mánadagur 14. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 14. november 2005
9
Í morgun skrivaðu
Kollafjørð Pelagic og
Taabbel Fiskeeksport
í Skagen undir eina
avtalu, sum fer at
økja virksemið
hjá fyritøkunum
munandi. Talan
er í fyrstu atløgu
um munadygt,
norðurlendskt
sildasamstarv,
sum røkkur frá
bryggjukantinum í
Norðuratlantshavi
heilt niður á
evropeiska
marknaðin.
Samstarvið kann
gerast enn tættari í
framtíðini.
SamStarv
Snorri Brend
Kollafjørður: Samstarvsav
talan, sum Kollfjørð Pelagic
og Taabbel Fiskeeksport, er
ein avtala, ið samansjóðar
tvær fyritøkur, sum virka á
tveimum týdningarmiklum
økjum í norðurlendskum
fiskiídnaði.
Avtalan, sum í fyrstu atløgu
fevnir um fryst sildafløk á
evropeiska marknaðin, fer
at gagna virkjunum, silda
skipunum og evropeiska
matvørumarknaðinum sum
heild.
Kollafjørð Pelagic, sum
higartil hevur fryst heila,
runda sild, roynir við sam
starvinum at styrkja felagið
og at fáa fleiri sildaskip at
landa til stóra virkið í Kolla
firði.
Felagið valdi at samstarva
við Taabbel Fiskeeksport, tí
virkið í Skagen hevur drúgv
ar royndir í at skera flak.
Umframt hetta hevur felagið
eisini eitt munagott sølunet
um alt Evropa.
Samstarvið hevur við
sær, at Kollafjørð Pelagic
nú eisini fer at senda fryst
sildafløk á evropeiska
marknaðin. Talan verður
eisini um at góðska sildina
á annan hátt.
Tvífalda rávøru
nøgdina
Nevndarformaðurin í Kolla
fjørð Pelagic fegnast um
samstarvsavtaluna.
Sverri Hansen sigur, at
samstarvið fer uttan iva at
bera við sær, at tað verður
lættari hjá skipunum at
sleppa av við sildina undir
støðugum viðurskiftum.
Nú kunnu vit bjóða teim
um stóru, nútímans skip
unum, sum tøkniliga eru
sera væl útgjørd, eitt gott
landingarstað. Kollafjørð
Pelagic kann tryggja teim
um høga góðsku til ein
umfatandi matvørumarknað
umvegis netverkið hjá
Taabbel Fiskeeksport.
Vit vænta at tvífalda
rávørunøgdina til okkara
virki, sigur Sverri Hansen,
nevndarformaður í Kolla
fjørð Pelagic.
Tættari samstarv
V.G. Mikkelsen, sum stjórnar
og eigur Taabbel Fiskeeksport
sær eisini stórar møguleikar
í samstarvinum.
Nú kunnu vit lata frystan
fisk til matna á tann stóra
evropeiska marknaðin. Tað
hevur ikki verið møguligt
áður. Harumframt fáa vit
nú møguleikan at vinna
marknaðarpartar aftur, sum
vit mistu, tá ið norðmenn
bannaðu sínum skipum
at landa norðhavssild á
danska marknaðin og í øðr
um ESlondum, sigur V.G.
Mikkelsen.
Kollafjørð Pelagic og
Taabbel Fiskeeksport vísa
á, at samstarvsavtalan er
eitt ítøkiligt dømi um norður
lendskt samarbeiði í tí áhald
andi alheimsgerðini.
Avtalan millum virkini
letur eisini upp fyri møgu
leikanum at knýta fyritøkur
nar uppaftur tættari saman,
og tað kann koma upp á tal,
at Taabbel Fiskeeksport fer at
keypa partabrøv í Kollafjørð
Pelagic.
