fríggjadagur 11. november 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 217 - 11. november 2005
TINGHELLUKRONIKK
Finnur Johansen
Tórshavn 8. november 2005
Í Tinghellukronikki
num í dag hugleiðir
Finnur Johansen, fyrr
verandi samferðslu
stjóri, um landsplanir á
samferðsluøkinum
Samferðslan, kommunikatión,
hevur alstóran týdning fyri
vinnulívið og trivnaðin í landi
num, og er tað tí avgerandi at
hava eina ætlan fyri hvussu
samferðslan skal vera skipað. Í
Tinghellukronikkini í Sosialinum
22. oktober 2005 harmast
Tummas Arabo, fyrrverandi sam
ferðslustjóri, um, at við ikki hava
ein landsplan fyri samferðsluna í
Føroyum.
Tá tað í greinini, sum einastu
ítøkiligu ætlan, verður víst á
at Atli Dam, fyrrverandi løg
maður, í 1974 lat gera eina sam
ferðslufrágreiðing við eini ætlan
um hvussu samferðslan kundi
verða skipað í framtíðini, skal
verða víst á bóklingin “Føroyar
nú og komandi” frá 1970.
Í bóklinginum, har eg sjálvur
var ein av høvundunum, er eitt
kapitul, ið eitur “Flutningur
og samferðsla”, og har verður
víst á hvussu ein landsplanur
fyri samferðsluna kann vera.
Hesin planur víkir ikki nógv
frá planinum hjá Atla Dam,
vælsaktans av teirri einføldu
orsøk, at hann neyvan kann
verða gjørdur stórt øðrvísi.
Atli Dam var eisini útbúgvin
verkfrøðingur, og hevði sum so
tær neyðugu fyrytreytirnar fyri at
gera ein landsplan.
Annars kann vera víst á, at
tað eisini eru eldri landsplanir,
eitt nú gjørdi fyrrverandi býar
verkfrøðingur í Havn, Vøgg
Guttesen, ein landsplan sum
part av seruppgávu síni, og
ein uppaftur eldri planur er,
sum ein bólkur av lesandi á
Kunstakademiet í København
gjørdi.
Fyrrverandi planlegging
arstjórin í København, Kaj
Lemberg, gjørdi í 1949 og eftir
tað, meðan hann var fulltrúi
hjá Ríkisumboðnum eisini ein
landsplan. Hesin planur, sum
fyrrverandi danski statsministarin
Viggo Kampmann eisini átti sín
part í, var um útbyggingina, ella
moderniseringina, av Føroyum,
elektrificeringina, SEV, heilsu
verkið, vegir og havnir o.s.f.
Brot úr landsplaninum fyri
samferðsluna frá 1970
Verður samfelagsstrukstururin
óbroyttur, verður samferðslan
at skipa so, at vit fáa eina sam
ferðsluleið av Eiði til Sumbiar og
eina úr Mykinesi til Hattarvíkar.
Fram við hesum leiðum
kundu vit so bygt upp effektiv
framleiðslu og flutningstól, men
hetta hevði borið við sær, at tey,
sum búðu avsíðis, ikki fingu lut
í teimum hentleikum, sum eitt
størri býarsamfelag hevur.
Ein decentralisering, t.v.s. at
fólk, arbeiðspláss og hentleikar
skulu býtast javnt út til allar
bygdir, hevði kravt stórar íløgur.
Ein triðja loysn er recentrali
sering, har landið verður býtt
sundur í náttúrligar eindir.
Ein samanrenning verður tá í
høvuðsplássunum í hvørjum
landsparti, og hetta hevði
avmarkað ta stóru tilflytingina,
sum hevur verið til Havnar
seinastu árini. Bygdirnar høvdu
tá fingið lut í hentleikunum,
treytað av at samferðslan var
í lagi. Eindirnar eru: Suður
oyggin, Sandoyggin, Vágar,
Suðurstreymoy, Sundalagið
saman við Norðstreymoy og
norðara parti av Eysturoynni,
Skálafjørðurin saman við
eystara parti av Eysturoynni.
Norðoyggjar høvdu verið eitt øki
fyri seg.
Nýggjur høvuðsvegur verður
gjørdur úr Havn niðan á Sund,
haðani inn í Kaldbaksbotn, í
bergholi til Oyrareingir, eftir
brúgv um Streymin, í bergholi av
Oyrabakka inn millum Fjarða,
haðani til Gøtu, í bergholi til
Lorvíkar og við ferjusambandi
til Klaksvíkar. Úr Klaksvík
gongur vegurin sum nú gjøgnum
bergholini til Norðdepil, eftir
brúgv um Hvannasund og haðani
til Viðareiðis. Vegasambandið úr
Klaksvík til Kunoyar verður gjørt
við at tippa Haraldsund.
