mánadagur 14. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 14. november 2005
3
Jólagávublaðið frá Nettorginum
er at fáa í øllum handlum FK
Lættari, hugaligari, høgligari...
Keypið/bíleggið jólagávurnar í FK nú!
Gjørt verður vart við, at prísbroytingar kunnu vera á nøkrum av vørunum í blaðnum
www.fk.fo
Heimsins kendasti sjón
varpskokkur bretin Jamie
Oliver, hevur skapt mikla
øsing í Bretlandi, tí hann í
nýggju sendingini hjá sær,
flettir ein seyð. Jamie Oliver
svavar seyðin í sendingini,
og hetta vilja bretsku hyggj
ararnir ikki finna seg í, og
sjónvarpsrásin Channel
4 er niðurringd av illum
hyggjarum, skrivar TV2.
dk.
Jamie Oliver tekur ikki
øsingina so tungt og sigur,
at ein kokkur, ið hevur mat
gjørt yvir 2000 seyðir, eigur
at hava dripið í minsta lagi
eitt djór.
Jamie Oliver fletti seyðin
í nýggju sendingini hjá sær,
har hann ferðast kring Italia
við sínum kampingbili, og
roynir at endurfinna tokkan
til matgerð.
nud
Tann 18. og 19.
nov. verður danska
countrysangarinnan
Wenche Hartmann
í Føroyum. Hon og
manning hennara
spæla til dans í Havn
og í Vági
Tónleikur
dagfinn@sosialurin.fo
Dansur verður í høllini
á Hálsi í Havn og í VB
høllini í Vági við Wenche
Hartmann vikuskiftið 18.
og 19. november.
Tað er kappróðrarfelagið
í Sumba, ið hevur fingið
hana til Føroya. Sumbingar
eru í gongd við at fáa neyst
í Lopra til kappróður.
Talan er um at keypa bátar.
Neystagrundin er stoypt og
tað er kommunan, ið hevur
staðið fyri hesum. Men so
skal arbeiðið gerast liðugt
og tað er hetta, ið tiltøkini
við Wenche Hartmann skulu
hjálpa við peningaliga.
Neystið er stórt, eini 100
fermetrar, og ætlanin er at
hava alla útgerð, so sum
rógvitól og annað.
Wenche Hartmann er
countrysongkvinna,
ið
veruliga hevur undanvind
í Danmark og 18. og 19.
sleppa føroyingar at dansa
til countrytónleik, so sum
hann eigur at ljóða.
Wenche Hartmann til Føroya
Jamie Oliver øsir bretar
Eitt einstakt
barnaverndarøki
Sundalagið: Nógvar
kommunur og oyggjar hava
í seinastuni skipað seg í
serstøk barnaverndarøki.
Nú hevur so Sunda
kommuna eisini tikið eina
avgerð í hesum máli.
Á
seinasta
bygda
ráðsfundinum samtykti
bygdaráðið eitt tilmæli
frá
trivnaðarnevndini
í kommununi. Trivnað
arnevndin mælti her til at
øll kommunan verður skip
að sum eitt einstakt barna
verndarøki.
Skipast skal soleiðis
fyri at fyrisitingin av
hesum økinum verður í
Sunda kommunu. Ætlanin
er somuleiðis at seta eitt
fakfólk í starv.
Sagt verður, at um aðr
ar kommunur ynskja
at samstarva við barna
verndarstovuna í kommun
uni, so kunnu samráðingar
takast upp um tað.
sb.
Føroysk vitjan til
missiónsviku
Klaksvík: Í mong ár hevur
KFUM&K havt sonevndar
missiónsvikur um heystið,
har møtir verða hildin hvørt
kvøld í eina viku. Soleiðis
verður eisini í ár.
Missiónsvikan byrjar í
kvøld og annaðkvøld við
bønarmøti, meðan møtini
sjálvi byrja mikukvøldið og
vara fram til sunnudagin.
Til hesi møtini hevur
leiðslan í KFUM & K
fingið klaksvíkingin Hera
Elttør at tala. Hann virkar
sum trúboðari í Danmark,
og kemur hann at tala á
møtunum um vikuskiftið.
Annars tala Ingolf Jo
hannesen og Alfred Olsen,
umframt at nógvur sangur
er á skránni.
sb.