Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 218 - 14. november 2005 Javnaðarflokkurin tekur samstarvið við tveir borgarligar flokkar í samgonguni sum eina stóra avbjóðing Landsfundur hjá javnaðarfLokk­ inum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin skal arbeiða fyri at skapa álit ímillum politisku skipan­ ina og partarnar á arbeiðs­ marknaðinum. Tað er javnaðarflokkurin samdur um á landsfundinum á Svangaskarði í fríggjakvøldið og leygardagin. Á fundinum var støða floksins í samgongu við tveimum borgarligum flokk­ um viðgjørd sum ein stór avbjóðing, sigur flokkurin í eini fundarsamtykt, sum landsfundurin gjørdi tá ið fundurin var liðugur seinna­ partin leygardagin. – Grundleggjandi virði Javnaðarfloksins vórðu umrødd saman við teimum avbjóðingum, ið framtíðin og alheimsgerðin hava við sær. Flokkurin hevur á lands­ fundinum sett hol á eitt miðvíst arbeiði at orða og endurskoða sjónarmið á fleiri týðandi samfelagsøkjum. Hetta soleiðis, at flokkur­ in er brynjaður at møta avbjóðingunum í nú­tíðar­ samfelagnum. Landsfund­ urin er samdur um, at hetta arbeiðið skal vera kjølfest í samhaldsføstu javnaðarhugsjónini, verður sagt í yvirlýsingini. Í sambandi við arbeiðs­ marknaðarmálini, er lands­ fundurin samdur um, at flokkurin skal arbeiða fyri at skapa álit millum politisku skipanina og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleið­ is at til ber at gera langt­ røkkandi semjur um týðandi samfelagsmál. Einskiljingar skulu vera varisligar Flokkurin viðgjørdi eisini einskiljingar og í tí sambandi var Landsfundurin samdur um, at einskiljingarnar skulu fara varisliga fram. Metast skal í hvørjum einstøkum føri um ein einskiljing er gagnlig fyri samfelagið og fjøldina sum heild. Í yvirlýsingini verður eisini eisini staðfest, at skattaskipanin er seinastu átta árini farin av kós. Tí samdist landsfundurin um, at flokkurin eigur at tryggja samhaldsfestið í skattaskipanini. Í hesum sambandi er neyðugt at finna rætta býtið og røttu samansetingina ímillum kommunuskatt og lands­ skatt. – Javnaðarflokkurin hevur tað sjónarmið, at vit skulu steðga spekulatiónini við keypi og sølu av fiski­ og veiðirættindum. Hetta fyri at fáa staðfest setningin um, at “Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.” Í sambandi við umhvørvis­ mál áleggur landsfundurin javnaðarflokkinum at bera so í bandi, at umhvørvismál verða raðfest hægri í sam­ gonguni. Landsfundurin fegnast harumframt um, at tað hevur eydnast Javnaðarflokkinum í samgongu at seta skjøtil á og loysa fleiri stórmál. Somuleiðis ásannar lands­ fundurin, at samhaldsfasti er ein av hornasteinunum undir framtíðar eftirlønarskipanini. Tí fegnast landsfundurin um, at tað annað árið á rað eydnaðist at hækka bæði inn­ og ú­tgjald munandi. Virknari á altjóða pallinum Onnur mál, sum vórðu viðgjørd á landsfundi javnaðarfloksins, eru utt­ anríkispolitikkur og menn­ ingarhjálp. – Føroyar eru nú­ meira virknar á uttanríkispolitiska økinum. Altjóða sáttmálar eru gjørdir, sum geva Føroyum størri uttanríkispolitiskar heimildir. Umsíðir er menn­ ingarhjálp raðfest sum eitt politiskt mál. Hetta fegnaðis landsfundurin um. Landsfundurin fegnaðis eisini um yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina. Nú­ ligg­ ur sjálvstýrismálið í trygg­ ari legu, sum Føroya fólk einsamalt hevur ræð­ ið á. Serliga fegnaðist landsfundurin um, at sjálvsavgerðarrætturin í altjóðarætti nú­ er stað­ festur. Landsfundurin fegnaðist eisini um at samgongan setir sær yvirskipað langtíðarmál og heitir á løgmann um at raðfesta arbeiðið við at ú­tgreina ætlanina. Og at enda fegnaðist landsfundurin hjá javnaðar­ flokkinum um, at flokkurin í eini tíð við stígi í bú­skapinum, hevur megnað at vart og at ment vælferðartænasturnar, serliga innan eldra­ og ser­ forsorgarøkið. Javnaðarflokkurin skal herja frameftir og verja aftureftir – Tað er meiriluti í løgtinginum fyri at einskilja almennar ognir og tí nyttar onki hjá javnaðarfólki at stinga høvdið í sandin, sigur løg­ maður Landsfundur hjá javnaðarfLokk­ inum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landskassin eigur í løtuni einar fýra milliardir krónur, sum liggja niðurbundnar. Tað staðfesti Jòannes Eidesgaard, løgmaður á á landsfundinum hjá javn­ aðarflokkinum um viku­ skiftið. hann sipaði til allar tær ognirnar, sum tað almenna átti, Fiskavirking, Føroya banki, Atlantsflog, Føroya Tele og aðrar. Fyrr var tað alt tos um at einskilja burturav almennum ognum pú­rasta afturvíst. Men tá var tað neyvan nakar, sum hugsaði tann tanka, at tað almenna nakrantíð skuldi um, at flokkurin hevur megnað at vart og at ment vælferðartænasturnar, serliga innan eldra- og serforsorgarøkið, hóast stígur er komin í búskapin, sigur landsfundurin í yvirlýsing eftir landsfundin á Svangaskarði um vikuskiftið – Á landsfundi hjá javnaðarflokkinum hoyrdi fundarfólkið løgmann staðfesta, at ein sjálvberandi búskapur er so avgjørt eisini eitt mál fyri Javnaðarflokkin, lat tað standa púra greitt. At vit hava ein ríkisstuðul nú , er ikki tað sama sum, at vit fyri allar ævir skulu hava ein ríkisstuðul, segði løgmaður