mánadagur 14. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 218 - 14. november 2005
Hugni í Hugna
í Klaksvík
Fríggjakvøldið fer
Dávur Davidsen úr
Tjørnuvík at greiða
frá endur-minningum
í Pensjónistafelagnum
Hugni í Klaksvík
TilTak
Vilmund Jacobsen
Fríggjakvøldið kl. 19.30
skipar Pensjónista-felagið
Hugni í Klaksvík fyri tiltaki
í Skótahúsinum, har 94 ára
gamli, Dávur Davidsen úr
Tjørnuvík, fer at greiða frá
lívi sínum á sjógvi og landi.
Herfyri kom út bók um
Dáva í Tjørnuvík, sum
hann vanliga verður róptur,
og tað er Sveinur Ísheim
Tummarsson í Havn, sum
hevur fest orðini á blað.
Lívssøga
Alma Petersen, sum er næst-
formaður í Hugna, væntar, at
frásagnirnar hjá Dáva verða
spennandi og forvitnisligar at
hoyra, og hon vónar, at nógv
fólk koma at lýða.
Dávur hevur sett sær fyri at
geva út endurminningar, og
sum skilst, verður talan um
meira enn ta einu bókina.
Fyrsti partur av lívssøgu
hansara ber heitið, ”Lívs-
søga 1911-1937”.
Í pensjónistafelagnunm
fríggjakvøldið verður eisini
kaffi og køkur at fáa, og bókin
um lívið hjá Dáva verður eisini
at fáa til keyps. Bókin telir 240
síður og kostar 300 krónur.
Virkið felag
Formaður í Pensjónista-
felagnum Hugni er Mikjal
á Bergi. Felagið húsast í
Skótahúsunum, og hvønn
týsdag í vetrarhálvuni mill-
um kl. 15 og 18 eru limir
savnaðir til prát og hugna.
Alma Petersen sigur, at í
desember mánaði, tá ið fólk
hava nógv um oyruni, eru
limirnir ikki saman hvønn
týsdag, men í staðin skipar
felagið hvørt ár í desember
fyri jólaveitslu.
Í ár verður veitslan, 6.
desember, og Alma Petersen
vónar, at nógvir limir fara at
nýta høvi at tekna seg.
Veitslan verður í hølunum
hjá Húsmøðrafelagnum í
Bøgøtu 3 í Klaksvík.
Á veitsluni í desember
mánaði í fjør vóru eini 70 limir.
Hetta var ein stak hugnalig
veitsla, og lítið man vera at ivast
í, at veitslan hesaferð verður
minst líka so hugnalig.
Stigtakarin
Pensjónistafelagið Hugni í
Klaksvík telist millum tey
gomlu feløgini av sínum
slagi í Føroyum. Tað er
stovnað, 1. oktober 1971,
og tað var Anna Joensen,
ið var sjúkrasystir, sum tók
stig til at stovna felagið.
Leygarnáttina leyp úr
hamrinum omanfyri
húsini hjá bóndanum,
Tórfríða Magnussen
og Karin Rosenblad, í
Lamba
OmanlOp
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var nógvur høgættar-
vindur og ógvuliga váttligt
veður fyrrapartin av viku-
skiftinum.
Frætt er um størri og
smærri omanlop ella skriðu-
lop ymsastaðni kring landið,
og í Lamba leyp eisini undan
hamrinum, sum róptur
verður Uppi á Bjørgum.
Hetta er hamarin omanfyri
húsini, har eitt nú bóndin,
Tórfríður Magnussen og
nærmasti granni, Karin
Rosenblad, búgva.
Steðgaði beint
við húsini
Tórfríður sigur, at skriðu-
lopið er lopið undan hamr-
inum og er steðgað beint
omanfyri húsini hjá honum
og Karini.
- Tað sær út til, at lopið
er skrædnað úr einum stíggi
undir hamaranum og er
komið oman móti hegninum,
sum er millum húsini. Har
er skriðan so steðgað.
