Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 14. november 2005 11 VIÐMERKINGAR Jákup á Fløtti Jacobsen Nú ljóða r, at vegskatturin skal hækkast. Og sjálvandi skulu tey, íð nýta vegirnar minnst gjalda líka nógv ella meira enn tey, íð slíta vegirnar mest. Hækkanin av vegskattinum vil eisini seta útoyggjar og onnur fjarskotin økir í eina ringa støðu, tí akførini har koyra rættuliga stutt strekkir um árið, men tey skulu kortini gjalda líka nógvan vegskatt, ella meira , enn tey sum koyra mest. Ikki er óhugsandi, at tað eisini vil føra lógloysi og ábyrgdarloysi við sær, tí væntandi er, at fleiri eigarar av akførum taka nr. spjøldrini av akførunum og síðan koyra uttan trygging og uttan at gjalda vegskatt – helst á fjarskotnum økjum. Hvat so tá ólukkan hendir. Eisini vil ein hækkan av vegskattinum økja munandi um stattarmunin í Føroyum, tí hækkanin av vegskattinum rakar tey harðast, íð forvinna minnst. Verður havt í huga, at tað eru persónar, ið fáa skattafría upphædd um árið, íð svarar til eina vanliga nettoarbeiðsmannaløn, fyri at flyta seg ímillum ar- beiðspláss og bústað, so er greitt fyri ein og hvønn, at stattarmunurin í Føroyum økist í stóran mun. Og við sovornum hugburði vil stattarmunurin bert økjast meira og meira, sum tíðin líður. Aðrar óhepnar fylgjur eru eisini væntandi, tí óiva verður slakað á øðrum økjum við at gjalda fyri tænastur o. a., ið so skulu krevjast inn á annan hátt, sum í ringasta føri kunnu enda við at onkur fer á húsagang. Ikki er óhugsandi, at ávís brotsverk fara at vinda upp á seg. Meira rættvíst hevði verið, um vegskatturin varð goldin saman við brennievninum, tí so varð goldið eftir, hvat hvør einstakur nýtti vegirnar. Møguliga kundi hetta gjald, lagt á brennievni, verið so mikið, at koyrast og siglast kundi allastaðni uttan meirkostna, t. v. s. ígjøgnum tunnlar - við rutubátum og líknandi. Fyri teir, íð hava koyring sum vinnu, kann tað vera líka mikið, tí har verða útreiðslurnar við í roknskapinum. Eisini hevði sloppist undan, at fólk skal setast til at taka nr.spjøldur, um vegskatturin ikki verður goldin. Vegskattamál eru ógvuliga tíðarkrevjandi um øll mannagongdin verður umrødd. Og við fráboðaðu broytingum vilja hesi og onnur mál økjast í stóran mun. Fryktandi er fyri at væntaði vinningurin verður upp etin av óhepnum fylgjum av ætlaðu broytingunum av vegskattinum. Sum nú er verður eykagjald lagt oman á vegskattin, um hann ikki verður goldin til tíðina. Tað eykagjaldið rakar harðast tey, íð royna at gjalda, men av og á ikki megna at gjalda til tíðina. Tann arbeiðsorka, íð bleiv leys av at taka sær av vegskattamálum, hevði verið betur nýtt til onnur endamál, sum til dømis skjótari og betri avgreiðslu á øðrum arbeiðsøkjum. Staðfestast má at veg- skattahækkingin, sum er í vænti, bert er til skaða fyri samfelagi, meðan ein hækking av prísinum á brennievnim har vegskattur var íroknaður, hevði verið meira rættvísur fyri øll. Vegskattur Jenis av Rana Bill Justinussen Undirritaðu tingmenn fyri Miðflokkin vilja hervið koma við eini rættleiðing til greinina í Dimmalætting hósdagin 10-11-2005 við heitinum “Tú sleppur aldri inn um Himmalsins portur”. Við hesum verður gjørt vart við, at nevnda útsøgn ikki varð søgd av undirritaðu ella øðrum umboðum fyri Miðflokkin. Sum tað eisini kemur fram í greinini, vóru tað fleiri av fundarluttakarunum, sum tóku frástøðu frá útsøgnini og vístu á óhóskandi málburðin. Miðflokkurin hevur ongantíð víst annað enn kærleika til tey homosexuellu, og at teimum tørva tað frælsið, sum bara Frelsarin kann geva teimum. Tað harmar undirritaðu aftaná ein góðan og positivan kjakfund, har øll komu til orðanna – eisini tíðindafólkini – at Dimmalætting á forsíðuni snildisliga roynir at knýta nevndu útsøgn afturat Miðflokkinum. Rættleiðing til Dimmalætting Tá The Global Battle Of The Bands verður næsta vikuskiftið er ætlanin at í minsta lagi tríggir av teimum fimm dómarunum eru útlendskir. Danin Jeppe Nissen er longu váttaður, og í dag kom ein norrmaður á listan. Kristoffer Kinden Endresen, er eldhugaður norrmaður miðskeiðis í tjúgunum, sum hóast hann er ungur, hevur hollar royndir innan tónleikaídnaðin. Kristoffer Kinden Endresen hevur seinastu árini arbeitt kring alt Skandinavia. Millum annað sum fyriskipari á Mejeriet í Lund í Svøríki, sum booking- agentur fyri Gearbox Agency í Danmark og sum agentur fyri norska booking felagið TikTak. Hann hevur arbeitt við at leggja til rættis konsertferðir yvir alt europa og er stjórnarlimur í Network Europe, sum er eitt samtak av europeiskum booking- agentum. nud G!Music funnið enn ein dómara til GBOB Lesið Sosialin - so eru tit við