fríggjadagur 11. november 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 217 - 11. november 2005
- Vit eru so smá og tí
kunnu vit ikki hava
allar útbúgvingar
á hægri stigi í
Føroyum, men tað er
umráðandi at seta sær
langtíðar mál, sigur
landsstýrismaðurin í
skúlamálum, Jógvan á
Lakjuni
ÚtbÚgving
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Nakrar útbúgvingar á hægri stigi
kunnu takast í Føroyum. Eitt
nú bachelor í samfelagsfrøði,
søgu og biologi. Til ber eisini
til dømis at lesa føroyskt á
Fróðskaparsetrinum. Útbúgving
sum sjúkrarøktarfrøðingur,
lærari ella pedagogur ber eisini
til at taka í Føroyum. Men ongin
master útbúgving kann takast
í Føroyum. Tað er ein tanki,
sum politiski myndugleikin
hevur tikið til sín, sambært
Visjón 2015, sum løgmaður,
Jóannes Eidesgaard, tosaði um
í Ólavsøkurøðu sínari fyrr í
summar. Í henni stendur greitt:
“Vit ætla at seta á stovn ein
lærdan háskúla, ið skal fevna um
eitt nú hægru útbúgvingarnar
á Fróðskaparsetrinum,
útbúgvingar til sjúkrarøktar
frøðingar, lærarar og pedagogar
eins og hægri útbúgvingarnar
á Handisskúlanum. Somuleiðis
eigur ein KTkjarni við
bacherlor, master og Ph.D.
útbúgvingum at verða skipaður,
eins og ein masterútbúgving í
løgfrøði.”
Jógvan á Lakjuni, landsstýris
maður í skúlamálum, sær avgjørt
eina master útbúgving í løgfrøði
fyri sær.
Eg haldi so avgjørt, at tað
átti at verið møguligt at tikið
ein yvirbygning til løgfrøði
í Føroyum, so kundu fólk
lisið fyrra partin aðrastaðni
enn í Føroyum, greiðir lands
stýrismaðurin frá.
Trýst á pengapungin
Jógvan á Lakjuni ásannar trupul
leikan við, at tey lesandi ikki
koma aftur til Føroya.
Hatta er ein trupulleiki, sum
vit hava tosað um, og hvussu vit
kunnu gera fyri at loysa hann,
sigur Jógvan.
Hann greiðir frá, at ein tanki,
sum hevur verið frammi er um
endurgjald fyri ÚSUN stuðulin.
ÚSUN er lestrarstuðul til teirra,
ið taka teirra útbúgving uttan
fyri Norðanlondini. Stuðulin
veksur alsamt, og fíggjarnevndin
hevur givið mentamálaráðnum
boð um at endurskoða hendan
postin. Við íblástri úr Íslandi er
tankin um endurgjald íkomin.
Tað gongur stutt sagt út uppá, at
um tú ikki kemur aftur tl Føroya
innan fyri eitt ávíst áramál eftir
loknan lestur, mást tú gjalda
stuðulin aftur. Um tú hinvegin
flytir heimaftur, slepst undan
afturgjaldingini.
Til afturgjaldingina hevði so
verið talan um sera lagaligar
gjaldstreytir. Jógvan setur
spurnartekin við, hvørs tað er
rætt, at Føroyar gjalda, og so
koma hesi fólkini ongantíð aftur
til Føroya at búgva. Hendan
ætlanin er tó ikki ítøkilig, sum
nú er. Tað er bert ein tanki,
sum hevur verið uppi og vent í
Tinganesi. Men tað broytir ikki
tann veruleikan, at posturin
ÚSUN stuðul veksur alsamt.
Heldur vøksturin í ÚSUN
fram, má okkurt gerast, sigur
landsstýrismaðurin.
Tekur undir við deplum
Tá ein fólkaskúli skal flytast
ella niðurleggjast, krevst tað ein
fólkaatkvøða, so tað er næstan
ógjørligt at niðurleggja onkran av
teimum smærru bygdaskúlunum,
tí flestu fólk eru góð við teirra
skúla. Men Jógvan á Lakjuni
væntar, at onkur av teimum
63 fólkaskúlunum í Føroyum,
verða niðurlagdir, so hvørt sum
kommunusamanleggingarnar
økjast.
Men hetta er eitt kjak, sum eg
slettis ikki ætli mær útí, tí hetta
má vera upp til lokalsamfelagið
at gera av, staðfestir landsstýris
maðurin.
Jógvan á Lakjuni kom í nakað
av illveðri, tá hann herfyri
úttalaði seg um, at HFskeiðið
í Klaksvík skal flytast, tá Norð
oyatunnilin stendur liðugur um
eitt hálvt ár ella so.
Hann sigur, at hann tekur
undir við skúladepilsætlanunum.
Tríggir deplar: Ein fyri Suðuroy,
ein fyri Streymoy og ein fyri
Norðoyggjar og Eysturoynna.
Tá tað kemur til miðnáms
skúlar, sigur Jógvan á Lakjuni, at
tað er neyðugt at rationalisera.
Deplarnir gera, at tilboðini
verða so fjølbroytt, og tað
økir um valmøguleikarnar hjá
teimum ungu millum tær ymsu
vallærugreinarnar. Betraða
vegakervið ger jú eisini, at tey
ungu kunnu búgva heima og
koyra ímillum í skúla. Hetta
fer at gera, at talan kann verða
um fjøltáttað tilboð, ið flest øll
kunnu røkka heimanífrá, sigur
landsstýrismaðurin, Jógvan á
Lakjuni, at enda.
