Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 218 - 14. november 2005 Árliga Allahalganna­ konsertin hjá Ljómi var í gjárkvøldið í Vágs Kirkju og eydnaðist væl Vanligt er, at Kirkjukórið Ljómur hevur Allahalganna konsert í november. Og í gjár­ kvøldið hevði Ljómur árligu konsertina og Dorte Tilma stjórnaði kórinum. Afturat sanginum og urgu­ spæli var eisini tónleikur frá Suðuroyar Consert Band. Hetta eru næmingar í Suðuroyar Musikkskúla undir leiðslu av Ulf Nord­ lund. Konsertin hevur hátíðar­ dám og vanliga eru nógvir lurtarar og so var eisini hesa­ ferð. Á skránni hjá Ljómi stóð Himlarnir kunngera, So eiggilig gleðin, felags­ sálmurin Eitt snjóhvítt her­ lið er at sjá, Kór, urga og orkestur; úr Judas Macca­ bæus, Beati Mortui, Like as the hart, Herr ich schrei’ zu dir, Nú hvítna tindar, So friðarlig grøvin, Teach me Lord og Føgur er foldin við blásarum, urgu og síðsta ørindi sum felagssálmi. Nú hvítna tindar hevur serstakt tilknýti til kórið og er eisini felagssálmur við Allahalganna konsertirnar og tá er eisini offurgongd. Hetta er fastur táttur við hesar konsertirnar. Orkestrið spældi Marsj úr Alceste og Abide with me. Bæði kór og orkestur komu sera væl frá konsertini. Ein hevur mangan hug at undrast yvir sterka ljómin í Ljómi, tí talið á sangarum í kórinum er minni, enn ein skuldi hildið, um ein letur oyruni døma. Ikki stórt, men eitt dugnaligt kór við traditiónum. Og til felagssangin við endan á tímalongu konsert­ ini, Føgur er foldin, ljóm­ aðu cornettin hjá Rakul og trombonin hjá Sólfríð fram­ úr væl. Ein gleðilig árlig hending fór framvið og ein tími gekk skjótt, tí tíðin gongur skjótt, tá ein hugnar sær. -do- Tað hevði uttan iva komið óvart á teg um tú visti hvussu nógv mynstur, lamellir og gummiblandingar hava at týða, tá ið tað ræður um dekk. Fleiri ella smáir munir kunnu hava avgerandi týdning í einari knappari vending. Fyri teg og tey, ið tú hevur við tær í bilinum, merkir Good Year ein eyka trygd, tí tit fáa alla okkara vitan um dekk við í keypinum. Koyr varliga og góða ferð UltraGrip 7 UltraGrip 500 Ice Navi NH Tel 314975 www.superdekk.fo Ljómur og Suðuroyar Consert Band høvdu góða konsert Bíleggingarseðil Undirritaði ynskir at fáa annað bindið, “Kaj 2 – ein dokumentarisk ævisøga” sendandi við postinum útgávudagin, sum verður seinnu helvt av oktober. Bókin er 440 síður og kostar 399,- kr. í sølubúðunum. Til ber at keypa bæði bindini gjøgnum hendan bíleggingarseðil beinleiðis frá for- lagnum fyri 349 krónur hvørt, tá er postgjald íroknað. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard Ovaragøta 1, 188 Hoyvík. Tel. 322800 ella 223143 Teldupostur: justinus@post.olivant.fo www.hellurnar.com Verður sent ópostað (móttakarin rindar postgjaldið) 330  Undirskrift Eg bíleggi: KAJ stk. KAJ2 stk. Navn: Bústaður: Postnummar: Bygd/býur: fyrsta bind annað bind Eitt kríggi Er millum hEsar báðar myndirnar av skiparanum Kaj, og tað er hetta kríggj, seinni heims- bardagi, annað bindið í ævisøguni um Kaj snýr seg. Seinni heimsbardagi var eisini ein gulltíð fyri teir sum sluppu at sigla. Hvussu nógv fortjentu teir? Eitt yvirlit er aftast í bókini yvir inntøkurnar hjá hvørjum einstøkum manni, sum sigldi hjá Kjølbro, enntá túr fyri túr undir krígnum. Bíleggjast kann eisini beinleiðis gjøgnum heimasíðuna www.hellurnar.com.