fríggjadagur 11. november 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 217 - 11. november 2005
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Eg eri áhaldin, mál
rættaður og eitt sindur
tvætluttur
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Eg kann ikki koma í
tankar um nakað, men
tað er óiva okkurt. Eg
sigi ofta ”Hetta ber til”
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Eg hyggi at øllum, eftir
heildini, einki heldur
til at standa einsamalt í
longdini
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran um
morgunin?
Við øllum, frá at eg fari
upp, til eg fari avstað,
gongur ein tími, men
tá havi eg eisini etið og
blaðað í avísunum.
Hvat stressar teg?
Eg blívi ikki stressaður.
Men ting kunnu irritera
meg. T.d. tá einføld ting
og avgerðir taka ov langa
tíð.
Hvat gleðir teg?
Tá børnini hjá mær hava
tað gott og eru glað
Nær feldi tú seinast eitt
tár?
Tað eru kortsíðani Tað
vóru eini gleðistár, men
orsøkina haldi eg fyri
meg sjálvan
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
Næst seinasta vikuskiftið
helt eg eina veitslu
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Tá eg helt innflytingar
veitlsu seinasta viku
skifti. Eg ynskti mær
ymiskar gávir, og eg fekk
nógvar av teimum.
Hvar arbeiðir tú?
Eg eri stjóri á Kaupthing
Virðisbrævameklarafelag
pf
Hvørji ráð hevur tú til
fólk, sum ætla sær inn í
fíggjarheimin?
Áhaldni er týdningar
mikið, men arbeiðið er
ikki alt.
Hvat er besta uppfinn
ingin og hví?
Tað má vera internetið,
eg skilji ikki, hvussu
man kundi liva áðrenn
internetið
Hvat hevur tú í lumm
unum beint nú?
Eg havi eina fartelefon,
billyklar, húsalyklar
og gjaldskort,. Annars
eru lummarnir hjá
mær vanliga sum ein
damutaska.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Fá tær ein snaps aftur
við feitum mati. Hetta
eru eini ráð til tíðina,
sum kemur nú.
Hvør er stuttligast í
Føroyum og hví?
Tað er Jákup Weyhe.
Hann klárar at yvirraska,
hvørja ferð hann ger
okkurt, og pjøvist
faktiskt einki at gera fyri
at vera stuttligur.
Hvør er keðiligast í
Føroyum og hví?
Tí persóninum havi eg
tíbetur ikki møtt enn.
Hvussu ofta speglar tú
tær?
Eg spegli mær um
morgunin, og so hvørja
ferð eg standi við eitt
hondvask.
Hvussu ofta ert tú hjá
frisør?
Eg man vera hjá frisør
annan hvønn mánað
Hvør er tín stuttligasta
uppliving í starvinum í
Kaupthing?
Vit hava havt nógvar
stuttligar upplivingar.
Eg dugi ikki at hugsa
um nakra einstaka. Vit
hava tað stuttligt, bæði tí
tað gongur væl, og tí vit
leggja seriøsan dent á at
hava tað stuttligt.
Petur Holm • stjóri í Kaupthing • 37 ár