Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 218 - 14. november 2005 Børnini í barnagarð­ inum Eikilund í Vági høvdu fríggjadagin víkingadag. Og veðrið gjørist av sonnum ein roynd, ið er víkingum virðilig. Men við gongu gjøgnum bygdnina í víkingaklæðum og mati umborð á sluppini Johonnu og eini væleydnaðari heimferð í áarføri, eydnaðist dagurin væl hjá vátum víkingum í vindi Víkingar Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Lítlir víkingar. Sjónin fekk ferðsluna at steðga upp eina løtu í Vági fríggjadagin. Tað var Barnagarðurin Eikilund, sum hevði víkinga­ dag. Longi hava tey arbeitt við at gera prýðislutir, svørð, hjálmar og við at litað klæði. Fyrireikingar hava verið stórar og drúgvar, tí alt skuldi gerast klárt, ikki minst búnar og tað, ið annars hoyrir ein­ um røttum víkingi til. Og kanningararbeiðið er stórt, tá ein skal brynja seg sum víking, og tað ger ein m.a. við at læna bøkur um víkingar á bókasavni og tað gjørdi manningin í Eikilund eisini. Og sangir vórðu eisini gjørdir til høvið og hava teir ljómað í dagavís á dagstovni sum heima, so børnini dugdu teir uttan hóvasták, tá víkingadagurin upprann. Johanna gjørdist víkingaskip Og fríggjadagurin kom so víkingadagurin. Farið varð av stovninum kl. 11 fyrrapartin við kós móti sluppini Johonnu TG 326. Har fingu børnini pizza og okkurt leskiligt. Men sluppin loysti ikki frá bryggju, sum ætlanin annars var, tí Hann øtlaði veðrið. Og heimferðin mátti gerast í bilum, tí tað regnaði, sum varð tað stoytt úr spannum og hvirlur vóru eisini. Og hóast veðrið gjørdist víkingunum virðiligt, so er ikki eins hugaligt er vera vátur víkingur í vindi. Men dagurin eydnaðist væl og endaði við, at for­ eldrini komu í Eikilund til eina hugnastund. Víkingar í Vági Sjálvandi skuldu víkingarnir umborð á Jóhonnu at eta. Og sjálvt um veðrið argaði, so bilti hetta ikki tað heilt stóra Gjørdist tað alt ov ófantaligt við veðrinum, so bar tíbetur eisini at sita turt umborð