fríggjadagur 11. november 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 217 - 11. november 2005
TINGHELLUANALYSAN
Bogi Eliasen
Ein av hornasteinunum í 2015 er
útbúgving. Útbúgving er soleiðis
sett út í kortið til at verða eitt av
seks økjum, Føroyar skal seta
sum eitt mál fyri 2015.
Í nógv ár hevur útbúgving
verið á breddanum í
føroyskum politikki. Og hóast
framgongd, soleiðis at vit
umframt kravda fólkaskúlan,
hava fleiri yrkisútbúgvingar,
miðnámsútbúgvingar og
Fróðskaparsetrið tørvar ein
beinleiðis ætlan, har útbúgving
ella ávísar útbúgvingar eru
ein neyðugur partur í eini
samfelagsstrategi fyri at flyta ella
lyfta samfelag á eitt ávíst støði,
ella at innrættað tað á ein ávísan
hátt, hava vit ikki sæð nógv av.
Grundarsteinur
Útbúgving er bæði hønan og
eggið. Útbúgving er grundar
steinurin undir at menna sam
felagið, og í heimshøpi er okkara
grundútbúgvingarstøði í betra
endanum. Men fyri at koma
víðari, fyri at fyrireika seg til
avbjóðingina alheimsgerðin er,
skal fokus flytast frá nøktandi
til at verða fremst á einstøkum
økjum. Er ella fáa vit eina semju
um at raðfesta nøkur øki, skal
útbúgvingarpolitikkurin lagast
eftir tí. Fyri at menna seg sum
eitt vitannarsamfelag, er neyðugt
við bæði sterkari grundútbúgving
og serkunnleika.
Raðfesting
Er ætlanin t.d. at raðfesta
ílegugransking, alternativa
orku og náttúruna í og kring
Føroyar, er helst skilabest at
raðfesta og styrkja støddfrøðið
og náttúruvísindi longu í
fólkaskúlanum. Alheimsgerðin
hevur við sær meira beinleiðis
samband úteftir, og har hava
myndugleikarnir júst raðfest at
byrjast skal fyrr við frálæru í
enskum, sum eina avleiðing av
hesum.
Útisetar ella
heimføðingar?
Føroyar er eitt lítið land, og tí
kunnu vit ikki rokna við at hava
allar tær útbúgvingar heima
í Føroyum, sum samfelagið
hevur tørv á. Tí skal eitt kjak um
føroyskan útbúgvingarpolitik
eisini snúgva seg um hvørjar
útbúgvingar vit eiga at hava í
Føroyum, og hvørjar best er at
lata fólk taka aðrastaðni, men
eisini verða við í tilgongdini at
fáa fólk aðrastaðir at útbúgva
seg og at útbúgva seg á økjum
sum føroyska samfelagið hevur
tørv á. Her verður eisini hugsað
um tað frálíka arbeiði Altjóða
Skrivstovan er farin undir, við
at spjaða føroyingar meira kring
knøttin. Í hesum sambandi
kemur eisini upp spurningurin,
um vit fáa fólkini heimaftur, ella
í hvussu stóran mun vit fáa tey
heimaftur. Ætlanir og skipanir
eiga at gerast, so bæði yvirlit er
á hvørjar útbúgvingar føroyingar
taka og hvørji koma heimaftur.
Vísir tað seg, at vit ikki fáa fólk
heimaftur, er alneyðugt at seta í
verk skipanir, fyri at broyta tað.
Eftirútbúgvingar
Men útbúgving er meira
enn tað. Útbúgving er eisini
eftirútbúgving og umskúling
av fólki, sum longu eru á
arbeiðsmarknaðinum og
sum kanska eisini hava eina
útbúgving. Tí er eisini neyðugt
at umhugsað, hvussu vit styrkja
og menna arbeiðstakaran,
soleiðis at hann er førur fyri at
menna seg við samfelagnum.
Vitannarsamfelagið merkir
eisini, at útbúgving er ein partur
av øllum lívinum, og ikki bert
ein partur av ungdómsárunum.
Ein slík tilgongd mennir eisini
ein fleksiblan arbeiðsmarknað,
sum klárar broytingar og nýggjar
avbjóðingar
Útbúgving í Føroyum
Í samband við útbúgving í
Føroyum er tí ikki nøktandi
bert at hugsað um fólkaskúlan,
ella bert yrkisútbúgvingar.
Hugsast skal um útbúgving
sum eina heild, umvegis
fólkaskúlan og teir møguleikar
sum so skulu verða tøkir. Tað
skal verða bæði heilsuskúlin
á Tvøroyri til ætlan um at fáa
fleiri Ph.D. lesandi á útlenskum
universitetum, sum føroyska
samfelagið aftaná kann fáa gagn
av. Tí er ein av grunnleggjandi
spurningunum; skulu vit styrkja
grundútbúgvingina og soleiðis
lyfta minstastøðið, ella skulu vit
satsa uppá servitan og gransking
á t.d. Granskingardeplinum
og Fróðskaparsetrinum.? Ella
skal tað verða eitt býti? Fyri at
kunna kjakast um og raðfesta
útbúgvingarleist og ætlan, er
altneyðugt at vita hvat endamálið
er. Útbúgving er eitt amboð,
m.a. til at skapa eitt ávíst tilætlað
samfelag og ikki endamálið í
sjálvum sær.
Deplar?
Ofta verður kjakast um tað er
skilagott at hava útbúgvingar
kring landið. Komandi árini
verður undirstøðikervið eisini
ment so mikið, at øll samfersla
í nýggja meginøkinum
gerst munandi lættari og
skjótari. Tað skal takast
við í framtíðarvisjónunum
um útbúgvingar. Vit hava
nú sæð kjakið um HF skal
verða í Klaksvík ella verða
ein partur av Kambsdali, nú
undirsjóvartunnilin kemur.
Júst hesin orðadrátturin er eitt
gott dømi. Fægstu ivast í, at
kostnaðurin av at flyta skúlan á
Kambsdal gerst minni og lættari
er at brúka undirvísingarorku
á staðnum o.s.fr. Men tað kann
verða, at HF í Klaksvík hevur
eitt jaligt árin á Klaksvík sum
bý. Hinvegin so má treytin fyri
at brúka so nógva samfelagsorku
uppá undirstøðikervið eisini
merkja, at tað skal brúkast í
samfelagsmenningini, og tí skal
føroyingurin eisini venja seg við
at ferðast fyri at koma í skúla ella
til arbeiðis.
Útbúgving sum