Vegurin vestureftir verður úr
Kollfjarðardali fram um Leyna
vatn í bergholi yvir í Heygadal
til Vestmannar. Haðani verður
fergusamband til Oyragjógv,
og vegurin til Sørvágs sum nú.
Vegurin kann eisini ganga um
Leynar, norður um Kvívík til ein
fergubakka norðan fyri Gjáirnar,
og verður so ferga haðani yvir á
Oyragjógv.
Sambandið við Sandoynna
verður at leggja um Kirkjubø.
Vegurin til Kirkjubøar verður
gjørdur í bergholi undir Kirkju
børeyni úr Havnardali ella av
Glyvursnesi. Fergusamband
verður so úr Kirkjubø til
Skopunar.
Suðuroyggin fær samband við
Havnina við fergu. Fergurnar
skulu kunna taka alla akandi
ferðslu, og akførini koyra sjálvi
umborð og í land.
Vestmannasundstunnil
Ein tunnil undir Vestmannasundi
var ikki við í teirri útgávuni
av samferðsluplaninum
fyri alt landið, sum varð
givin út á bóklinginum frá
1970, men longu meira enn
tíggju ár frammanundan, tá
Hvalbiartunnilin og Norðoyar
tunnlarnir vóru í umbúna, var
eisini arbeitt við tunnli undir
Vestmannasundi.
Sum ungur verkfrøðingur
var eg í 1959 við til at byggja
elektricitetsverkini hjá SEV í
Vestmanna. Tá sigldi Ólavur
um Vestmannasund við posti,
ferðafólki og farmi, ikki á
Oyragjógv, men á Fútaklett og
Slættanes. Tær vannlukkur, sum
vóru hendar í sambandi við
hesa sigling, fekk ein at hugsa,
at hetta mátti kunna verða gjørt
lættari og betri, minni ótespiligt
og ikki minst tryggari bæði fyri
manning, ferðafólk og farm.
Í fjøllini uttanum Vestmanna
skutu vit tunnlar at veita vatn
ígjøgnum, og tað mátti eisini
borið til at gjørt eitt hol til
bilar millum Streymoynna og
Vágoynna, hóast tað var undir
sjónum, undirsjóartunnlar
vóru gjørdir fyrr. Kanningar
vórðu gjørdar av landslagnum
og tilfarinum undir sundinum,
umframt at uppskot til tunnlar
vóru gjørd, men hesi hugskot
vóru tikin burturúr tá bókin
varð redigerað. Bókin skuldi
vera seriøs, og hildið varð ikki,
at tíðin enn var komin, til so
radikalar ætlanir.
Suðuroyarsambandið
um Sandoynna
Líkt er til at tað harmar Tummas
Arabo, at tað frá lokalari síðu,
t.v.s. úr Suðuroynni ongatíð
hevur veriðroynt at fingið eina
farleið millum Suðuroynna og
Havnina um Sandoynna. At
suðringar ikki hava lagt í hesa
farleið er væl skiljandi, tí tá tú
ert komin á Sand, ert tú komin
norður um Skálahøvda. Um siglt
varð beinleiðis, er hálvur tími
eftir á Havnina.
Hevði verið Siglt á Sand,
høvdu í minsta lagi gingið einir
tveir tímar, frá tí tú fert á land á
Sandi, til tú ert í Havn. Eisini er
vandi fyri, at bussar ikki eru á
Sandi til allar suðringarnar, og tá
tú kemur til Skopunar, so svølgir
Teistin ikki.
Stuttan siglingartein
At fólk vilja sigla stytstu leið,
er ikki nakað nýtt. Í hugaheimi
ferðafólksins er ferðingatíðin,
tann tíð tey sigla. Eg minnist
fyri einum fjøruti árum síðani,
tá eg á einum av mínum mongu
suðuroyarferðunum kom í
prát við Danbjørg, sum í eitt
mannaminni var tingmaður
fyri Suðuroynna. Hetta var í
sextiárunum, stutt eftir at tann
Smyril, sum var smíðaður á
Tórshavnar Skipasmiðju, varð
farin í sigling. Tá prátið kom inn
á hvaðar nýggi Smyril skuldi
sigla, segði Danbjørg, at stóð tað
til hansara, skuldi hann ongatíð
sigla longur enn á Sandvík.
