fríggjadagur 11. november 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 11. november 2005
41
Fyristøðufólk til
Hotel Ørkin
Sjómansheimið í Reykjavík
Søkt verður eftir fyristøðufólki til Hotel Ørkin,
Sjómansheimið í Reykjavík, at byrja 1. mai 2006.
Vit rokna við, at tú:
• hevur innlit í roknskap og fíggjarligt skil
• ert ein persónligur kristin og tekur undir við
grundarlagnum
og
endamálinum
hjá
Sjómansheiminum og Sjómansmissiónini
• ert álítandi, røkin, fyrikomandi og kann arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur leiðara- og samstarvsevni.
Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt og spennandi leiðarastarv við
avbjóðingum í høvuðsstaði Íslands
• eitt arbeiðspláss í kristnum umhvørvi
• løn og setanartreytir eftir avtalu.
Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum,
skal verða stýrinum í hendi í seinasta lagi
18. november 2005
Umsóknir skulu stílast til:
Hotel Ørkin - Sjómansheimið
att: Kirkjuliga Heimamissiónin
437 Nesvík
(og viðmerkja: Umsókn Ørkin)
Fleiri upplýsingar fáast við at ringja tlf. 470000
Tel: +354 568 0777. Fax: +354 568 9747
t-postur: orkin@simnet.is www.hotel-orkin.com
Hotel Ørkin - Sjómansheimið í Reykjavík er sjálvseigandi stovnur
knýttur at Hini føroysku Sjómansmissiónini. Heimið, ið var tikið í
nýtslu 1991, hevur 20 dupultkømur, matsal, fundarhøli o.a. og
liggur mitt í býnum.Umframt føroyingar vitja eisini íslendingar og
aðrir útlendingar heimið. Hvørja viku eru møtir og onnur tiltøk á
Sjómansheiminum. Dentur verður lagdur á eitt kristiligt heim við
góðari tænastu í rúsfríum umhvørvi.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3418,
Sp/f Vesturvarði, 110
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
28.10.2005
Partapeningur:
Lækking við kr. 100.000,00
til kr. 0,00 til rindan av
halli. Hækking við kr.
100.000,00 til kr.
100.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kr. 100.000,00 við
skuldarumskifti til kurs
2000.
Stjórn:
Farin frá sum
ábyrgdarhavandi:
Føroya Skiftirættur, C.
Pløyensgøta 1, 100
Tórshavn
Innkomin sum stjóri:
Bjarti Mohr, V.U.
Hammershaimbsgøta 36,
100 Tórshavn
Skráseting Føroya
tann 10. november 2005
Kristin Balle
_______________________