Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 218 - 14. november 2005 16 umboð fyri 10 føroyskar vinnufyritøkur sunnudagin til Riga í Letlandi. Talan er um eitt serstakt vinnuátak, sum Menningarstovan hevur tikið stig til. Fyritøkurnar skulu vitja ikki færri en 15 fyritøkur í Estlandi og Letlandi komandi dagarnar. Vinnuátak Jan Müller jan@sosialurin.fo Áki Johansen, leiðari á útflutningsdeildini á Menningarstovuni er sam­ skipari og sigur við Sosialin, at tey eru komin fram í øllum góðum. Komandi fýra dagarnar fara tey at vitja ymsar fyritøkur í teimum báðum baltisku londunum. Ferðin er komin í lag eftir, at Menningarstovan hevur sæð ein vaksandi áhuga frá vinnulívinum at fáa størri samstarv við baltisku londini. Eitt nú innan sølu og útflutning. Her er talan um ein stóran marknað, sum fær støðugt størri innkeypsorku. Tað er so eisini eitt ynski at kanna møguleikan fyri at outsourca uppgávur og virksemi, nú arbeiðsmegin í baltisku londunum er so bílig og eisini á einum sera høgum støði. Tað skal so aftur gera føroysku fyritøkurnar meira kappingarførar. Áki Johansen sigur, at føroyskar fyritøkur royna at troyta møguleikarnar, sum altjóðagerðin gevur. Her verður eisini hugsað um at troyta traditionellu bondini innan fiskasølu í Baltisku londunum og víðari til bæði Ruslands og Ukraina. Ein kann siga, at man roynir at brúka Baltisku londini sum lopfjøl til marknaðir í bæði Ruslandi, Ukraina og Pólandi. Uppá fyrispurning hví baltisku londini eru so áhugaverd fyri føroyskar fyritøkur sigur Áki Johansen, at tey eru fyri tað fyrsta partur av Europa og ES. Har er eisini lutvíst bíligt í mun til onnur ES lond. Støðið í londunum er høgt, hvat arbeiðsorku viðvíkur. Londini eru sera nútímans og flestu fólk tosa væl enskt. Eisini líkjast tey nógv Norðurlondum. Baltisku londini vilja eisini fegin hava meira samstarv við norðurlond, og tí er tað lætt hjá eitt nú føroyskum fyritøkum at koma inn á marknaðin har. Tað eru annars sera fjøl­ broyttar fyritøkur, sum eru við á ferðini. Eingin lík­ ist, so tað hevur verið eitt stórt arbeiði at gera eina vitjanarætlan. Men hetta hevur so eydnast Menn­ ingarstovuni, sum eisini hevur havt tætt samstarv við bæði Vinnuhúsið og Danmarks Eksportråd á sendistovuni í Riga. Tær 10 føroysku fyri­ tøkurnar eru: Tórshavnar Skipasmiðja, Notio, Syntesa, Jógvan Weihe, heilsøla, PF Poul Michelsen, Farpack, Atlanticon, Fjarðahús, J&K Petersen og Landshandilin. Tvær føroyskar fyritøkur hava annars fingið fótin fastan í Baltisku londunum, Fariga og Skemman. Eclipse selir øl við naknum nissum Eclipse brýtur upp úr nýggjum innan ølsølu, og er fari undir at selja jólaøl við egnari etikett. Á etikettini er mynd av teimum báðum jóla­ stripparunum, sum koma til Føroyar í 25. og 26. november at strippa í Eclipse. Ølin er sambært Eclipse bryggja av jólakærleiksekstraktum við heilt serligum jólakærleika. At føroy­ ingum dámar henda jólakærleika, sóu vit sjón fyri søgn hetta vikuskiftið, tí sølan av serligu jólaølini byrjaði fríggjakvøldið, og sambært Eclipse varð ølin sera væl móttikin. 10. flokkur í Sørvágs Skúla skipar fyri stórum jólatiltaki tann 10. december. Tiltakið varir allan dagin, og um náttina er dansur. Ókeypis er at koyra gjøgnum Vágatunnilin jólatiltak tíðindaskriv 10. dec verður eitt stórt tiltak úti á skúlanum í Sørvági. À skránni er mangt og hvat m.a barnakonsert við Jørgen og Jákup, gandakallinum Rógvi Dam og klovnar verða við. Jólamaðurin kemur sjálvandi á vitjan. Talan er um ein ordiligan Jólamann, leggja fyrireikararnir dent á. Eisini verður Jólasøla av heimagjørdum lutum. Tór­ fríð og Dánjal syngja jólaløg. Dánjal situr við klaverið. Hjá teimum, sum hava hug at fara til handils ella bara hyggja seg um í Vágum uttan børn, eru ráð fyri tí, tí skipað verður fyri barnaansing ímóti einum ávísum gjaldi. Kaffi og lagkøka o.a verður at fáa allan dagin. Byrjað verður kl 10.00. og væntandi endar hesin part­ urin av tiltakinum umleið kl 21.00. Um kvøldið verður dansur í bio­høllini við Sámal Ravnsfjall og co. Skrá Kl. 10.00 Barnaansing og spælistovan lata upp í gomlu høll.( 25 kr um tíman um børnini skulu ansast ) Kl. 11.00 Matsølan letur upp. Kl. 12.00 Jólasølan byrjar. Kl. 15.00 Barnakoncert v/ Jørgin og Jákup. Linda og Jónleyg lutaka eisini. Kl. 16.00 Gandakallurin Rógvi Dam vísir síni kynstur Kl. 17.00 Sørvágs Tónleikarfelag spælir jólaløg Kl. 18.00 Jólamaðurin vitjar og Torkil lesur jólaævintír. Kl. 18.30 Tórfríð syngur jólaløg. Kl.19.30 Ungdómskórið syngur. Atgongumerkið á 50 kr. Fyri Vaksin og 25 fyri børn er samstundis lutaseðil, har vinningurin er tvey gávukort á kr. 500,­ frá Statoil.) Kl. 24.00 ­ 04.00 Dansur í bio­høllini við Sámal Ranvsfjall og Jóan Jakku Guttesen. Kostnaður 120,­ kr. Eisini verður søla av breyði. Sunnudagin komu 16 umboð fyri føroyskt vinnu- og handilslív til Riga í Letlandi. Á myndini Petur Olsen, sum er ein av eigarunum í FARIGA saman við Niclas Rasmussen frá Landshandlinum sum ætlar at finna nýggjar marknaðir fyri pelagiskum fiskasløgum Mynd Steinbjørn í Dali/Menningarstovan. Føroysk vinnu­ innrás í Estlandi og Letlandi Stórt jólatiltak í Sørvági Tað er 10. flokkur í Skúlanum í Sørvági, sum skipar fyri stóra jólatiltakinum