Tey umleið fimm árini sum
samferðslustjóri, minnist eg,
at fólk úr Eysturoynni, og
sum so eisini úr Norðoyum,
roknaðu ferðingatíðina, tey
trý korterini tað tók at sigla av
Toftum til Havnar. Tíðin, eitt
nú, av Viðareiði til Klaksvíkar,
um Leirvíksfjørð og út á
Toftir, varð ikki roknað uppí.
Sjálvt strandingar roknaðu ikki
korterið, av Strondum yvir á
Toftir uppí.
Søgulig leið
Fyri at koma aftur til suðuroyar
leiðina, so var hon fyrr um
Sandoynna, men tað var tá gingið
varð millum bygdir og róð var
um fjarðir og sund. Fleiri ferðir í
nýggjari tíð hevur verið talað um
hesa leiðina til Suðuroyar, men
hon fór í søguna á vári í 1975, tá
hesin Smyril, sum nú gavst, kom
til landið og fór at sigla millum
Suðuroynna og Havnina.
Sum viðurskiftini eru siglir
Smyril beinleiðis á Havnina,
og ongastaðni inn á vegnum.
Fyrr enn koyrandi er av Sandi
til Havnar, er ein suðuroyarleið
um Sandoynna neyvan hugsandi,
men tað krevur risastórar íløgur.
Verður farið undir tunnil undir
Skopunarfirði, er tað neyvan
fyri sandoyingar, hann verður
gjørdur, tí illa er hugsandi, at ein
íløga fyri eina milliard verður
gjørd til tey fáu folkini, sum
búgva í Sandoynni.
Vegir havnir og tunnlar
Enn er ikki komið meira
enn hálva leið til Suðuroyar,
har skulu verða gjørd nýggj
havnaanlegg við verjugarðum
og ferjubakkum bæði heimi á
Sandi og í Sandvík, tveimum
brimplássum. Eisini skulu vit
hava nýggjan veg við nýggjum
tunnillum úr Trungisvági
til Sandvíkar. Verður siglt
millum Drelnes og Sand, vera
anleggsútreiðslurnar minni, men
strekkið er longri, og tí verður
frekvensurin, títtleikin, ikki so
stórur. Ikki er vist, at hetta ger so
nógv, tí tríggjar ferðir um dagin,
ella kansk fýri ferðir, man vera
nóg mikið enn.
Nýggi Smyril
Støddin á skipinum, ið skal røkja
suðuroyarsiglingina, verður ikki
ásett eftir nøgdini, sum skal
flytast, men eftir farvatninum,
skipið skal sigla. Har sleppa vit
ikki við minni skip enn tann
Smyril, sum júst er givin at
sigla, og sum annars var rókiliga
stórur og sigldi ivaleysaskjótt
til at flyta alt, sum skal flytast
millum Suðuroynna og Havnina,
fleiri ferðir um dagin, men hann
er gamal, og neyðugt var við
nýggjum skipi. Ikki tí, nýggi
Smyril er eitt vælaskip bæði so
og so, men vit kundu spart nógv,
um bygt varð eftir tørvinum.
Framtíðar íløgur
Málið er væl, at tað verður koyr
andi til Suðuroyar, og stuttligt
hevði verið at uppliva tað, men
hugsa vit um tær stórar íløgur,
sum seinastu árini eru gjørdar
í samferðslukervið í samband
við Suðuroynna og Sandoynna,
skal tað ganga væl fíggjarliga í
Føroyum.
Íløgurnar í nýggjan Smyril,
ferjubakkar við Tvørafjørð,
tunnil millum Hov og Øravík
og tunnilin til Sumbiara mugu
tátta væl í milliardina. Eitt gott
vegasamband til Hvalbiara,
Sandvíkar og Fomjins er væl
eisini ynskjandi.
Íløgurnar í nýggja Teistan,
havn á Gomlurætt, nýggjan
veg til Havnar og umbyggingar
av Gomlurætt og havnina í
Skopun, munnu hava verið
einar tríhundrar milliónir,
um tað røkkur, og tá er betri
vegasamband til Dals eftir.
Ikki eitt øvugt orð um hesar
íløgur, tað ræður um at gera tað
liviligt hjá øllum í landinum,
men ikki er óhugsandi at aðrar
íløgur verða gjørdar fyrst, áðrenn
fleiri íløgur verða gjørdar í
samferðslukervið í Suðuroynni
og Sandoynni.
Landsplanur