mánadagur 14. november 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 14. november 2005
21
Nr. 218 • mánadagur • 14. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Starvs-
møgu-
leikar í
formel 1
Nýggja japanska liðið í
formel 1 Super Aguri,
ið fyrrverandi formel 1
koyrarin Aguri Suzuki
stendur á odda fyri,
hevur søkt um upptøku
í formel 1, og hóast liðið
enn ikki hevur fingið
svar, so søkja tey eftir
alskyns starvsfólkið, alt
frá royndum formel 1
tøkningum og sniðgevum
til reingerðarfólk.
Liðið hevur høvuðsstøð
í fyrrverandi Arrows
høvuðstøðini The Lea-
field Technical Centre
í Oxfordshire. So um
tú ert vaskikona ella
skrivstovufólk, ið hevur
hug til at starvast í for-
mel 1, er hetta kanska
møguleikin. Liðið hevur
higartil ikki kunngjørt
nógv um starvsfólk
o.a., men tað skilst, at
fyrrverandi BAR-Honda
koyrarin Takuma Sato
hevur fingið tilboð um
at koyra bilin, motorurin
verður Honda, og tekniski
stjórin verður Mark
Preston, ið fyrr hevur
arbeitt fyri Arrows og
McLaren.
nud
Litaviski stórspælarin
hjá VB varð biðin
um at spæla á A-
landsliðnum, men
hevur gjørt av at taka
t‡dningarmiklar
dystir hjá VB framum
Hondbóltur
Jákup Mørk
Hetta staðfestir VB á
heimsíðu sínari. Í undan-
kappingarumfarinum, sum
verður spælt í døgunum
21. til 27. november, skal
Litava kappast við 11 onn-
ur lond um pláss í EM-enda-
spælinum, sum verður í
Svøríki komandi summar.
Daiva Toumaite hevur,
síðani hon kom til Føroya,
verið ein av allar fremstu
kvinnuligu spælarunum her
á landi, og í fjør varð hon
uppiborið kosin sum besti
spælarin.
Og eisini í Litava hava tey
lagt góðu avrik hennara til
merkis. Somikið væl hava tey
lagt tað til merkis, at Daiva
var at finna á listanum yvir
spælarar, sum vórðu tiknar út
til EM-undankappingina.
Men hon verður kortini
ikki á liðnum. Um somu
tíð, sum undankapping er á
skránni, hevur VB útidystir
móti ávíkavist Stjørnuni
og Neistanum, sum bæði
mugu metast sum argastu
kappingarneytarnir hjá VB
í oddinum. Og her hevur
Daiva so valt, at hon heldur
vil hjálpa felagnum.
Við sigrinum á H71
staðfesti Kyndil
oddastøðuna, og í
løtuni er ilt at síggja,
hvør skal taka teir
aftur
AtlAntic AirwAys-
kAppingin
Jákup Mørk
Leikligu hæddirnar, sum
kunnu væntast í einum odda-
dysti, komu ongan tíð til
sjóndar, tá H71 vitjaði Kyndil
leygardagin. Fyrst og fremst,
so var dysturin spennandi,
og til tíðir vóru bæði ferð
og intensitetur í hásætinum,
so undirhaldsvirðið mundi
samanlagt vera á eini leið.
Men heilt gott varð tað
ongantíð.
Skjúttarnir sviku
Fyrst og fremst, so fingu
verjurnar báðar eina óvanliga
lætta uppgávu, tí fyri tað
allarmesta, so kundu hesar
standa heilt inni, soleiðis at
tær á tann hátt byrgdu fyri
gjøgnumspæli av t‡dningi.
Hetta læt seg gera, tí
ikki ein tann einasti av
annars góðu skjúttunum hjá
liðunum báðum veruliga
kom ígongd hendan dagin.
Hvørki Rókur, Halgir ella
Piti fingu av álvara gongd
í armsveiggini, og tí varð
hóttanin útifrá - sum annars
kundi latið verjurnar upp -
av ongum.
Eitt skifti var eisini líkt til,
at Kyndil veruliga skuldi fara
at vinda úr hoyvíkingunum.
Eftir at liðini høvdu fylgst
fyrstu lítlu løtuna, tóktust
hoyvíkingarnir fullkomuliga
at steðga upp. Í lítið korter
fingu teir bara eittans mál til
høldar, og høvdu teir grønu
verið bara eitt sindur neyvari
hesa løtuna, so kundu teir
væl avgjørt dystin.
Kyndil megnaði tó ikki
at toga seg langt burtur, og
brádliga varð støðan koppað
á høvdið. Seinastu 13 min-
uttirnar fyri steðgin fekk
Kyndil als einki burturúr,
og so kundu gestirnir toga
seg upp á javnt.
Eru sterkasta liðið
Leikliga, so gjørdist seinna
umfarið nakað betri enn hitt
fyrra. Enn var talan ikki um
flótandi og skjótt álopsspæl,
men tað eydnaðist í størri
mun hjá pørtunum at spæla
heldur enn bara stríða seg
fram til nakrar møguleikar.
Jakob og Piti vóru eisini
spakuliga um at finna rætta
lagið hjá H71, og eina løtu
tóktust teir vera parturin,
sum skuldi draga stigini
heim. Men teir megnaðu ikki
at halda seinasta pettið, tá
mest stóð á. Ov nógv tóktist
verða flutt á herðarnar hjá
Jakob hesa løtuna. Og
tó at bóltsnillingurin við
trimum fríspælingum á
rað til Olaf Vesturgarð helt
hoyvíkingunum í dystinum,
so komu teir ikki nóg
nær. Kyndil tók dystin og
stigini, og staðfestu harvið
oddasessin í deildini.
Og sum stigatalvn sær út
í løtuni, so verður trupult
hjá nøkrum øðrum at taka
Kyndil aftur hesu megin
grundspælið. Kanska hevur
liðið enn ikki fingið spælið
at koyrt heilt so væl, sum
teir kundu hugsað sær. Men
hinvegin, so hava teir støðugt
fingið stigini til høldar, og
so er spurningurin, hvussu
sterkt liðið er, tá spælið av
álvara fer at koyra.
Fakta um dystin
Kyndil-H71 19-17 (8-8)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 6(1),
Hjalti M. Jacobsen 3, Janus
Einar Sørensen 3, Josef
Abrahamsen 2(2), Rókur
Akralíð 2, Hans Áki Dal-
Christiansen 2, Marius
Joensen 1
H71: Jakob Jónsson 6, Piti
Negru 6, Olaf Vesturgarð 3,
Halgir Dahl Olesen 2(1)
Brotskøst: Kyndil 4, H71
1
Útvísingar: H71 2
Dómarar: Sámal Paulason
& Kári Hansen
Daiva gav landsliðsavboð
Mynd: Daiva
Daiva Toumaite fekk
landsliðsboð til komandi
EM-undankappingina, men
hon vil heldur hjálpa VB í
t‡dingarmiklu dystunum,
sum standa fyri framman
Kyndil-H71 19-17 (8-8):
Einsamallir Kyndilsmenn