Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 14. november 2005 17 – Tað er ikki upp­ byggj­andi, at politiski  myndugleikin leggur  seg út í viðurskiftini á  arbeiðsmarknaðinum,  men tað nyttar  heldur ikki hj­á  fakfeløgunum  at halda lív í ein­ um óveruligum  klassastríði, segði løg­ maður á Landsfundi  j­avnaðarfloksins í  morgun Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialinum.fo – Hvussu vit so venda so  snara tí, slepst ikki undan,  at  vit  eru  øll  við  á  sama  liði og í sama leiki. Men tí- verri síggja vit alt ov ofta,  at vit seta okkum við føtur  í spenni og toga í hvør sína  ætt, heldur enn at draga eina  línu. Tað segði Jóannes Eid- esgaard,  løgmaður,  á  landsfundi javnaðarfloksins  leygarmorgunin Í formansfrágreiðing síni  nam hann við viðurskiftini  á arbeiðsmarknaðinum og í  tí sambandinum kom hann  eisini við nøkrum, ið kann  takast sum eitt aftursvar til  teir fakfelagsformnenn, sum  í Sosialinum fríggjadagin,  funnust  hvassliga  at  tí  førda politikkinum hjá javn- aðarflokkinm. Klassastríðið farið í søguna Løgmaður ásannaði, at tað  eru nógvir partar, sum hava  týðandi  leiklutir  í  einum  framkomnum  samfelagi  og nakrir av hesum pørtu- num eru partarnir á arbeiðs- marknaðinum.  – Tí  skal  tað  vera  mín  áheitan á arbeiðsmarknaðin,  at vit seta okkum niður í  friðartíðum  og  taka  upp  eitt  mennandi  kjak  um,  hvussu  vit  frægast  leggja  viðurskiftini til rættis, ljóðaði  boðini í formansfrágreiðing  løgmans á landsfundinum í  morgun. Og hann helt fram: – Tað  byggir  onki  upp,  at  vit  frá  almennari  síðu  leggja okkum út í tykkara  viðurskifti, tað eru vit full- greið  yvir,  men  eins  lítið  dugur tað, at tit halda lív í  einum fiktivum klassastríði,  sum fyri langari tíð síðani er  farið í søguna. Løgmaður  vísti  á,  at  tá  ið  undangongufólkini  í  politikki  og  í  fakfelagsrørsluni stríddust  fyri grundleggjandi rættindi  og sjálvsøgdum rættindum,  mugu vit í dag ásanna, at  hetta stríð varð vunnið.   – Men eftirkomarar hjá  teimum,  sum  tá  vóru  í  miðdeplinum  í  stríðnum,  eru í dag tey, sum ynskja  góðar útbúgvingar, góð ans- iningartilboð og góð pen- sjonsviðurskifti og annað. – Soleiðis flytir heimurin  alsamt, staðfesti løgmaður. Hava tørv á dialogi Løgmaður  segði,  at  sam- felagið hevði tørv á einum  opnari, breiðari og konstruk- tivarari dialogi. – Men tað skal ikki vera  ein einvegis monologur frá  politikarum, men ein dia- logur, eisini við partarnar á  arbeiðsmarknaðinum. – Vit mugu fáa dialogin  at virka. Vit hava so sanni- liga brúk fyri tykkara mein- ingum  og  eg  meti  enntá,  at  tað  er  tykkara  skylda  at vera við í almenna sam- felagskjakinum.   Men so heitti hann eisini á  fakfeløgini um at savna seg  í eina sterkari eind. Tað nyttar lítið, at, at ein  rópar í eyst og annar í vest.  Vit hava tørv á einari rødd frá  fakfelagsrørsluni, eins og vit  nú í nøkur ár hava havt eina  rødd frá arbeiðsgevarunum  ígjøgnum Vinnuhúsið. – Hetta kann bert styrkja  kjakið  og  í  seinasta  enda  avgerðirnar, ið tiknar verða,  segði løgmaður.  Stríðið fyri sj­álvsøgdum  rættindum er vunnið Landskassin bundið fýra  milliardir krónur niður vera einasti eigari av banka,  flakvirkjum,  fiskasølu,  flogfelagi og mangt annað. Í øllum almennu fyritøk- unum standa í dag einar 4  milliardir almennar krónar  bundnar.  – Vit  hava  væl  loyvi  at  spyrja  um  tað  nú  er  rætt,  at so nógvir pengar liggja  niðurbundnir, um so er, at  hesar fyritøkur eins væl, ella  kanska betur, kunnu rekast av  øðrum eigarum.  – Vit javn- aðarfólk kunnu væl eisini  seta okkum spurningin, um  ikki henda risaupphædd var  betur farin við at vit gjalda  okkara almennu skuld niður  og harvið frígera fíggjarliga  orku til víðari útbygging av  okkara vælferðarskipanum. Løgmaður  staðfest eisini,  at um javnaðarfólk vildu tað  ella ikki, so er ein meiriluti  uttanum okkum á tingi í dag  fyri at fara undir varisligar  einksiljingar av almennum  fyritøkum.  – Nokta vit at fara upp í  eitt kjak um einskiljingar,  stinga vit høvdið í sandin  og so sótu vit fyri tað fyrsta  neyvan í nakrari samgongu.  Fyri  tað  næsta,  hevði  ein  meiriluti í løgtinginum framt  hesar einskiljingar júst eftir  teirra høvdi, har neyvan øll  fyrilit vórðu tikin.  – Nú eru vit við, og vit  hava beinleiðis møguleika at  ávirka einskiljingar, soleiðis  at tær koma at henda á ein  hátt, sum vit kunnu taka und- ir við. Løgmaður  segði  eisini,  at Ein afturgjalding av al- mennu skuldini er rættiliga  avgerandi, tá vit tosa um ein  sjálvberandi búskap.  – Og  sjálvandi  vilja  vit  eisini hava ein sjálvberandi  búskap. Ein búskap, har hetta  samfelagið sjálvt megnar at  skapa neyðugu inntøkurnar,  er so avgjørt eisini eitt mál  fyri Javnaðarflokkin, lat tað  standa púra greitt.  – At vit hava ein ríkisstuðul,  sum vit hava brúk fyri í dag,  er ikki tað sama sum, at vit  fyri allar ævir skulu hava ein  ríkisstuðul. Vit skulu eisini á  búskaparliga økinum standa  á egnum beinum, tó uttan at  forkoma tí, sum vunnið er,  segði løgmaður. Vælferð krevur vøkstur Samstundis  staðfesti  løgmaður  í  formansfrá- greiðing  síni,  at  vælferð  krevur  vøkstur  í  búskap- inum.  – Hava  vit  ikki  vøkstur  í okkara búskapi, so hava  vit  heldur  ikki  orku  til  at  halda  fast  um  tað,  sum  er    vunnið  og  enn  minni  orku  til  framhaldandi  batar  og  framstig.  Tí  er  búskaparvøkstur  ikki  eitt  liberalistisk gandaorð, ella  nakað tey borgarligu hava  patent uppá, men tað er so  avgjørt ein sosialdemokratisk  fortreyt.  – Hygg at okkara granna- londum, sum liggja fremst  í  heiminum,  hvat  vælferð  viðvíkur. Tað, sum eyðkennir  hesi lond, er fyrst av øllum  ein semja um, at samfelagið  skal skipast við møguleikum  og trivnaði fyri øll, men veru- liga  grundin  til,  at  henda  útbygging hevur gingið so  væl,  er  at  hesi  lond  hava  dugað at skapt ein støðugan  búskaparvøkstur.  Tí  heldur  løgmaður,  at  javnaðarfólk  mugu  hugsa  munandi meiri um, at hesin  vøkstur er neyðugur og tí  má  flokkurin  leggja  seg  eftir at skapa karmar fyri, at  vøksturin verður so støðugur  sum gjørligt. Hetta gera vit  við  at  hava  eitt  virkið  og  dynamiskt vinnulív. Tí skal javnaðarflokkurin  hava ein munandi virknari  leiklut,  tá  vinnupolitikkur  verður viðgjørdur.  – Vit skulu hava boð upp  á  teir  karmar,  sum  gevur  vinnuni  dynamikk,  og  vit  skulu skipa so fyri, at okkara  marknaðaratgongd støðugt  verður bøtt og víðkað. Vit  skulu hava boð upp á, hvussu  vit  støðugt  menna  okkara  arbeiðsorku  til  tær  bestu  fortreytirnar  við  góðum  útbúgvingartilboðum,  har  málið  skal  verða,  at  øll  skulu hava so gott útbúgv- ingargrundarlag sum gjørligt  at standa á.  Men hann helt eisini, at  tað er líka týdningamrikið  at  vit  eisini  hava  eitt  gott  granskingarumhvørvið,  sum stuðlar uppundir okkara  vinnu - bæði verandi vinnu  og nýggjar vinnur.  – Og  nýggj  vinnutiltøk  skal tað almenna hjúkla um,  tí tað er júst her, at vøskturin  kann liggja. Vit skulu stuðla  ígongdsetarum við rágeving  og  møguleikum,  so  tey  styrkna  í  byrjanini  heldur  enn at verða køvd, sum vit  tiverri alt ov ofta hava sæð.   Eisini okkara veruleiki Jóannes Eidesgaard spurdi  eisini um alheimsgerðin er  ein hóttan, ella ein møgu- leiki  – Rætta svarið er, at hon  er bæði, men vit hava einki  annað val enn at vera við.  Vit hava ikki møguleika til at  vísa henni frá okkum ella at  byrgja okkum inni, tí um vit  vilja tað ella ei, so rekur hon  inn á okkum. Alheimsgerðin  er  ikki  bert  ein  veruleiki  rundan um okkum - hon er  okkara veruleiki.  – Hetta  merkir  at  kapp- ingin  nú  ikki  bara  er  innanlands,  men  vit  hava  allan  heimin  sum  kapp- ingarneyta.  Tí  er  tað  so  ótrúliga týdningarmikið, at  vit fokusera upp á tað, sum  vit gera betur enn onnur og  minni upp á tað, sum onnur  gera betur og bíligari enn  vit. Løgmaður vísti á, at ein  týðandi partur av alheims- gerðini er eisini, at vit  fáa  ta marknaðaratgongd, sum  gevur okkum bestu treytirnar.  Vit  kunnu  ikki  sita  her  í  Norðuratlantshavi og ræðast  restina av heiminum.  Tí vil landsstýrið arbeiða  fyri einum EFTA limaskapi,  sum als ikki merkir, at vit  ikki  samstundis  skulu  betra munandi um okkara  samstarv við ES.  – Isolatiónspolitikkurin  verður okkara vissi deyði, so  her er einki val segði Jóannes  Eidesgaard, løgmaður. Á landsfundi í javnaðarflokkinum í morgum, heitti løgmaður á fakfeløgini um at savna seg, tí tað nyttar onki, at ein rópar í eyst og annar í vest, segði hann