk sína gongd her. Bæði ferðafólk, sum bara vildu uppliva staðið, men eisini lokalir íbúgvar, sum høvdu sína bønargongd á staðnum. Og kanska var tað á sín hátt eisini hetta, sum í nógvar mátar órógvaði myndina av staðnum. Eitt stásiligt tempul við alskyns glæstrimyndum, ljósum og roykilsi er ikki júst tað, sum ein kølin norðbúgvi setir í samband við spartanska liviháttin, sum Jesus í nógvar mátar er eitt slag av eksponenti fyri. Har krossurin í síni tíð stóð, fekst tú syndanna fyrigeving við at halda hondini at einum steini, sum ongantíð varð fluttur, hóast templið seinni er bygt her. Og eg, sum helt, at tað var líðingin hjá Jesus á Krossinum, sum reinsaði syndir okkara og ikki sjálvt staðið, har hetta hendi! Á sama hatt sóust fólk tilbiða steinin, har Jesus likam varð lagt, eftir at hann var tikin av krossinum, og tá sjálv grøvin skuldi vitjast, var ­ ikki óvæntað ­ mest sum óatkomuligt fyri fólki. Til stuttleikar kann sigast, at aftur her komu vit at kenna tær sertreytir, sum fylgja við, tá ferðast verður í slíkum ferðalagi. Við grøvina, har ein lítil kirkja í dag er bygd, stóð ein prestur á varhaldi. Hesin bæði ansaði eftir, at øll ikki rokaðust inn í grøvina í senn, eins og hann syrgdi fyri, at tíðin inni í sjálvari grøvini ikki gjørdist ov long. Øll skuldu jú helst hava møguleika at sleppa framat. At byrja við tóktist pólski presturin at vera ógvuliga stívrendur, men brádliga kom hann eftir, at hetta var føroyska fótbóltslandsliðið, sum stóð og bíðaði. Tað skuldi vísa seg, at presturin í fleiri ár hevði virkað í Danmark, og at hann tí kendi nakað til Føroyar. Og so kundi tað illa ganga nóg skjótt. Tey, sum stóðu fyri okkum í røðini vórðu hampuliga avgjørt biðin um at skunda sær, og gjørdu tey ikki tað, fingu tey eisini av at vita. Verti legði hann í, at hesi ikki vóru liðug við bønir sínar, tí føroyska fótbóltslandsliðið kundi ikki soleiðis standa og bíða. Sjálvir fingu vit bara vinarliga at vita, at vit ikki máttu nýta alt ov langa tíð, og tá seinasti parturin av ferðalagnum var liðugur, fekst eitt stórt smíl við á vegnum úr annars grótfasta andlitsbráðnum. Ivamál um staðið Hetta er staðið, sum tey rópa Cooks Golgatha Tað Golgatha, sum føroyski landsliðshópurin vitjaði á ferðini, er staðið, har katolikkarnir stafðesta, at Jeus varð krossfestur. Tað eru tó ikki øll, sum eru samd í, at júst hetta var rætta staðið. Fleiri halda, at søgugongdin í bíbliuni ikki samsvarar við, at øll støðini liggja so nær hvørjum øðrum, og fyri hundrað árum síðani fingu hesi eisini nakað at styðja sína áskoðan við. Golgatha merkir í veruleikanum skøltur, og ein dagin, sum bretski obersturin, Gordon Cook, sat og hugdi út yvir Jerusalem, varð hann varugur við ein heyggj, sum í skapi líktist einum skølti. Honum rann til hugs merkingina av orðinum, Golgatha, og hann helt, at tað eins væl kundi verið her, at Jesus varð krossfestur og grivin. Tá kanningar vórðu gjørdar á staðnum, varð eisini komið fram á tríggjar grøvir, og av hesum var ein tóm. Stórur partur av protestantum hava eisini tikið hetta til sín, og tí er talan nú um tvey støð, har tú kanst síggja Golgatha. Hvat staðið so er tað rætta, er so upp til trúnna hjá tí einstaka. -mørk Hóast tað neyvan slepst undan, so var ikki sørt, at ógvusliga handilsmentanin innan gomlu býarmúrarnar høvdu hug at órógva hugmyndina av heilaga Staðnum Hóast andlitsbráðið tóktist mest sum steinsett, so fann pólverski presturin veg til smílið, tá hann kom eftir, hvørji tey vitjandi vóru Fyri tað mesta var Rafi bilførari hjá føroysku fótbóltsovastunum. Men á ferðini til Jerusalem avdúkaði hann eisini frálíkt hegni sum ferðaleiðari