Hann vísir á, at eyrur,
mold og steinur eru í lop-
inum, men við tað, at alt
helst er komið oman í einum
– og tí, at lopið steðgaði, har
tað steðgaði, er eingin skaði
komin á hús ella ognir.
- Um steinarnir vóru
farnir á bólt einsamallir,
kundi skaði verið hendur, tí
hampiligir steinar eru uppí
skriðulopinum, sigur hann.
Tórfríður vísir á, at tað var
rættiliga vátt í veðr-inum
fríggjakvøldið og leygar-
náttina, og hetta er helst
orsøkin til, at lopið er oman
úr hamrinum.
- Í slíkum veðri kann lop
spyrjast burtur úr, um tað
nógva vatnið sleppur inn
undir bakkan. Tá kann tað
trýsta so nógv, at tað ríður
undan og kemur oman móti
ovastu húsunum.
Er lopið áður
Hann sigur, at tey annars
eru sloppin væl í Lamba í
so máta.
- Nøkur ár herfyri leyp
oman á eini hús har niðri í
bygdini, men annars hevur
ikki verið vanligt, at lopið er
oman úr tey umleið 20 árini,
eg havi búð í Lamba.
Tórfríður sigur, at teimum
gomlu dámdi ikki, at sethús
vórðu bygd ov ovarliga, men
hann sigur seg einki vita um,
at álvarslig lop hava verið í
Lamba.
- Men tað munnu teir
gomlu vita betur um at
siga, um so er, leggur hann
aftrat.
Í hesum førinum steðgaði
skriðulopið beint omanfyri
húsini hjá Tórfríði og Karini
og gjørdi tíbetur tað ongan
skaða.
- Men, sum sagt; vóru
teir steinar, sum vóru uppi
í skriðulopinum, komnir
oman einsamallir og ikki
uppi í rúgvuni, kundi iva-
leyst skaði verið hendur,
sigur Tórfríður Magnussen,
bóndi í Lamba.
Omanlop í Lamba
Línuskipið, Klakkur, er
eisini á Føroyabanka,
og væntandi koma teir
inn at landa seinni í
hesi vikuni
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun lá línuskipið, Núpur
og landaði við Kósabrúnna.
Tað var Fiskamarknaður
Føroya, sum landaði skip-
ið, og veiðan varð seld
um uppboðssøluna hjá
Fiskamarknaðinum.
Á Kósini vita tey at
siga, Núpur hendan túrin
hevur verið á Føroyabanka.
Samlaða veiðan er 70.000
pund, harav 42.000 pund
eru hýsa og 7.000 pund
havtaska. Nakað er av toski
og øðrum fiskasløgum.
Arbeiða upsa
Partrolararnir, Smaragd
og Safir, landaðu á Kósini
seinasta fríggjadag. Teir
høvdu eini 180.000 pund,
meginparturin upsi.
Tað hevur gingið væl hjá
Smaragd og Safir, síðan
skipini komu til Klaksvíkar.
Te y plaga at landa eina ferð
um vikuna, og á Kósini vænta
tey, at skipini koma innaftur
seinni í hesi vikuni.
Í morgun fóru tey á Kósini
undir at arbeiða fiskin hjá
partrolarunum.
Klakkur á Bankanum
Línuskipið, Klakkur, er
eisini á Føroyabanka, og
væntandi koma teir inn at
landa seinni í hesi vikuni.
Núpur á Klaksvík við fiski av Føroyabanka
Í morgun lá línuskipið
Núpur og landaði við
Kósabrúnna. Teir hava verið
á Føroyabanka, og veiðan vá
umleið 70.000 pund
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Teimum gomlu dámdi ikki so væl, at
fólk bygdu ov ovarliga, sigur Tórfríður
Magnussen, sum vísir á, at skúlin í
Lamba (mynd) er millum tey ovastu
húsini í bygdini á leiðini, har hann býr
Mynd: Vilmund Jacobsen