fríggjadagur 11. november 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 11. november 2005
31
Tinghellugreinin
Eftir Elin Heinesen
1. partur (av trimum)
Føroyskir fjølmiðlar eru merktir
av eini einoygdari fatan av, hvat
journalistikkur eigur at vera, sum
ber við sær, at avgerandi partar
av lívinum hjá føroyska fólkinum
ikki verða viðgjørdir nóg seriøst í
miðlunum.
Hvat leggja føroyskir
fjølmiðlar mestan dent á?
Fert tú at útgreina evnisvalið
í føroyskum fjølmiðlum, sæst
skjótt, at tað snýr seg mest um
fíggjarlig/búskaparlig viðurskifti
í samfelagnum, politikk (lands-
og bygdapolitikk), vinnulív
(serliga fiskivinnu), ítrótt og í
ávísan mun mentan, so leingi
tað hevur við tøl, hagtøl og
nøvn at gera. Við øðrum orðum
alt tað matematiskt-logiska.
Hesi evni metast at hava størsta
samfelagsliga týdningin, og eru
tí eisini tað, journalistarnir halda
seg eiga at leggja doyin á.
Alt, sum hevur við tað per-
sónliga, við trivnað, upplivingar
og at sansa at gera - gerandisliga
lívið, lívið millum fólk á
arbeiðsplássunum, virkis- og
arbeiðsmentan, menniskjansligu
sosialu aspektini í leiðslu
og organisatión, men eisini
forbrúkaratilfarið og húsarhaldið
heima, parlagið, familjulívið,
børnini, heilsumál, umsorgan
og kenslulív - ja, hetta sæst ikki
nógv til í føroysku fjølmiðlunum.
Verður tað tikið uppá tungu,
verður tað ofta ikki roknað
sum ordiligur ella seriøsur
journalistikkur - mest sum
dagdvølja, sum hoyrir heima
í vikuskiftisundirhaldi ella í
dámubløðum (og hvør tekur tey í
álvara?).
Viðkomandi
journalistikkur
Miðlafólk áttu at sett sær
spurningin oftari, um mate-
matiskt-logiski mátin at viðgera
samfelagslig evni uppá, altíð er
rætti mátin. Tað nyttar lítið bara
at reksa tøl og fakta upp. Tað er
ein sannroynd, at oftast fara slíkir
upplýsingar bara inn gjøgnum
eitt oyra og út aftur gjøgnum
hitt hjá teim flestu. Um tølini
og faktaupplýsingarnar skulu
geva nakra meining og gerast
viðkomandi fyri tann einstaka,
má tað gerandisliga, sum vit øll
kenna aftur - tann persónliga
søgan - við eisini. Um ikki
tað persónliga dømi aftanfyri
tølini verður lýst - umframt
tølini og faktaupplýsingarnar
- hava lesararnir/lurtararnir/
síggjararnir ilt við at síggja stóra
samanhangin og enn minni, at
seta tað í samband við nakað,
sum hevur við tey sjálvi at gera.
Men tíverri er tað ofta júst
her, miðlarnir steðga upp og
ikki fara víðari. Og tað er
spell, tí væntandi viðgerðin
av rættiliga avgerandi síðum
av lívinum hjá fólki flest ger
tíanverri, at føroyingar gerast
eftirbátar á nógvum økjum. Tá
viljin til at seta sjóneykuna á slík
evni er so lítil, gerst tilvitanin
um samanhangin millum tað
persónliga og samfelagslívið sum
heild eisini avmarkað.
Ein privat sak?
Tak nú bara eitt evni sum royk-
ing. Føroyingar roykja illa
- nógv meira einn fólk gera í
grannalondum okkara. Øll hava
helst hoyrt um og vita væl av,
at hetta hevur eitt sera negativt
árin á fólkaheilsuna, men kortini
síggja flest fólk royking sum
eina persónliga sak, sum eingin
eigur at blanda seg uppí: ”Fólk
mugu væl sjálvi um tey roykja
ella ikki!” sigst. Men er hetta nú
so einfalt? Eiga fjølmiðlar ikki at
blanda seg í sovorðið?
