Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 218 - 14. november 2005 Marknaðarrák Síðani ársbyrjan er dollarin styrknaður 14% úr 1,36 í 1,17 mótvegis evruni. Útlit eru haraftrat fyri, at hann fer at styrkna meir. Tað eru serliga tvey evni, ið hava fingið dollaran at sveiggja: stóra gjaldsjavnahallið hjá USA, og munurin millum renturnar í USA og Evropa. Hall á gjaldsjavnanum merkir, at amerikanarar hava tørv á útlendskari fígging. Hetta ger tað neyðugt at selja dollarar, og tað fær dollarakursin at lækka. Hinvegin er stutta rentan í USA nú 4,0%, mótvegis 2,0% í Evropa. Stórir íleggjarar flyta tí pening úr Evropa til USA. Hetta fær dollaran at hækka. USA fer óivað at hava hægri rentu í langa tíð aftrat, og m.a. tí vænta vit, at dollarin sum heild fer at halda á at styrkna mótvegis evruni komandi árið. Renturnar hækka enn Renturnar vóru støðugar í farnu viku. 10-ára danska rentan er nú 3,49%. Tað er mest prát frá ECB-limum, sum hevur fingið renturnar upp. Vit vænta ikki eina álvarsama vend í rentunum hendan mánaðin. ØK hækkar munandi Mánamorgunin komu tíðindi um, at niðurlendska Numico NV ætlar at keypa deildina hjá ØK, ið framleiðir barnamat. ØK hevur í seinastuni havt ein marknaðarpart á 17% í Kina, ið er heimsins størsti marknaður fyri barnamat. Kostnaðurin er kr 8,9 milliardir, og keypið ger Numico NV til næststørsta barnamatframleiðara í Asiu. Eftir at tíðindini bórust, hækk- aði ØK 15%. Síðani ársbyrjan eru partabrøvini tvífaldað í virði. Hesa vikuna Fyri tíðina er stórur áhugi á fíggjarmarknaðunum fyri prísvøkstri. Hesa vikuna kann væntast røring á bæði lánsbræva-, partabræva- og gjaldoyramarknaðunum, tí tað verða kunngjørd prísvakstrartøl fyri bæði Evropa og USA. Um prísvøksturin er høgur, roknar marknaðurin við hægri rentum. Mánadagin, eftir evstamarki av Marknaðarráki, kunngjørdi Wal-Mart roknskap. Wal- Mart, úr USA, er heimsins størsta detail-handilsketa, og úrslit og metingar teirra seta tí vanliga dám partabrøvini. Bjørt tíðindi frá Wal-Mart vilja tí verða jalig fyri partabrøv. Dollarin styrknar av álvara Vika 46 2005 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 635,44 0,6% Lánsbrøv í DKK 104,15 0,0% JPY 5,39 0,9% Evru Lánsbrøv 172,55 -0,3% GBP 1.107,27 0,2% Norrøn Partabrøv 102,86 1,3% NOK 96,24 0,4% Altjóða Vøkstur 70,51 2,5% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 3,50% 14/08 14/09 15/10 940 980 1020 14/08 14/09 15/10 Skal Smyril 1 setast í sigling ímillum Havnina og Skálafjørð til Norðskálatunnilin verður liðugur, fer tað at kosta 45-50 milliónir. Ein fyribils meting vísir, at inntøkurnar verða einar 35 milliónir, men tað er ógvuliga óvist Skálafjarðar- Sigling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú arbeitt verður við at gera ábøtur á Norðskálatunnilin, hava politikarar reist spurn- ingin um at lata Smyril 1 sigla inn á Skálafjørð fyri at kunna stongja tunnilin og fáa arbeiðið skjótari frá hondini. Men tað fer at kosta landskassanum einar 45-50 milliónir at seta Smyril 1 í sigling ímillum Havnina og Skálafjørðin ímeðan Norðskálatunnilin verður gjørdur liðugur. Tað vísa útrokningar, sum Strandferðslan hevur gjørt fyri Løgtingið, men tá er roknað við, at hann siglir allan dagin, frá klokkan sjey á morgni til 21 á kvøldi. Umframt tað, skal eisini gjaldast havnagjald og kanska eisini vørugjøld. Skal fult havnagjald gjaldast fyri Smyril, fer tað at kosta níggju milliónir krónur. Hinvegin metir Strand- ferðslan fyribils, at inntøk- urnar av eini slíkari sigling kunnu vera 35 milliónir um árið. Men stovnurin ger sam- stundis vart við, at óvissan um inntøkurnar er øgiliga stór, tí tær kunnu bæði vera munandi hægri og munandi lægri. Men halda metingarnar, verður nettokostnaðurin av at hava Smyril 1 í sigl- ing ímillum Havnina og Skálafjørð til tunnilin verður liðugur, einar 10-15 milliónir, umframt havna- og vørugjøld. Men Strandferðslan ger eisini vart við, at skal Smyril 1 brúkast til endamálið, skal hann hava munandi ábøtur fyrst. Eitt nú skal róðrið gerast, plátur skulu skiftast, tí tær eru tærdar og hann skal hava aksil-trekk. Hvussu nógv tað kostar, veit Strandferðslan ikki enn. Møguleikin hevur eisini verið nevndur at lata Dúgv- una ella Ternuna røkja hesa sigling, men tað mælir Strandferðslan frá, tí tey taka ov fáar bilar. Fer at kosta 45-50 milliónir at lata Smyril 1 sigla á Skálafjørðin Nú Norðskálatunnilin verður umvældur, hava politikarar nevnt møguleikan at lata Smyril 1 sigla ímillum Havnina og Skálafjørð, men so skal stór játtan til