fríggjadagur 11. november 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Nýggja skaldsøgan hjá
Dagny Joensen Hvirlan er
ein fólkslig ræðusøga, sum
í ávísan mun gongur fyri
seg í gerandisdegnum beint
fyri eygunum á okkum
Dagny Joensen, Hvirlan,
MGS, 2005
Skaldsøgan byrjar í besta ræðu
søgustíli. Ein ógvuslig hvirla
skræðir úthurðina í huldukenda
húsinum hjá gomlu Onnu upp
á víðan vegg. Súmbolikkurin
er tættur frá byrjan. Stríðið hjá
gomlu Onnu at fáa hurðina aftur
verður ímyndin av royndunum
at tiga sannleikan um lagnuna
hjá Onnu í hel. Men beint sum
Anna hevur fingið hurðina
aftur, sær hon eina unga gentu
standa pinnastilla úti á bønum
og eygleiða seg. Hóast Anna
ongantíð hevur sæð gentuna
fyrr, fær hon alt fyri eitt eina
óunniliga kenslu av einum
serligum sambandi teirra
millum. Hesuferð letur Anna
sjálv hurðina upp og letur
gentuna koma inn. Og harvið eru
dyrnar settar á glopp, so stóra
loyndarmálið um barnið hjá
Onnu kann byrja ...
Samfelagsatfinning
Fýra kvinnur og trý ættlarlið
skulu til, áðrenn seinasti pettið í
stóra puslispælinum liggur, sum
tað skal. Á ferðini hartil fáa vit
eina til tíðir sera beinrakna lýsing
av lagnum og lívi í føroyska
samfelagnum, har burturtigingin
ofta er eitt lívskor.
Gamla Anna er miðdepilin
í søguni, og eins og hennara
lagna, er Hvirlan ein fløkja av
hálvum lygnum, eitraðari tøgn
og gitingum. Sum skaldsøga
hevur bókin alt, sum skal til, fyri
at fáa tað at renna kalt niðureftir
rygginum á lesaranum. Kortini
fangar søgan ongantíð heilt.
Til tað tykist hon ov hugsað og
eftirgjørd. Orkan, sum verður
brúkt uppá at flyta persónarnir
runt í snirkluta leikinum,
tekur luftina úr teimum sum
menniskju. Sum lesari vildi eg
fegin fingið eina kenslu av, hvat
tað ger við eitt menniskja sum
gomlu Onnu at verða so náðileyst
viðfarin. Í staðin siti eg eftir við
einum journalkendum dømi um
umsorganarsvik og sálarligan
yvirgang.
Tað kann sjálvandi hugsast,
at høvundurin við hesum frá
søguhátti vil vísa, at í einum
samfelag, sum velur at tiga
tað menniskjaliga í hel, mást tú
sjálv kvetta tínar kenslur, um
tú skalt yvirliva. Tað má verða
tað einasta, ið til dømis kann
forklára harðhjartaðu, køldu
tøgnina, sum valdar í húsinum,
tá Anna føðir sítt loyndarbarn.
Sum samfelagslig atfinning rakar
boðskapurin her lesaran sum ein
múrsteinur í høvdið. Munandi
meir fyndug er atfinningin,
tá gamla Anna, sum ongantíð
hevur verið hjá lækna fyrr,
endar á landssjúkrahúsinum.
Speiið svíður, tá vit síggja hana
fyri okkum á hesi risastóru
villiniborgini har stovnsfesta
umsorganin verður tað
nærmasta, hendan takksama,
gamla konan kemur onkrum
slagi av medmenniskjaligheit.
Jøvn rútma
Skaldsliga verður ikki stílað
høgt í Hvirluni. Hetta ein
fólkslig ræðusøga, sum spælir
á streingir, vit kenna best frá
lættisoppabókum, har søgan
sjálv svarar spurningunum
heldur enn at bjóða hugflognum
ella intellektinum hjá lesaranum
av . Kapittulheitini minna mest
um eitt millumting millum
skúla og terapibøkur, so sum
“Dagsins skyldur hjá Onnu”
ella “Fyrigeving og góðtøka”,
meðan dialogurin tíðum er
tyngdur av ovurtýðiligum
boðskapum til dømis móti
endanum, tá sjálv lívsins
meining verður tvinnað inn eitt
gerandisprát millum ungu Onnu
og 10 ára gomlu dóttrina.
Bygnaðarliga hevur høvund
urin betri tak á síni søgu.
