fríggjadagur 11. november 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 11. november 2005
35
Nógvir føroyingar fara
hvørt ár uttanlands at
lesa. Mong koma ikki
aftur á klettarnar at
búgva. Jákup Sverri
Kass, ráðslimur í MFS,
heldur, at framskygni
frá myndugleikunum
hevði bøtt um hesa
støðuna
ÚtbÚgving
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Ein trupulleiki, sum ofta hevur
verið uppi og vent í Føroyum, er,
at tá føroyingar fara av landinum
at nema sær útbúgving, koma tey
ikki aftur til landið.
- Líka frá fólkaskúlanum verður
sagt við næmingarnar, at tey skulu
taka eina hægri útbúgving. Men
ongin sigur, hvat tey áttu farið at
lisið ella hvørjum tørvur verður á
í Føroyum um eini fimm til tíggju
ár, sigur Jákup Sverri Kass.
Sum dømi nevnir hann tørvin
á tannlæknum í Føroyum í dag.
Jákup Sverri Kass er ráðslimur
í Meginfelag Studenta, sum er
ein felagsskapur, sum vegleiðir
føroyingum, tá tey velja at fara
uttanlands at nema sær útbúgving
og passar skrivstovuna hjá
felagsskapinum í Århus.
- Vit eiga at hava útbúgvingartilboð
í Føroyum á bachelorstøði, men tað
hevur týdning fyri alheimsgerðina
at koma burtur. Ikki endiliga til
Danmarkar, sigur Jákup Sverri
Kass, sum ikki dugir at síggja
nakað endamál í at hava allar
útbúgvingar í Føroyum.
- So langt koma vit ongantíð.
Minni tilknýti til
føroyingar
Kjakið um, at føroyingar í
lestrarørindum uttanlands ikki
koma heimaftur at búgva, hevur
MFS eisini tosað um. Ein orsøk til
tað kann vera, at føroyingafeløgini
hava ikki somu ávirkan í dag
sum fyri tíggju árum síðani.
Tá var vanligt, at tú noyddist í
føroyingahúsið, um tú eitt nú hevði
hug at lesa bløðini. Í dag finnast
føroysku bløðini á internetinum og
portalar av ymsum slagi finnast
eisini. Jákup Sverri Kass heldur, at
føroyingar duga betri at fella inn í
samfelagið, sum tey flyta til í dag
enn fyrr.
- Tørvurin á at koma í
føroyingahúsið at frætta tíðindi er
ikki tann sami í hesum tøkniligu
døgum, sigur Jákup Sverri Kass og
av tí sama verður tilknýtið millum
føroyingarnir minni.
Hann heldur, at tað hevði
hjálpt, um føroysku deplarnir
uttan fyri Føroyar vórðu styrktir,
og samstundis undrast hann eisini
á, at tað bert er føroyingafelagið í
Keypmannahavn, sum fær pengar
úr landskassanum.
- Mangan verður ført fram, at
man ikki ynskir, at føroyingar í ov
stóran mun finna saman uttanlands,
samstundis sum føroyingafelagið í
Keypmannahavn fær 1,4 milliónir
á fíggjarlógini, staðfestir Jákup
Sverri Kass.
MFS arbeiðir í løtuni við at
fáa ein datagrunn, har tað ber til
at síggja, hvørjir føroyingar lesa
uttanlands. Hvar teir lesa, hvat
teir lesa og hvussu nógv teir hava
eftir. Á hendan hátt skal tað bera til
hjá føroyskum fyritøkum at finna
møgulig framtíðar starvsfólk, sum
tey so kunnu seta seg í samband
við. Hendan ætlanin er tó ikki
komin so langt enn.
Venja seg við frástøðuna
Í Føroyum verður ofta ført fram,
at tað helst ikki skal taka ov langa
tíð at koma til arbeiðis. Men tá
so fólk flyta uttanlands, kann tað
gerast neyðugt at koyra í ein ella
tveir tímar fyri at koma til arbeiðis
ella í skúla.
- Tað er typiskt fyri føroyingar
at aftra seg orsakað av frástøðu,
heldur Jákup Sverri Kass og
vísir samstundis á, at í takt við
útbyggingunum av vegakervinum
í Føroyum, áttu føroyingar at vant
seg við at ferðast meiri aftur og
fram til arbeiðis. Harafturat ger
tøknin í dag, at fólk ikki altíð
noyðast at siga á arbeiðsplássinum.
Og tað heldur Jákup Sverri er ein
stórur fyrimunur. Serliga tá tað
kemur til gransking.
- Føroyingar áttu at notið ágóðan
av øðrum, slær hann fast.
Hann heldur, at tað ræður um hjá
føroyingum at finna nøkur ting,
sum føroyingar eru dugnaligir í
og so ment vitanina við at fingið
útlendskar granskarar til Føroya.