Spennandi samstarv um sildina
Skera og frysta
Kollafjørð Pelagic kann frysta 400 tons um samdøgrið,
og samstarvið við Taabbel Fiskeeksport ber við sær,
at virkið í Kollafirði verður ført fyri at skera og frysta
270 tons av norðhavssild um samdøgrið í eitt longri
tíðarskeið. Harvið fæst sum mest burtur úr sildini til
matna.
Starvsfólk hjá Taabbel Fiskeeksport hava havt ábyrgd
ina av at seta upp flakamaskinur á føroyska virkinum.
Í dag hevur eingin
skúlagongd verið í
Felagsskúlanum á
Oyrarbakki. Orsøkin
er eitt herverk, sum
er framt av fólki
ið hava brotið seg
inn í skúlan. Enn er
ikki greitt um tað
eru næmingar við
skúlan ella onnur,
sum hava framt hetta
umfatandi herverkið
Herverk
Snorri Brend
Oyrarbakki: Tað er ikki
gott at vita, hvat tann ella tey
hava hugsað fyri sær, tá tey
náttina til sunnudagin brutu
sær veg inn í Felagsskúlan á
Oyrarbakka.
Í øllum førum hava við
komandi framt eitt rættiliga
umfatandi herverk á skúl
an.
Teir hava brotið sær veg
inn í skúlan gjøgnum ein rút,
og hava síðani tipt vaskini og
koyrt kranarnar á fult.
Úrslitið gjørdist so tað, at
eingin skúlagongd var í dag.
Men í morgin verður aftur
farið í skúla sum vanligt.
Løgreglan er í dag á
staðnum og kannar um
herverksfólkið hevur latið
onkur spor eftir seg.
Heitt og kalt vatn
Tað hevur regnað illa um
vikuskiftið, men tað vóru
kortini aðrar nøgdir av
vatni sum møttu teimum,
ið komu í felagsskúlan um
vikuskiftið.
Í ovaru síðu á skúlanum
hevur onkur brotið ein rút og
er síðani farin á rundferð til
vaskini í skúlanum.
Her hava viðkomandi
fyrst fylt frárenslini við
wcpappíri og hava síðani
skrúvað bæði teir køldu og
heitu kranarnar frá.
Tann fyrsti sum síðani
kom til skúlan kundi bara
staðfesta, at her var stórur
vatnskaði hendur á gólvini
í ovaru hæddini og í kjallar
anum.
Her var einki annað at
gera enn at avlýsa skúla
gongdina í dag, sigur skúla
stjórin, Jón Ingi Ejdesgaard
við Sosialin.
Í morgin verður kortini far
ið aftur í skúla sum vanligt.
Eingin illgruni enn
Av Politistøðini í Runavík
verður upplýst, at ein løg
reglumaður hevur verið
á staðnum í dag, saman
við umboðum fyri eitt nú
tryggingina.
Vit hava ikki illgruna
til nakran enn, og tí vita
vit heldur ikki, um tað eru
næmingar ella aðrir per
sónar, sum hava framt hetta
herverkið, verður upplýst
hagani.
Ein av uppgávunum hjá
løgreglumanninum, sum
í dag er á felagsskúlanum
er júst at fáa nærri greiðu á
hesum spurninginum.
Staðfestast
kann
tó
kortini, at tann ella teir sum
hava framt hetta herverkið,
hava ætlað sær inn í skúlan
rættiliga ósæddir.
Hetta sæst best av at tann
brotni rúturin lá í ovaru síðu
av skúlanum, burtur frá fólki
og burtur frá alfaravegi.
Eingin skúlagongd vegna umfatandi herverk
Felagsskúlin á Oyrarbakka
var stongdur í dag, tí
herverk er framt á skúlan
Teir hava júst undirskrivað sáttmálan um samstarv – vm. Dánjal Jákup Andreasen, virkisleiðari, Sverri Hansen, nevndarformaður og Viggo Gjødesen Mikkelsen,
stjóri og eigari í Taabbel Fiskeeksport
Mynd: Jens Kr. Vang