Rútman er jøvn, og sum heild
ferðast lesarin nátúrliga saman
við frásøgufólkinum inn og út
úr ættarliðum og lagnum. Líka
til seinast, tá ein innihaldsliga
heldur malplaserað ungdóms
frásøgn verður heft uppí søguna.
Her hevði Hvirlan avgjørt staðið
sterkari sum skaldsøga, um hon
varð verandi søgan um lagnuna
hjá gomlu Onnu.
Ummæli:
Ræðusøgur úr gerandisdegnum
Menn og (ov
nógv) vald
Hanne-Vibeke Holst, Kongemordet,
Gyldendal, 2005
Hanne-Vibeke Holst
Nýggja skaldsøgan hjá Hanne
Vibeke Holst, Kongemordet, er
møguliga ein lyklaskaldsøga
við støði í nýligum hendingum í
donskum politikki. Í øllum førum
verður dúgliga gitt, um ikki
offrið er Poul Nyrup Rasmussen
og um tað kanska er Mogens
Lykketoft, sum hevur lagt
rygg til lýsingina av politiska
“drápsmanninum”.
Linda, sum í meir enn 30 ár
hevur verið gift við fyrrverandi
fíggjarmálaráðharranum Gert
Jakobsen, situr valkvøldið í
2001 og eygleiðir “skriðuna
til høgru” í sjónvarpinum.
Bert við at kveita at myndini
sær hon, at maður hennara,
annars kendur sum gløggasti
ideologurin í Sosialdemokratiska
flokkinum, hevur sett sær fyri
at oyðileggja sín floksfelaga Per
Vittrup og kanna sær sjálvum
formanssessin. Hon sær tað, tí
hon sjálv øll hesi árini hevur latið
seg eyðmýkja bæði kropsliga
og sálarliga av valdssjúka
manninum. Drívmegin í Konge-
mordet er henda dupulta lýsingin
av kvinnuni, sum elskar ov nógv,
og manninum, sum hevur vald á
øllum – uttan sær sjálvum.
Eins og Kongekabale hjá Niels
Krause Kjær, vísir Kongemordet,
at valdsspælið í donskum
politikki kann skapa spennandi
søgur. Um tað eisini kann skapa
stóra skaldsliga list er heldur
meir ivasamt.
Avlagað Jelinek?
Elfriede Jelinek, Die
Klavierspieleren,
1983,
Umsett: Louise
P. Hansen,
Spillelærerinden,
Tiderne skifter, 2005
Mest kenda skaldsøgan hjá
Elfriede Jelinek, sum vann
Nobelvirðislønina í bókmentum
í fjør, er nú komin á donskum.
Spillelærerinden er ein tann mest
umrødda týska útgávan í nýggjari
tíð – ein skelkandi frásøgn um
kynsligan kulda, einsemi og
kvinnuliga masochismu.
Høvuðspersónurin Erika
Kohut býr og svevur enntá í
songini saman við ráðaríku og
harðrendu mammu síni. Sambært
mammuni er Erika eitt undirmett
tónleikaflogvit, sum átti at verið
ein heimskendur konsertpianistur.
Í staðin er hon bara vorðin ein
miðalhampa klaverlærarinna á
tónlistaskúlanum í Wien. Har
gekk Jelinek sjálv í síni tíð, og
innlitið í tónleik kemur týðiliga
til sjóndar í bókini.
Mamman heldur strangt eyga
við øllum, sum Erika hevst at,
serliga øllum sum hevur við
kyns og kærleikslívið at gera.
Men fyri Eriku hevur kúgaða
tilveran saman við mammuni
avlagað allan nátúrligan kyns
ligan ans. Hon megnar ikki at
taka ímóti kærleikanum, tá hann
bjóðar seg fram, og í staðin
gongur hon og luskar runt um
náttina og eygleiðir elskandi pør
í parkini ella skøkjur, sum eru til
arbeiðis.
Mikla øsingin í kjalarvørrinum
av at Nobelvirðislønin í bók
mentum varð latin Jelinek,
stóðst lutvíst hennara lýsingum
av kynslívinum. Væl eru tær
besøgnar og ógvusligar, men
um tær eru meir perversar enn
vanligi pornofloymurin kring
okkum, kann lesarin nú sjálvur
meta um.
Dagny Joensen
Eins og lagnan hjá
høvuðspersóninum,
er Hvirlan ein
fløkja av hálvum
lygnum, eitraðari
tøgn og gitingum