mánadagur 14. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 14. november 2005
7
Tutl fegnast um
“Beste world
Album”
Tutl fegnast um at
Afenginn fekk “Beste
world Album” prísin
á Dansih World
Awards 2005, tí fløgan
Retrograd er nevniliga
útgivin á føroyska
útgávufelagnum Tutl
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Danish World Awards fór
fram 11. november og
bólkurin Afenginn fekk
heiðurin “Beste world
album” fyri fløguna Retro
grad.
Hetta fegnast føroyska
plátufelagið Tutl um í
tíðindaskrivi, tí tað er Tutl,
ið hevur staðið fyri at geva
fløguna út.
Fløgan er hin fyrsta hjá
bólkinum, sum sá dagsins
ljós í 2002.
Sagt verður í tíðinda
skrivinum frá Tutl, at
Afenginn spælir bland
aðan tónleik: balkan,
norðurlendskt, klezmer og
klassiskt og afturat hesum
er so eitt vet av sterkum
finskum punki.
Bólkurin hevur síðani
byrjan spælt eini 150 kon
sertir á okkara leiðum,
men hevur eisini vitjað
longur suðuri.
Retrograd, sum Tutl
Records gav út, hevur fing
ið góð orð við á vegnum
í donskum miðlum, men
eisini øðrum útlendskum
miðlum og t.d. valdi týska
blaðið Folkworld fløguna
millum fimm tær bestu í
2005.
Bólkurin fer í næstum á
ferð í Svøríki, Belgia og
Sveis og síðsta konsertin
á ferðini er á Café Bartof
á Frederiksberg tann 9.
desember.
Ræst kjøt, Eyðun
og Terji
Leygarkvøldið 26.
november fara Eyðun
og Terji á pallin í
Århus í sambandi
við stóru ræst kjøta
veitsluna
FØROYINGAFELAG
Tað er ferð á virkseminum
hjá føroyingum uttanlands.
Hóast fleiri og fleiri nú
velja onnur lond enn ríkis
felagan, Danmark, so
skerst tað ikki burtur, at ein
øgilig rúgva av føroyingum
býr í Danmark.
Í Århus hava tey eitt sjálv
boðið føroyingafelag, sum
at kalla uttan almennan
stuðul skipar fyri ymsum
tiltøkum. Størsta tiltakið
hjá felagnum er árliga
ræst kjøta veitslan. Og
hendan verður í ár víðkað
til eisini at rúma livandi
tónleik. Talan er um rætti
ligt føroyskt ræst kjøt, og
veitslan er tann størsta
veitslan fyri føroyingar á
Jútlandi, og undanfarin ár
hevur gravgangur verið
eftir atgongumerkjum.
Umframt ræst kjøta
verður eisini møguleiki at
vinna flogferðir umframt
aðrar góðar vinningar.
Limir fáa avsláttur, men øll
kunnu stókka inn á gólvið
í føroyingafelagnum og
keypa sær eitt atgongu
merki.
Eyðun og Terji spæla
Tað verða Eyðun Nolsøe
og Terji Rasmussen eisini
á pallin at spæla til dans
eftir borðhaldið. Báðir
hava í nógv ár verið mill
um best umtóktu føroysku
tónleikararnar, og tað
fer at neyvan at bila hjá
fólki at syngja við. Teir
fara at dríva í nógvar av
klassikarunum frá solo
útgávum og frá Eyðun og
Terja útgávunum.
Veitslan verður leyg
arkvøldið 26. november
kl. 19, og atongumerki
fáast í hølunum hjá før
oyingafelagnum í Århus
í Vestergade 48D.
Fleiri upplýsingar fáast
á www.aarstova.dk
G!Music funnið
enn ein dómara
til GBOB
Tá The Global Battle Of
The Bands verður næsta
vikuskiftið er ætlanin at í
minsta lagi tríggir av teim
um fimm dómarunum eru
útlendskir. Danin Jeppe
Nissen er longu váttaður,
og í dag kom ein norr
maður á listan.
