Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 218 - 14. november 2005 Eldur í Leivsgøtu Leygarmorgunin stutt fyri miðdag varð sløkkiliðið í Havn boðsent tí nógvur roykur kom úr einum sethúsinum í Leivsgøtu í Havn, ein kvinna var í húsinum, men hon varn­ aðist ikki roykin, ið kom úr skorsteininum. Tað vóru tí grannarnir, ið boðsendu sløkkiliðið og søgdu kvinnuni frá. Hon var skjót á dyr. Av sløkkiliðsstøðini verður sagt, at talan var um eld í sjálvum skor­ steininum, og at vandi ong­ antíð var á ferð, sjálvt um tað sá ógvusligt uttanifrá. Næstan eingin roykur kom inn í húsini, og eingin skaði stóðst av royki, eldi ella vatni. nud Rendi á eini hús Ein ungur maður varð flutt­ ur á Landsjúkrahúsið aftan á eitt ferðsluóhapp um seks tíðina leygarmorgunin. Hann var farin við bili tvørur ígjøgnum ein garð og víðari inn í eini hús í Hoyvík. Bilurin varð vrak, men tann ungi maður slapp sambært løgregluni frá óhappinum uttan stórvegis snuddir. Bilførarin var einamallur í bilinum. Hann hevði ikki koyrikort, og mistanki er um, at hann koyrdi ávirk­ aður. nud Takið loysnaði hjá Poul Hansen Seinnapartin leygardagin varð sløkkiliðið í Havn boðsent til lakkgoymsluna hjá Poul Hansen, tí partar av takinum vóru loysnaðir í nógva vindinum, hetta er eftir øllum at døma hent leygarnáttina, men varð ikki uppdagað fyrr enn út á seinnapartin. Sløkkiliðið fekk nelgt tað leysa fast aftur, uttan at størri skaði hendi. nud Trettan ára gamal drongur hvarv Fríggjakvøldið varð ein trettan ára gamal drongur í Havn eftirlýstur á Løgreglustøðini, hann var farin til fótbólt um seinnapartin, og var ikki sæddur síðan. Leygarmorgun fekk løgreglan fráboðan um, at drongurin var komin heim aftur. nud Skaði av vindi í Mykinesi Onkur tekja er rivin og nakrir rútar farnir í ymsum húsum, tí leyst hevur ligið og rikist millum húsini. Eisini eru bátar koppaðir og hava skrætt seg leysar niðri á støðni, segði Esbern í Eyðansstovu um skilið í Mykinesi við Útvarpið leygarkvøldið. Esbern visti frá veður­ kønum á staðnum at siga, at tey ikki minnast verri vind enn tað sama, og mettu vindin í hvirlunum at vera 50­60 metrar um sekundið. nud Skúlastjóri harm­ ast um søgu í BT Danska tíðindablaðið BT hevur seinastu dag­ arnar skrivað nógv um Sønderbro Skole á Amager. Hetta er skúlin, har flestu børnini, íð búgva á Oyrasunds Kollegiinum ganga. Har ganga sostatt nógv føroysk børn. Nú harmast skúlastjórin um skrivingina. Ein leysur vikarur og ein yvirlærari í skúlanum, hava funnist harliga at teimum muslimsku børnunum á skúlanum. Í eini grein tosar yvirlærarin Gitte Kongsted um sínar upplivingar. Hon fortelur um eina ferð hon kendi seg hóttan av einum mus­ limskum næmingi, tá tey kjakaðust um myrda hálendska filmstjóran, Theo Van Gogh. Hon sigur eisini, at hon hevur hoyrt ein næming sagt við ein annan, at um Allah bað hann, so hevði hann dripið klassafelagarnar. Út frá hesum báðum dømum sleppur hon í BT at fordøma allar muslimar, og koma við alskins nið­ urstøðum um hví og hvussu innflytararnir hava trupulleikar við at tillaga seg til danska samfelagnum. Hetta hendir beint uppundir eitt kommunuval í Dan­ mark, har serliga høgra flokkarnir tosa nógv um strangari reglur fyri etniskar minnilutar. Í brævi til foreldrini hjá børnum á skúlanum fríggjadagin, sigur Henn­ ing Sørensen skúlastjóri, at hvørki hann ella hinir lærararnir á skúlanum kenna til trupulleikarnar, ið greinin fæst við. Hann hevur spurt starvsfólki á skúlanum, og øll eru hørm um hesa einsíðugu skriving og skilja einki. Henning Sørensen leggur dent á, at um skúla­ leiðslan var varug við tílíkar trupulleikar, so høvdu tey eisini tikið stig til at loyst teir. Við BT sigur Henning Sørensen, at sjálvandi kann kjakið vera hart av og á, og hann minnist, at Gitte Kongsted kendi seg hótta av einum næmingi. Men tílíkt hendir, bæði danskir og útlendskir næmingar gerast óðir viðhvørt og kallað lærarar ymikt. Men vanliga taka lærarar ikki tílíkt so tungt. Á gbob.com liggur ein internetútvarpsrás, ið bara spælir føroyskan tónleik, har kunnu luttakandi gbob bólkar uppløða tónleik GBOB Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin fara nakrir og tjúgu føroyskir bólkar at kappast um at vinna føroyska plássið í finaluni í The Global Battle Of The Bands. Í finaluni fer ein føroyskur bólkar at kapp­ ast við 25 aðrar bólkar úr líka nógvum londum. Á heimasíðuni hjá kappingini er eitt netradio, sum spælir tónleik hjá bólkum, sum taka lut í kappingini, her ber eisini til at hoyra føroysku