- Ein tílíkur granskar í til dømis
fiskivinnu kundi so verið á einum
granskingardepli í Føroyum og
oyst av sær sínar royndir innan eitt
ávíst økið, vísir Jákup Sverri á.
Skúlastjórin á
Studenta- og HF-
skeiðinum á Kambsdali,
Sámal í Skoruni, sigur,
at innihaldið í miðnáms-
skúlaútbúgvingini er
týdningarmikið, men
heldur kortini, at støðið
á útbúgvingini hevur
meira at siga
ÚtbÚgving
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
- Sjálvandi hevur tað týdning fyri
einstaka næmingin, hvat hann
fer í holt við, tá hann tekur eina
miðnámsútbúgving í Føroyum,
men eins týdningarmikið er
tað, at næmingurin fer í holt
við eina útbúgving, har hann
fær avbjóðingar, sigur Sámal í
Skoruni.
Hann leggur eina við, at tað
hevur nógv at siga, at næm-
ingurin hevur fingið innlit í
tær einstøku lærugreinarnar.
Somuleiðis er tað eisini týdn-
ingarmikið, at næmingurin tekur
eina útbúgving, har hann fær
avbjóðingar á einum høgum
støði. Eina miðnámsútbúgving,
sum setur krøv.
- Tað er ikki tað ávísa í út-
búgvingini, sum hevur størsta
týdningin, men heldur, at
næmingurin fær lagt høvdið
í blot og fær avbjóðingar fyri
heilan og lærir millum annað
at samstarva við onnur, greiðir
skúlastjórin frá.
Føroysk løgfrøði
Tað er ein sannroynd, at flest
allir føroyingar velja at útbúgva
seg í Danmark. Hóast talið á
lesandi føroyingum uttan fyri
Norðanlond økist munandi,
so fer bróðurparturin av ungu
lesandi til Danmarkar. Í visjón
2015 røðuni hjá løgmanni á
Ólavsøku varð millum annað
nevnt, at føroyingar eiga at kunna
taka fleiri hægri útbúgvingar
í Føroyum. Hesum tekur
skúlastjórin á Kambsdali undir
við.
- Eg vildi fegin, at tað vóru so
nógvar útbúgvingar í Føroyum,
sum gjørligt, men vit mugu eisini
vera realistisk og viðganga, at eitt
nú serútbúgvingar kunnu vit ikki
bjóða, heldur Sámal í Skoruni
og vísir á, at kanningarstovur
og gransking á sama støði sum í
grannalondum okkara finst ikki í
Føroyum.
Hann heldur fram, at tað er
avmarkað, hvussu nógv knapt
50.000 fólk klára, men heldur
kortini, at ein útbúgving sum
løgfrøði átti at borið til at tikið í
Føroyum.
- Hví skulu føroyingar fara
til Danmarkar at taka alla
løgfrøðisligu útbúgvingina, tá vit
hava føroyskar lógir í Føroyum,
spyr Sámal.
Sunt at fara uttanlands
- Tað er sunt at koma út um
garðarnar. At síggja, at onnur eru
til, og hvussu teirra samfelag og
mentan er. Tískil áttu vit heldur
at lagt dent á, at streymurin av
ungum til Danmarkar at nema
sær hægri útbúgving skal steðga,
heldur Sámal í Skoruni, sum
ikki dugir at síggja endamálið í,
at føroyingar fara til Danmarkar
at lesa til dømis enskt, týskt ella
franskt. Hví ikki fara til sjálvt
landið og lesa tað, spyr hann.
- Harvið fær tann lesandi óivað
onkran síðuvinning eisini. Á
hasum økinum hava vit verið alt
ov blind, heldur rektarin.
Hann heldur tó ikki, at
føroyingar tilvitað fara til
Danmarkar at lesa, tí tað er
siður. Tað hevur meira við tað at
gera, at føroyingar eru danskir
statsborgarar, kenna Danmark
best og tískil er tað lættast at fara
niður at nema sær útbúgving.
- Vit skulu ansa okkum, at vit
ikki eru ov heimføðislig, tí tað
kann vera vandamikið. Tað er
sera ónøktandi fyri okkum at
síggja, at vit eru 15 ár aftan fyri
allatíðina, bara tí vit fylgdu so
illa við, sigur Sámal í Skoruni,
skúlastjóri á Studenta og HF-
skeiðinum á Kambsdali.
Støðið má vera høgt
Framskygni hevði hjálpt
Tey ungu, sum velja at taka eina
miðnámsútbúgving í Føroyum,
mugu møta avbjóðingum, og tað
setur krøv til útbúgvingarstøðið,
heldur Sámal í Skoruni, skúlastjóri
á Studenta- og HF skeiðinum á
Kambsdali
Jákup Sverri Kass, ráðslimur í
Meginfelag Studenta, heldur, at
framskygni innan útbúgvinarøkið
hevði kunnað gjørt, at lesandi
føroyingar uttanlands høvdu vent
nøsini aftur móti klettunum eftir
lokna lestrartíð