Heidi Petersen, fram-
søgukvinna hjá Tjóðveld-
isflokkinum, heldur,
at tað er av alstórum
týdningi, at serføroysku
lærugreinarnar verða
styrktar í fólkaskúlanum
– samstundis sum enska
málið fær størri pláss, tí
hon sær fyri sær, at um ikki
so langa tíð, verða flestu
hægri útbúgvingarnar á
enskum
ÚtbÚgving
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Vit eiga at fáa hægri útbúgv
ingar á altjóða støði, og tí má
enska málið styrkjast í føroyska
fólkaskúlanum, sigur Heidi
Petersen.
Við skúlaársbyrjan í ár
fingu næmingarnir í fjórða
flokki á fyrsta sinni enskt í
fólkaskúlanum. Tveir tímar um
vikuna hetta skúlaárið.
Fyri stuttum varð ein kanning
almannakunngjørd, har føroysku
fólkaskúlanæmingarnir lógu
fremst, tá ið ráddi um at skilja
enskt. Men sambært Heidi Peter
sen vóru úrslitini í mállæru og
skriving ikki eins góð. Tí heldur
hon, at tað hevur týdning at læra
børnini enskt fyrr.
Framtíðin er ikki Danmark,
og hartil eru fleiri av útbúgving
unum í Danmark á enskum, tá
ein fer undir hægri lestur. Tí fær
okkara lesandi ungdómur brúk
fyri at duga ensk flótandi, sigur
Heidi Petersen og leggur afturat,
at hetta ikki skal skiljast sum, at
danska undirvísingin skal fyri
borðið, fyri tað um størri dentur
verður lagdur á tað enska.
Vit eiga eisini at hava
ein føroyskan fólkaskúla við
sterkum føroyskum samleika,
har undirvíst verður í føroyskum
máli og mentan, føroyskari søgu
og landalæru, føroyskari lívfrøði
– ja, alt sum er við til at evna
okkara føroyska samleika. Tí
fólkaskúlin er grundarlagið, sigur
Heidi Petersen.
Tóm orð
Framsøgukvinnan hjá Tjóð
veldisflokkinum rósti Jóannesi
Eidesgaard, løgmanni, fyri
røðuna á Ólavsøku, har hann
tosaði um Visjón 2015. Heidi er
fólkaskúlalærari, og skúlaverkið
er eitt av hennara hjartamálum.
Hon var vælnøgd við málini,
sum samgongan hevur stungið
út í kortið viðvíkjandi útbúgv
ingarskipanini í Føroyum. Men
hon var vónbrotin, tá hon sá
fíggjarlógaruppskotið, sum í
hesum døgum er til viðgerðar í
tinginum. Har er ongin økt játtan
til skúlaverkið.
Tølini tala fyri seg. Játtanin er
stórt sæð tann sama, og tað tulki
eg sum, at samgongan hevur
onki at hava hatta í, slær Heidi
Petersen fast.
Ein depil – fleiri skúlar
Heidi Petersen tekur undir við
hugskotinum um skúladeplar,
sum tann, ið verður bygdur
við Marknagilsvegin í høvuðs
staðnum. Men harvið er ikki
sagt, at allir skúlarnir skulu verða
savnaðir á einum og sama staði,
heldur hon.
Tað kann saktans vera ein
depil, fyri tað um skúlarnir
fysiskt ikki liggja á sama stað,
heldur framsøgukvinnan hjá
størsta andstøðuflokkinum fyri.
Hon nevnir sum dømi, at
fiskivinnuskúlin í Vestmanna
kann hoyra inn undir skúladepilin
í Marknagili, fyri tað um hann
liggur í Vestmanna, at HF
skeiðið í Klaksvík kann hoyra
inn undir ein depil í Eysturoynni
og so framvegis.
Eg haldi, at tað er tíð uppá,
at føroysku politikkararnir seta
seg niður at tosa um innihaldið í
føroysku útbúgvingarskipanini.
Síðani kunnu byggingarnar
fara fram, sigur Heidi
Petersen, framsøgukvinna
Tjóðveldisfloksins, sum sjálv
sigur seg vera sinnaða at
kjakast um júst innihaldið í
miðnámsskúlaútbúgvingini í
Føroyum.
Visión 2015:
- Ein fyritreyt fyri,
at hesin partur
av visjónini gerst
veruleiki, er, at
vit politikarar,
lærarar, foreldur
og myndugleikar
hava sama mál. Tað
mál, at hvørt barn
og hvør ungdómur
skal sleppa at menna
eginleikar sínar til
fulnar – einki annað
er nóg gott.
Okkara mál er tí:
- at allir fólkaskúla-
næmingar fáa eina
góða og mennandi
grundútbúgving,
sum tryggjar, at
teir hava førleika at
fara víðari til eina
miðnámsútbúgving
- at allir ungdómar
fáa eina miðnámsút-
búgving ella yrkis-
útbúgving
- at minst helvtin av
okkara ungdómi fær
hægri útbúgving
Kelda: Ólavsøkurøða løgmans:
www.logting.fo
Umráðandi við langtíðarmálum
Jógvan á Lakjuni heldur ikki,
at Visjón 2015 bara er orð.
Hann heldur, tað er gott, at
myndugleikin torir at satsa
út um valskeiðið
Menna føroyska samleikan
Heidi Petersen heldur, at føroyski
fólkaskúlin skal verða eitt tekin
um sterkan føroyskan samleika,
har undirvíst verður í øllum
lærugreinum út frá føroyskum
grundarlagi – eitt nú landalæra,
søga, lívfrøði, mál og mentan. Men
samstundis hevur enskt eisini stóran
týdning fyri eftirtíðina