Kristoffer
Kinden
Endresen, er eldhugaður
norrmaður miðskeiðis
í tjúgunum, sum hóast
hann er ungur, hevur
hollar royndir innan tón
leikaídnaðin.
Kristoffer
Kinden
Endresen hevur seinastu
árini arbeitt kring alt
Skandinavia.
Millum
annað sum fyriskipari á
Mejeriet í Lund í Svøríki,
sum bookingagentur fyri
Gearbox Agency í Dan
mark og sum agentur fyri
norska booking felagið
TikTak. Hann hevur
arbeitt við at leggja til
rættis konsertferðir yvir alt
europa og er stjórnarlimur
í Network Europe, sum er
eitt samtak av europeiskum
bookingagentum.
nud
Um ellivu tíðina sunnu
morgunin varð líkið av tí
unga manninum, ið hvarv
leygarnáttina,
funnið.
Froskmenn funnu unga
mannin á sjónum við keiina
á vestaru síðu í Klaksvík.
23 ára gamli maðurin varð
eftirlýstur í leygarkvøldið,
og í Klaksvík fóru tey at
leita á sjógvi og landi,
um miðnáttarleitið varð
fartelefonin hjá honum
funnin á bryggjuni, og tveir
froskmenn fóru hóast myrkt
var á sjógv at leita. Tó var
sýnið so ringt, at einki varð
funnið. Leitingin helt fram
til kl. fýra sunnunáttina.
Sunnumorgun
um
hálvgum ellivu tíðina var
aftur fari at leita framvið
sjóvarmálan, og stutt eftir
fóru froskmenn niður. Bert
eitt lítið bil gekk, áðrenn
líkið varð funnið.
Maðurin var síðst sæddur
um fýra tíðina leygarnáttina
á vestaru síðu av Klaksvíkini
á veg úteftir, tí var alla tíðina
leitað í hesum øki. Løgreglan
hevur onga ábending um,
hvat er hent. Men eins og
í restini av landinum var
veðrið leygarnáttina sera
ringt í Klaksvík.
nud
Ódnarveðrið síðstu
dagarnar hevur havt
við sær, at í Koltri
leyp stór skriða
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ein stór skriða leyp í Koltri
fríggjakvøldið ella møguliga
seinni um náttina. Bjørn
Patursson, bóndi, sigur, at
hann á kvøldi hugsaði mest
um vindin, tó at áarførið
menti seg upp á fáar tímar.
Men vindin metti hann at
vera eini 30 til 35 metrar
um sek., og harvið eitt tað
mesta, ið hann hevur upp
livað í Koltri.
Skelkað
Men tað var áarførið, ið
gjørdi um seg, og í dag eru
tey skelkaði og rættiliga
illa við framvegis, eftir
hendingina. Tá tey vaknaðu
leygarmorgunin hugdu tey
út, og sjónin var skelkandi.
Talan er um eitt økið,
har áir møtast og fara undir
jørð og har eru gongdir, ið
eru eina manshædd høgar.
Men trýstið hevur verið
so stórt, at alt er sprongt,
sigur Bjørn Patursson, ið
meira enn einaferð hevur
verið eftir lombum í stóru
gongdunum.
Bóndahjúnini í Koltri
hava heimasíðu, har tey við
myndum og teksti greiða væl
frá støðuni. Har stendur m.a.
soleiðis 12. november :
”Stórt skriðulop ið byrjaði
omanfyri Hamarsgarð mundi
undirgrivið kirkjugarðin.
Helst hava Koltursmenn í
síni tíð hugsa um brimgangin
sum til tíðir kann verða
ógvusligur tvørtur um oynna
tá teir avgjørdu at leggja
kirkjugarðin so ovarliga.
Men neyvan hugsaðu teir
um, at vandin eisini kundi
komið úr erva. Og, til alla
lukku bleiv skriðan skotin
suður um garðin sum, til
alla Guðs lukku, bert fekk
”smávegis” skaða á vestaru
síðuna.
