Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 218 - 14. november 2005 Ein av teimum stóru flokkunum, Javnaðarflokkurin, hevði landsfund um vikuskiftið. Undan landsfundinum hevur flokkurin staðið fyri skotum, tí ivamál hava verið um nøkur mál, sum flokkurin annars hevur virkað fyri. Serliga verður hugsað um arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunnin, sum vanliga verður kallaður Samhaldsfasti, og spurningin um skattalætta. Harafturat hava fakfelagsleiðarar eisini víst á, at løntakara­ gjøld og brúkaragjøld hækka, samstundis sum tann einskildi arbeiðsmarknaðurin góðtók at gera ein sáttmála uttan at sjálv tímalønin vaks. Hinvegin varð gjørdur ein sáttmáli, sum miðaði eftir at økja eftirlønargjøldini. Tí er einki undar­ ligt, at fakfelagsleiðarar gera vart við seg. Javnaðarflokkurin sleppur tí veruliga at royna seg í ein­ um landsstýri, sum harafturat er mannað við tveimum borgarligum flokkum. Megnar flokkurin at varðveita tann meira samhaldsfasta politikkin, ella knógvar hann undir tí borgarliga trýstinum? Eitt er at gera semjur, eitt annað er, hvat fært tú burtur úr semjuni ­ av tínum egna politikki. Sambært landsfundarsamtyktini fegnast landsfundurin um, at tað er eydnast at hækka inn­ og útgjald til Samhaldsfasta. Tað er rætt, men tað er ikki nóg gott arbeiði í tilgongdini til fíggjarlógina, tá ivi kann verða sáddur, um skattalættin er ein skattalætti ella bara eitt umbýti av peningi millum land og kommunur. Var ikki talan um skattalætta, var ivasamt um Samhaldsfasti skuldi styrkjast. Nú endaði tað so við, at Samhaldsfasti, sum er ein góð eftirlønarskipan, og ein góður partur av eini samlaðari eftirlønarloysn, verður styrktur. Tað er at fegnast um. Men næstan í sama andadrátti fáa løntakarar at vita, at barnsburðarskipanin skal leggjast út til arbeiðsmarknaðin at gjalda uttan at arbeiðsmarknaðurin hevur ávirkan á skipanina sum ALS. Hetta er ikki nóg gott, tá áðurnevnda 0­loysn verður havd í huga. Spurningurin er, um landsstýrið ikki skuldi lurtað eftir arbeiðarafeløgunum, og tikið upp spurningin, um ikki arbeiðsmarknaðurin sjálvur skal taka sær av skipanini og stýra henni, eins og arbeiðsmarknaðurin hevur ábyrgdina av ALS. Annars kundi Javnaðarflokkurin av røttum fegnast um, at tað er eydnast at fáa uttanríkispolitisku heimdilarlógina og sjálvstýrismálið í tryggari legu. Tað gevur meiri rásarúm at reka veruligan politikk til frama fyri fólkið, sum her býr. Hava avbjóðingarnar verið stórar, síðan flokkurin aftur fekk leiðsluna í landinum, verða tær neyvan minni, nú landsstýrið má fáa fíggjarviðurskifti landsins á beint aftur. At sita í samgongu saman við tveimum borgarligum flokkum ger, at tú fær bara ein part av tínum politikki ígjøgnum. At sita við landsins leiðslu gevur sjálvsagt møguleikar, men tað krevur eisini størri ábyrgd. Líta vit at úrslitunum fyrru helvt av skeiðnum kann sigast, at ikki minst á heilsu­ og eldraøkinum hevur tað eydnast flokkinum at verja og styrkja síni hjartamál. DAGSINS MEINING Sosialurin Neyðugt at halda sam­ haldsføstu kósina VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl-an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eyðun Mohr Viderø Í farna vikuskifti hevur rættu­ liga nógv verið frammi í fjølmiðlunum um landsfund javnaðarfloksins. Hesum er onki løgið í, tí flokkurin er millum teir ”stóru” í føroyskum politikki, og við eini mongd av veljarum, ið myndar ein stóran flokk, so er stevna og skrá hansara av almennum áhuga. Eisini er vert at vera vit­ andi um, at hesin flokkur í løtuni hevur hægsta sessin við løgmanni í politisku umsitingini, og tí hevur hann avgerandi ávirkan á førda politikkin. Tað ørkymlar meg, at høv­ uðsleiðarin í fakfelag mínum ­ Føroya Arbeiðarafelag ­ í hesum døgum roynir at gera okkum arbeiðarar eitt við javnaðarflokkin, tí Ingeborg Winther hevur sum fakfelagsleiðari hótt flokkin okkara vegna, at um flokkurin heldur fast við núverandi ætlaða politikkin, so vil hetta fáa fylgjur fyri stuðulin hjá arbeiðarafjøldini til javnaðarflokkin til kom­ andi val! Tað er sjálvsagt í lagi, at ein persónur hevur sína støðu til politikk og flokkar, men ein valdur fakfelagsleiðari kann ikki loyva sær at umboða egnu hugsjónarligu hugsanir, sum um hesar umboða limir felagsins! Sjálvur havi eg altíð fylgt rættuliga gjølla við í politikki. Haldi sjálvur, at eg havi ikki verið bundin av trongum partapolitiskum sjónarmiðum, og havi tí kent meg búnan at skilja millum ymisku politisku sjónarmiðini, ið hava rátt og verið galdandi í landinum. Havi eisini umhugsað javnaðarpolitikk. Men í samband við tað eg havi hoyrt og havi upplivað, tað eg havi lisið, stevnuskráir og virknan politikk, og so serliga Fylking hjá Jóannes Dalsgaard, og mína egnu roynd sum borgari í samfelagnum , so eri eg sannførdur um, at javnaðarpolitikkur ikki er tað, ið vil lyfta tjóðina og arbeiðandi fjøldina longur fram í samlaða stríðnum, enn hon er í dag . Tí er tað burtur við at hótta javnaðarflokkin við atkvøðum um hansara politiska leiklut, tí eg sum arbeiðari velji hann ikki allíkavæl! Hergeir Nielsen Fyrsta heilsanin Smyril fekk, var eitt verkbann frá løgmanni, og nú hann skal sigla, langar allur Javnaðarflokkurin til við einum boykotti móti tí triðja túrinum. Fyrsta atsóknin kom sum úr byrsuni. Tað er “burtur úr vón og viti,” ­ at lata suðuroyingar sleppa um fjørðin ov ofta, var stutti og greiði boðskapurin frá Javnaðarflokkinum. Ein sokallaður Suðuroy­ artingmaður var tað, sum enn eina ferð slóð nevan í borðið. Tingmenn norðanfjørðs eru himmalfegnir um støðugt batnandi sambond síni, og fleiri teirra taka undir við ætlan okkara. Teir vóru og eru til at tosa við um hetta rímiliga ynski okkara. Vit vóru tí fleiri, ið roknaðu við, at Suðuroyartingmaðurin í rættarnevndini, har túratalið varð viðgjørt, fór at fáa málið aftur á beint, men gakk. Hann fekk í staðin fyri ein meiriluta at mæla løg­ tinginum frá at lata Smyril sigla tríggjar túrar um dag­ in. Hann hevði har ein gyltan møguleika fyri at rætta okkum eina hond, men so eiðasørt. Hann valdi heldur at sláa hondina av okkum og hevur nú kastað saman við varamanni sínum. Suður­ oyartingmenninir báðir í javnaðarflokkinum hava veruliga sett sær fyri at boykotta okkum tann triðja túrin. Almennar politiskar niður­ støður um, at tað er “burtur úr vón og viti” at bøta um túratalið hjá suðuroyingum, fara sjálvandi at seta seg sum tíðin líður. Og um okkara leiðir ganga fólk sjálvandi ørkymlaði og spyrja hvørtannað, hví javnaðarflokkurin legst á allar teir spírar, sum taka seg upp í Suðuroynni. Teir sum sigla 10 ferðir úr Skopun og 20 ferðir úr Klaksvík um dagin skilja ikki ein pinn av tí heila. Meðan suðuroyingarnir hava úr at gera við at køva sínar egnu møguleikar, stríð­ ast teir við enn betri føstum sambondum. Her verður mannamunur gjørdur, og suðuroyingar ganga undan. Smyril var eitt aktiv í okkara verð, og teir sum nú ganga og spyrja hvønnannan eftir Suðuroyarætlanini hjá sær sjálvum, hava gjørt hann til eitt passiv. Vit strektu kjølin og bygdu eitt skip fyri 300 mió. kr. Tað varð goldið kontant, og vit fingu 10% aftur í dag­ bótum. Hesum skuldarfríða skipi noktar javnaðarflokkurin okkum at sigla við. Flokkurin, sum herjar frameftir og oyðir aftureftir svínabindur nú eina íløgu fyri 300 mió.kr. á Krambatanga 16 tímar um samdøgrið. Soleiðis er, tá eftirmenn roynast skuggar. Fakfelagsformaður og flokspolitikkur Javnaðarflokkurin boykottar Smyril