Lat okkum taka tølini og
faktaupplýsingarnar fyrst:
Tey fægstu vita kanska av, at
í Danmark t.d. doyggja um
14.000 fólk (!) av royking um
árið. (Hetta eru dokumenterað
deyðsfall beinleiðis av royki-
ávum. Talið kann væl vera
hægri!) *) Hetta svarar til,
at umleið 140 fólk doyggja í
Føroyum um árið av royking
(helst er talið hægri her, tí
vit roykja meira enn danir!).
Fyri ikki at tala um tær longu
sjúkralegurnar, áðrenn fólk
doyggja - omaní læðkaðan
lívskvalitet í stórum parti av
lívinum, tí - hóast undantøk -
eru roykjarar statistiskt í meðal
nógv sjúkari og verri fyri enn
ikki-roykjarar ígjøgnum lívið
og hava ein livialdur, sum í
meðal er 11-12 ár stytri enn
hjá ikki-roykjarum. Helvtin av
roykjarunum, sum enda við at
doyggja av tí, missa upp til 22 ár
av lívinum!
Vit kunnu royna at lúgva fyri
okkum sjálvum við at siga:
”Jamen, eg kenni ein, sum livdi
til hann var 97, og hann roykti
sum ein trolari alt sítt lív!”, tí
sjálvandi finnast undantøk, men
hvør sigur, at júst tú verður so
heppin? Hagtølini lúgva ikki.
Hugsa um, hvussu nógv royking
kostar kostar ikki bara teim
roykjandi sjálvum, men eisini
samfelagnum í sjúkradøgum og
sjúkraviðgerð - og ikki minst
hvussu nógv tað kostar øllum
teimum avvarandi hjá teimum
roykjandi, sum kanska bæði
risikera at missa sína kæru
langt áðrenn tíðina umframt
sjálvi at gerast sjúk av passivari
royking…
Tá ein veit hetta, kann ein
so longur bara síggja royking
sum eina persónliga sak, sum
eingin eigur at blanda seg uppí?
Til samanlíkningar doyggja
‘bara’ umleið 400 til 500 fólk
í ferðsluni um árið í Danmark,
sum svarar til 4-5 fólk um árið í
Føroyum (her liggur rætta talið
eisini hægri í Føroyum).
Høvd og hjarta
mugu fylgjast
Hugsa sær til, um nú 14.000
fólk doyðu í Danmark (ella 140
fólk í Føroyum) í ferðsluni um
árið?! Var tað so ikki nakað,
sum vit høvdu følt, rakti okkum
øll? Hevði tað so ikki verið
hildið at verið ein sjálvfylgja, at
samfelagið - politikkararnir og
fjølmiðlarnir - áttu at blandað
seg uppí hetta? Veruleikin er
tíverri, at fjølmiðlarnir ofta renna
undan síni samfelagsligu ábyrgd
í slíkum førum. Hóast hesi
hættisligu tøl, kemur hetta ikki
nóg væl fram í ljósmála, soleiðis
at boðskapurin kemur ígjøgnum.
Ein orsøk til hetta er uttan iva
mátin, boðskapurin verður borin
fram.
Her er ikki nóg mikið at
reksa tøl og fakta upp, tí eitt
er at skilja tøl og fakta við
høvdinum - eitt annað er at skilja
tað við hjartanum. Neyðugt er
at grava heilt inn til kjarnuna,
um tøl og fakta skulu gerast
viðkomandi hjá flest møguligum.
At veruliggera: Hvussu kennist
tað at gerast sjúkur og at skula
doyggja av royking? Hvussu
kennist tað at missa mannin,
konuna, mammuna, pápan,
systkin ella onnur, orsaka av
royking? Kunnu vit veruliga
skilja hetta, um ikki vit hoyra tær
persónligu søgurnar? Og kunnu
vit hin vegin seta tær persónligu
søgurnar inn í ein viðkomandi
samfelagsligan samanhang, um
ikki tær verða undirbygdar av
tølum og fakta? Báðar síðurnar
eru líka neyðugar at fáa við.
Tað persónliga
rakar okkum øll
Royking er bert eitt dømi um
eitt ”eymt” evni, sum ov lætt
verður farið um, tí tað verður
roknað sum ‘privat’. Vit kunnu
eisini t.d. taka barnauppaling.
