Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 217 - 11. november 2005 Hjalti hevur útgivið eina føroyska kontri­ fløgu, við meistarligum tónleikarum sum veruliga fáa tærnar at vippa. Tónleikur til tilkomna áhoyrarin, tá hann er bestur. Fløguummæli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Tann 2. november gav Hjalti Skaalum út fløguna “Sum árini ganga”. Hjalti segði herfyri við Sosialin, at hann fegin vildi geva út eina fløgu, sum var eitt alternativ til allar hinar góðu fløgurnar, ið koma út í Føroyum. Og Hjalti hevur givið okkum eina veitslukontri-fløgu, sum eigur at fáa sjálvt teir harðastu mótstøðumenninar av kontri at sveiggja tærnar. Afturat sær, hevur Hjalti mannað tónleikin við nøkrum av teimum mætastu tónleikarunum í Føroyum, og hetta hevur avgjørt lyft hesa fløguna nógv stig uppeftir dygdarstiganum. Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvi geva okkum enn einaferð ein supersvingandi botn. Ólavur Øster og Jákup Zachariassen spæla sær kring botnin. Og síðani eru eisini fleiri mætir tónleikarar, sum hava smærri leiklutir á fløguni, so tað tónlistarliga handverkið er uppá pláss á “Sum árini ganga”. Og so átti grundarlag verið til staðar at gera eina fína fløgu. Sjálvur syngur Hjalti, og hansara rødd er sjarmerandi saman við væl leikta tónleikinum. Tó er Hjalti ongin Pavarotti, men hansara rødd riggar væl til tónleikin. Løgini bera brá av tí eldru tónleika traditiónini. Her hendir onki óvæntað - alt er púra eftir bókini, og tað ger kanska fløguna keðiliga fyri summi; og deiliga fyri onnur. Á fløguni tulkar Hjalti løg hjá kendum útlendskum tónleikarum. Løg hjá Jim Reeves, Vikingarna og Kjeld Heick verða koyrd í kvørnina hjá Hjalta, og hetta er sera stuttligt at hoyra. Serliga dámar mær væl “I love you because” hjá Jim Reeves. Tó hevur Jim Reeves munin, tá ið vit samanbera røddirnar hjá teimum báðum. Annars eru heilt vist nógvar perlur á fløguni. Fløgan er eitt hugnaligt og gott íkast til “Tit skriva - vit spæla”, tí hetta er tónleikur fyri tilkomin fólk. Munnu onkur løg ikki enda sum fólkaogn? Tað kann eg væl ímynda mær. Finnur Hansen hevur upptikið, ljóðblandað og spælt ymiskt á fløguni. Og Finnur sleppur sera væl frá hesu uppgávu. Hann hevur funnið eitt sound, sum er sera hóskandi til tónleikin. Og eisini eru upptøkurnar sera snotuligar og ruddiligar, akkurát sum tað eigur at vera í tílíkum tónleiki. Hetta er ein góð útgáva, sum avgjørt riggar til “dans på brygga” og tílík tiltøk. Gospel sum vit kenna tað. Ein trygg og væl spæld fløga, sum umboðar nakrar av okkara fremstu tónleikarum og sangarum Fløgu ummæli Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Ein kontrikend gospelfløga, sum leggur dent á, at kristindómurin fyrst og fremst snýr seg um Jesus og ikki um teir ymisku bólkarnir, ið kristindómurin annars er deildur í. Fløgan er ógviliga pen og vanlig. Sangararnir syngja sera væl og reint. Fløgan hevur ikki til endamáls at geva lurtaranum eina avbjóðandi tónlistarliga upp- living, men heldur verður dentur á tað innihaldsliga í tónleikinum. Tónleikararnir spæla væl. Tað hendir meir enn so, at fóturin fer at vippa, meðan tú lurtar eftir vælsvingandi tónleikinum. Sjálvur elski eg at hoyra Jákup Zachariassen spæla uppá steel gittara, og tað sleppa vit eisini at hoyra á hesi fløguni. Jan Zachariassen plagar eisini at borga fyri framúr basspæli, og heldur ikki her verða vit skuffað. Vit hava eina samling av okkara allarbestu sangarum á fløguni. Heini Lutzen er nokk tann av mannligum sangarum, sum hevur tí absolutt vakrastu røddina her á landi. Og halga-3 sum Jón Svein Heinesen syngur væl. Fyri meg er hæddarpunktið á fløguni “Midnáttarrópið”, sum er eitt supersvingandi lag, sum næstan (bara næstan) fer yvir í tað rokkutta. Her hava vit eisini eina frálíka kórprestatión av Maluni Lutzen, Lindu Petersen og Heina Lutzen. Hetta lagið gevur eini annars nokkso óspennandi fløgu ein kant ella ein brodd, sum mestsum ger, at eg tími at leggja fløguna í fløguspælarin. Men tað er so løgið - haldi eg - at løgini eru løtt og upplyftandi, meðan tekstirnir (við sínum vakra boðskapi) ofta eru fyltir við makabrum og blóðugum myndum. Hetta er helst tað sum gevur mær eina løgna kenslu, meðan eg eitt nú hoyri Heina Lutzen syngja so vakurt um eina gjøgnumstungna hond í lagnum “Ein blóðug hond nú bankar”. Altso: Lekkur vælsvingandi tónleikur, frálíkur sangur og blóðugur tekstur; samstundis. Eg standi av, tá ið tekstir, tónleikur og sinnalag líkasum spenna hvør sín veg. Eg skilji tað snøgt sagt ikki. Hetta er annars væl gjørd fløga, sum hevur ein penan og tryggan stíl. Soleiðis er fløgan produserað, og hon skal virðast fyri tað sum hon er - ein roynd at samla okkum øll inn móti kjarnuni á kristindóminum. Heine Lützen, Oddbjørg Poulsen, Durita Jacobsen, Jón Svein Heinesen: Einki Uttan Jesus Hjalti Skaalum: Sum árini ganga