Beint oman fyri kirkju
garðin er eitt gil har fleiri
áirnar úr erva savnast og
keldur koma út. Hesar áir
hava grivið sær djúpar og
stórar tunnlar undir svør
inum heilt oman á slætt
har tær aftur koma fyri ein
dag. Og tað er helst høvuðs
orsøkin til at skriðan bleiv so
ógvuslig. Tunlarnir hava ikki
megnað at svølgt áarførið,
ið kom so brádliga úr erva.
Trístið frá vatninum hevur
sprongt svørin oman av
tunlunum sum síðani hevur
demmað fyri vatninum og so
er´”bólturin farin á rull”.”
Upprudding
Enn eru tey so skelkaði í
Koltri eftir ógvusligu hend
ingina, at tey ikki eru komin
so langt við at hugsa um
fylgjurnar ella arbeiðið, sum
nú skal gerast. Men bóndin
ásannar, at har gerst onki
við hond, tí har eru bøkkar
komnir oman, ið eru eina
manshædd. Men hvønn
hann skal venda sær til, veit
hann ikki rættiliga enn, og
enn eru hugsanirnar heldur
ikki rættiliga komnar so
langt viðvíkjandi stóra upp
ruddingararbeiðinum, ið er
fyri framman. Til tess er
skelkurin ov stórur.
Heimasíðan hjá bónda
hjúnunum í Koltri eitur
www.koltur.com
Ungur maður druknaði
Stór skriða leyp í Koltri
Tað kann kosta upp til
20 milliónir um árið
at lata Smyril sigla ein
túr afturat um dagin
ímillum Suðuroy
og Havnina, sigur
strandferðslan
SuðuROYAR
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal Smyril sigla ein túr
afturat um dagin ímillum
Suðuroy og Havnina, kann
tað kosta landskassanum
upp ímóti 20 milliónum
krónum um árið.
Tað vísa útrokningar hjá
Strandferðsluni.
Strandferðslan sigur í
útrokningum til Løgtingið,
at verður túratalið økt upp í
tríggjar túrar um dagin, fer
tað at kosta 811 milliónir
meir um árið í olju, alt eftir,
hvussu dýr oljan er.
Men fer tímatalið hjá
manningini upp um 14
tímar um dagin, verður
helst neyðugt at seta eina
manning afturat og tað fer
at kosta einar 10 milliónir
krónur afturat um árið.
Skal Smyril sigla meiri,
fer tað eisini at føra til størri
slit á skipið, og sostatt verður
tað eisini dýrari at røkja og
halda. Men, hvussu nógv
dýrair tað verður, er vónleyst
at siga.
Sostatt kann ein triði túr
ur um dagin føra við sær
eina eyka útreiðslu upp
á 20 milliónir krónur um
árið, umframt økingar í
umvælingar og viðlíkahalds
útreiðslum.
Hvussu nógv inntøkurnar
fara at økjast er hinvegin
vónleyst at meta um, men
tær verða undir ongum um
støðum nóg mikið til at svara
til øktu útreiðslurnar.
– Út frá einum handils
ligum sjónarmiði loysir
tað seg sostatt ikki at lata
Smyril sigla tríggjar túrar
um dagin.
Hinvegin vil Strand
ferðslan ikki meta um sam
felagsligu nyttuna av at lata
Smyril sigla ein túr afturat.
Á Samferðslufundinum
í Vági mánakvøldið, varð
funnist at, at siglingin hjá
Smyrli varð gjørd upp í
krónum og oyrum, tí tað
verða vegir, brýr og ferða
samband
aðrastaðni
í
landinum ongantíð gjørt og
Smyril er einasta tilknýti hjá
Suðuroyingum við megin
økið.
Kann kosta 20 milliónir at
lata Smyril sigla ein túr afturat
Suðuroyingar mótmæla, at einasta tilknýti við meginøkið, bara verður gjørt upp í pengum, tí tað
verða vegir, brýr og tunlar norðanfjørðs ongantíð gjørt