Hevur tað ikki samfelagsligan
týdning, hvussu vit uppala børn
okkara? Ella t.d. matvanar. Hevur
tað ikki týdning fyri almennu
heilsuna, hvørjar matvanar
vit hava? Ella t.d. happing á
arbeiðsplássunum og stjórar,
sum oyðileggja gerandisdagin
hjá arbeiðsfólkunum. Hvussu
nógv hevur tað ikki at týða
fyri trivnaðin í samfelagnum,
at vit hava tað gott á arbeiðs-
plássunum? Hetta eru dømi um
lívsvilkor, sum hava nakað at
siga fyri okkum øll á ein ella
annan hátt.
Tí er tað so stórt spell, at
tílík lívsvilkor, sum eru ein so
stórur partur av gerandisliga
lívinum hjá okkum øllum, ikki
síggjast ordiliga aftur í føroysku
fjølmiðlunum - bara tí tey av
ábyrgdarfólkinum verða roknað
sum ov privat - og tí ikki nóg
‘relevant’ at viðgera - ella tí
tey ikki tora at nerta við tað av
ótta fyri at koma fólki ov nær,
sum hava rættiliga fýrkantaðar
ímyndir av, hvat er normalt og
hvat ikki - og hvat ein eigur at
siga hart og hvat ikki. Tað er
sum um, tað higartil hevur verið
ein óskrivað regla, at persónlig
evni ‘eiga’ vit ikki at kjakast um
alment í Føroyum...
À rætta veg
Onkustaðni er onkur glotti, har
vit nærkast. Hugsa bert um, hví
sendingar sum t.d. ”Tilvera” í
útvarpinum, har tosað verður
við fólk um lívsins trupulleikar,
eru so væl umtóktar. Hetta eru
viðkomandi, læruríkar sendingar,
tí tá trupulleikar, sum øll kunnu
koma í, verða lýstir frá einum
persónligum sjónarhorni av
teimum, sum sjálvi hava upplivað
teir, kunnu lurtararnir liva seg
inn í tað, og fáa harvið eitt
størri innlit í, hvat vit menniskju
hava til felags, og helst eins
nógva (um ikki meira) vitan um
menniskjansliga psykologi, sum
við at lesa tjúkkar teoretiskar
bøkur um sama evni.
Hetta eru upplýsandi send-
ingar, men ofta væntar tó
tað síðsta, sum kundi lyft
journalistikkin upp um tað
miðalgóða - at seta persónligu
søgurnar inn í ein størri
samfelagsligan samanhang.
Blaðið Kvinna hevur roynt tað
við hampuliga góðum úrsliti.
Greinir og sendingar, sum hava
viðgjørt persónligar søgur t.d.
hjá brekaðum og minni mentum
ella hjá familjum raktum av
sjálvmorði, rúsdrekkamisnútslu,
vanlukku, depressión og øðrum
serliga óhepnum umstøðum,
hava eisini verið at sæð í fleiri
miðlum. Hetta eru tó nokkso
serstøk, men avgjørt relevant
evni.
Men journalistikkur,
sum fer inn í gerandisligu
problematikkirnar í tí heilt
vanliga lívinum hjá heilt
vanligum menniskjum -
problematikkir ein og hvør kann
fyrihalda seg til - er ikki tað,
vit síggja mest til. Um vit vilja
lesa um slíkt, mugu vit keypa
útlendsk bløð. Men hvussu nógv
kunnu vit sum føroyingar í roynd
og veru liva okkum inn í tað, vit
lesa á øðrum málum? Her hava
føroysku fjølmiðlarnir forsømt
sína uppgávu og hava sum heild
nógv at læra enn.
Næsta vikuskifti kemur
ein grein aftrat, um hvussu
journalistiski hugsunarhátturin
hongur saman við einum
ótíðarhóskandi hugburði,
sum er merktur av kynsligu
uppbýtingini, sum var í
samfelagnum, tá menn arbeiddu
úti og kvinnur vóru heima við
hús hjá børnunum.
*) Kelda: Kræftens Bekæmpelse.
Elin Heinesen býr í Keypmannahavn, har
hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri fyri
blaðið KIWI magazine - eitt mánaðarblað
við 430.000 lesarum iflg. Gallup/Dansk
Oplagskontrol 1. og 2. kvartal 2005.
Fakta
Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Óttin fyri tí persónliga