Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Starvsfólk til teknisku umsiting Leirvíkar og Gøtu kommunur hava gjørt samstarvs- avtalu innan teknisku umsiting. Í hesum sambandi søkja vit eftir fólki til teknisku umsiting at byrja 1. januar 2006. Arbeiðsuppgávur: • Umsiting av øllum tekniskum viðurskiftum hjá kommununum • Fyrireiking av málum til teknisku nevndirnar • Evt. projektering og eftirlit • Aðrar fyrifallandi uppgávur. Í løtuni arbeiðir ein byggifrøðingur í teknisku umsitingini. Førleiki: Vit søkja eftir einum verkfrøðingi, byggifrøðingi ella einum persóni, sum hevur aðra hóskandi tekniska útbúgving og sum hevur góðan teldukunnleika. Royndir innan almenna umsiting er ein fyrimunur. Løn: Lønin verður goldin sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag. Upplýsingar og umsókn: Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til teknisku umsiting, Sakaris Guldbro, byggifrøðing, tlf. 443006 og 584455. Umsókn við avritum av prógvum og ummælum skal sendast til Leirvíkar Kommunu, Postboks 42, 520 Leirvík og verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. november 2005 kl. 15.00. Leirvíkar Kommuna Lesið -so eru tit við! Nr. 217 - 11. november 2005