fríggjadagur 11. november 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 11. november 2005
33
Útbúgvingarstovnar
kring landið
Spurningurin gerst so, um vit
skulu hava útbúgvingar kring
landið ella ikki, og um vit skulu
savna útbúgvingar í deplar
ella ikki. Á Kambsdali eru
Handilsskúlin og Studentaskúlin
saman. Í Havn hevur verið tosað
um at hava ein útbúgvingardepil.
Fyrimunurin av at leggja allar
skúlarnar í Havn saman kundi
verið eitt gott og livandi
lestrarumhvørvi, sum t.d. var
við til at geva samfelagnum
góð hugskot. Fíggjarliga eru
nógv atlit at taka, umframt at
tað krevur bygging. Viðvíkjandi
útbúgvingarstovnum kring
landið, er neyðugt at meta um
tørv, dygd, kostna og ávirkan og
týdning á lokalsamfelagið, og har
er Suðuroyggin í serstøðu.
Politikkur
Kjakið og íkastið til visjón
2015, og í hesum føri útbúgving,
verður sætt sum eitt politiskt kjak
og ein spurningur um politiskar
semjur sum leist. Tað er jú rætt,
at tað skal verða politisk semja,
fyri at kunnu stinga eina slíka
kós út í kortið. Men tað, at eitt
mál er politisk, merkir ikki at
aktørarnir á økinum ikki skulu
verða partur av kjakinum, og at
bert politikkararnir skulu finna
eina semju. Nei her er alneyðugt
at aktørarnir tora at koma fram
við sínum visjónum og við teirra
royndum, so vit vanligu borgarar
eins og politikkarnir eisini fáa
innlit í teirra royndir og metingar
um framtíðarleist.
Júst á útbúgvingarøkinum,
eru aktørarnir partur av almennu
skipanini og tað tykist sum tað er
ein ótti fyri at koma at blanda seg
í politikk og verða lastað(ur) fyri
tað. Hetta er ikki eitt eindømi,
men eitt fyribrygdi sum ofta
sæst, tá ein leitar sær kunning hjá
fólki í sambandi við greinar. Tað
er sera keðiligt, tí brúk er fyri
hesum fólkum í kjakinum um
framtíðar leist. Tí átti ein partur
av grundútbúgving okkara at
verið kjak, at kjakast sømuliga
og at tora at standa fram og vita,
hvussu umráðandi tað er fyri
samfelagið.
Homo – sexuellur
og/ella sapiens
Eitt annað, sum kom fram í
vikuni, eru rættindi. 2005 og
spurningurin er um homofobiin
hevur verið størri í Løgtinginum.
Hetta er ein stór skomm, sum
eisini ávísir tørvin á at undirvísa
í mannarættindum og javnrætti.
Um okkara samfelag ikki er stórt
nokk til samkynd, so ivist eg
stórliga í, at vit nakrantíð verða
stór nokk til at skilja fjølbroytni,
sum er alneyðugt fyri, at vit
sum pinkuland kunnu gerast ein
sannur vinnari í alheimsgerðini.
Vónandi skal útbúgving eisini
elva til tolsemi, og vónandi
verður tað eisini eitt mál fyri
2015, eins og sapiens er tað.
Samanumtikið kann sigast,
at vit hava ein grundarstein,
fólkaskúlan, at byggja á. Men vit
hava ikki megnað at stinga mál út
í kortið, og tí heldur ikki at hava
ein tilætlaðan útbúgvingarpolitik
til okkara samfelag, og
tillagaðan til tað samfelag vit
vilja menna Føroyar at verða.
Á útbúgvingarøkinum er talan
um nógvar møguleikar og nógv
atlit, og tí verður tað heldur ikki
lætt at finna fram til felags mál,
men útbúgvingarpolitikkurin
má speglast í hvat tað er fyri
eitt samfelag vit ynskja, og so
byggjast upp kring tað.
m visjón 2015
Er besta hugskotið
útbúgvingardeplar fyri at
skapa lestrarumhvørvi?