bólkarnar. Bólkar, sum hava teknað luttøku, fáa eitt log­in til GBOB heimasíðuna og kunnu sjálvir uppløða tón­ leik, myndir og annað. Ein møguleiki, sum hetta gevur, er at tú kanst lurta eftir luttakandi bólkunum á netradiostøðini á heima­ síðuni. Her kanst tú kunna teg við bólkar úr øllum lut­ takandi londunum ­ ein rás er fyri hvørt landið. Trýst á rullugardinurnar og vel tað landið, sum tú vilt hoyra tón­ leik úr. Her ber millum annað til at hoyra ekstremrokkararnir úr Synarchy og Sic, MTV punkin hjá The Dreams ella Føroya glaðasta bólk Lama Sea. Stutt sagt, er talan um eina internetútvarpsrás, sum bert spælir føroyskan tónleik. Tú finnur netradiospælaran á www.gbob.com/x­radio.asp Radio GBOB ­ lurta eftir luttakarum á netinum Høgni Hoydal noyddist at spyrja tríggjar ferðir upp í saman, áðrenn danski forsætismálaráðharrin vildi svara, um Ríkis­ umboðið ávaraði Forsætismálaráðið ímóti at skriva polit­ iskar boðskapir inn í røðuna hjá drottningini. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Anders Fogh Rasmussen var ikki nógv fyri at svara spurninginum hjá Høgna Hoydal, um For­ sætismálaráðið varð ávarað av Ríkisumboðnum um ikki at skriva politiskar boðskapir í røðuna hjá Drotningini í Norðurlandahúsinum í sam­ bandi við Føroyavitjanina hjá kongshúsinum. Heilar tríggjar ferðir mátti Høgni Hoydal spyrja upp í saman, áðrenn Fogh vildi svara spurninginum, og tá gjørdist svarið sera ófull­ fíggjað. Hann segði stutt sagt, at hann ikki kendi nak­ að til hvat Ríkisumboðið hevði sagt “For at sige det ligeud: Jeg har ikke noget kendskab til, hvad rigsombudet måtte have sagt i denne her sag, men det er jo heller ikke afgørende.”. Hetta heldur Høgni Hoydal vera sera undrunarvert, tí Anders Fogh Rasmussen hevði ríkan møguleika til at kannað málið, um hann veruliga ikki kendi nakað til tað. Hann fekk nemmiliga spurningin skrivliga 10 dag­ ar frammanundan, at hann skuldi svara honum. Í staðin fyri at svara brúkti Anders Fogh Rasmussen nógva tíð og orku til at greiða frá, at talan hjá drotningini ikki var politisk. Høgni Hoydal sigur við Sosialin, at um For­ sætismálaráðið ikki var ávarað, hevði Anders Fogh Rasmussen bara kunna sagt “Nei”, og Høgni tekur tað tí sum eina sjálvfylgju, at Ríkisumboðið ávaraði Forsætismálaráðið ímóti politiska boðskapinum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og umboð fyri kommunurnar í Føroyum samdust á fundi fríggjadagin, um fíggjartørvin kommunurnar hava í sambandi við, at fleiri øki gerast kommunal ábyrgdarøki. Skrivar Bárður Nielsen landsstýrismaður í fíggjarmálum í tíðindaskrivi.. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Komandi ár verða fleiri øki, sum í dag eru umsitin og rikin av landinum, løgd út til kommunurnar at umsita, nøkur partvíst og onnur heilt.. Økini, eru barnavernd, stuðlar innan dagstovnaøkið, stuðul til umsorganararbeiði og fólkabókasøvn,. Í tí sambandi hava Fíggj­ armálaráðið, Kommunu­ samskipan Føroya og Før­ oya Kommunufelag í dag hildið fund, har partarnir hava tosað saman um útleggingarætlanina. Serliga hava partarnir lagt dent á fíggjarligu umstøðurnar kring ætlanina, sigur Bárður Nielsen í tíðindaskrivinum. Partarnir eru samdir um, at fíggjartørvurin hjá kommununum í sambandi við yvirtøkuna av nevndu økjum er tilsamans góðar 56 mió. kr., svarandi til knapt 1,1 skattaprosent. Hædd er tikin fyri hesum í lækkingini av landsskattinum, og kommunurnar kunnu hækka skattin tilsvarandi, uttan at borgarin merkir hetta. Partur av ætlaða skatta­ lættanum í 2006 er at hækka botnfrádráttin hjá landi og kommunum við 2.000 kr. Fyri kommunurnar merkir hetta slakar 13 mió.kr. Ójavnt er, hvussu komm­ unurnar eru fyri fíggjarliga, og tað er eisini ójavnt, hvussu ymisku broytingarnar fara at virka í einstøku kommununum. Tí ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu nettoúrslitið av umleggingunum og skatta­ lættanum fer at kennast hjá skattaborgarunum í einstøku kommununi. Hetta fer at vísa seg, sum frá líðir. Á fundinum fríggjadagin vóru partarnir á einum máli um, at skal tann týðandi tilgongdin, har kommunur taka ábyrgd av fleiri økjum, halda fram, er umráðandi at útleggingarnar verða fyri­ reikaðar væl. Um landsstýrið og kommunurnar frameftir fremja umleggingar í út­ reiðslubýtinum millum land og kommunur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjar­ málum, at hann vil virka fyri, at kommunurnar fáa stundir at lagað fíggjarætlanirnar til broytingarnar. Anders Fogh vildi ikki svara Høgna Land og kommunur samdar