Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 14. november 2005 15 Listamaðurin Høgni Thomsen dregur spakuliga áskoðarin inn í ein alsamt meir ævintýrkendan heim – eisini um myndevnini eru bæði íøkilig og siðbundin. Hesar dagarnar sýnir Høgni 15 av sínum nýggjastu málningum fram í Kunningarstovuni í Klaksvík Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Høgni Thomsen hevur leingi verið millum best umtóktu listamálararnar í Norðoyggjum. Og nógv munnu við áhuga hava fylgt við í listarligu menningini hjá Høgna. Meðan málningarnir í fyrstuni ofta vóru sera neyvan endurgevingar av føroyskum landslagi, hava teir nú fingið okkurt alsamt meir ævintýrkent yvir sær. Támið hugtekur Myndevnini hjá Høgna á hesi framsýningini eru fyri tað mesta sprottin úr føroysku náttúruni. Onkrar eru tó týðiliga abstraktar hugmyndir, sum reika hugans vegir í heilt nýggjum litkompositiónum. Men munurin millum tær er kortini ikki altíð líka eyðsýndur. Hóast flestu norð­ oyingar til dømis kenna aftur myndevnið úr Gravardali úti í Grøv, kundu myndirnar »Fossar« eins væl verið tiknar úr einum ævintýri. Tað er, sum listamaðurin við eitt leggja eitt tám út yvir myndina, fær manað fram eitt huglag av tíðar­ og staðarloysi – eina hugnaliga kvirru, sum gevur myndini nakað óvanliga harmoniskt yvir sær. At tað harmoniska hong­ ur saman við at Høgni er ein framúr dugnaligur teknari, er neyvan nakar ivi um. Javnvágin í lit­ kompositiónunum hevur alt­ íð verið avgjørda styrkin í málningunum hjá Høgna. À hesi framsýningini tykist tað kortini, sum at listamaðurin er til reiðar at eksperimentera eitt sindur meir. Stuttligt er at síggja, hvussu Høgni mest sum hevur slept øllum teymum í teimum trimum »Hugmyndunum«, meðan málingin eisini er sloppin at renna í smølum rípum í einum annars siðbundnum málningi av Vánni í Klaks­ vík. Mørkini flytast Málningarnir hjá Høgna leypa ikki á áskoðaran, og her liggur ongin roynd at øsa ella skakað. Heldur er tað, sum vil listamaðurin lagaliga taka áskoðarin í hondina og varisiliga leiða hann við inn í ein kendan heim, sum væl kann hugsast at vera øðrvísi, enn vit vanliga halda. At royndin eydnast so væl, kemst ivaleyst av, at uttan mun til, hvussu loyndarfullur hesin heimur tykist, er altíð okkurt punkt, áskoðarin kann orientera seg út frá. Á hendan hátt fær listamaðurin eisini allatíðina førka markið millum ævintýr og gerandisdag, list og veru­ leika eitt lítið vet – beint á markið, har tú fert at ivast, um mørkini nú einaferð eru so eyðsýnd, sum tú kanska helt tey vera. Rætting Av misgáum var navnið á blaðkvinnuni dottið burtur á Bókasíðuni í blaðnum síðsta leyg­ ardag. Tað var Anna V. Ellingsgaard, sum hevði skrivað ummælið av skaldsøguni Hvirlan eftir Dagny Joensen umframt bókaumrøðurnar, sum vóru á síðuni hendan dagin. Náttúran í ævintýrhami Høgni Thomsen: Grindabýti At Høgni Thomsen er ein framúr dugnaligur teknari, kemur týðiliga til sjóndar í myndini av við gomlu neystunum í Klaksvík í forgrundini Eisini í annars siðbundan málninginum av Vánni eksperimenterar Høgni Thomsen við at lata málingina renna í rípum Ì fleiri málningum við heitinum »Hugmynd» hevur Høgni Thomsen slept øllum teymum og letur hugin reika í heilt nýggjum litkompositiónum