Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 218 - 14. november 2005 VB-Tjaldur 31- 17(13-8): Tryggur sigur til VB Vágskvinnur høvdu ongar trupulleikar av at basa botnliðnum Tjaldur, sum vitjaði í Vági leygardagin SunSet-kappingin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroyameistararnir úr VB høvdu um vikuskiftið vitjan av tveimum av teimum niðastu liðunum á stigatalvuni í Vági, og talan gjørdist eisini um tveir lættar sigrar. Fyrri dysturin var leygardagin, tá ið Tjaldur úr Runavík vitjaði. Tjaldur er styrkt Hóast talan gjørdist um ein tryggan sigur til VB á Tjaldur, so staðfesti dysturin eisini, at kvinnu- liðið hjá Tjaldur í ár er munandi betur fyri, enn tað var í fjør. Liðið er styrkt við tveimum útlendskum leikarum, ið gera mun, og kviki vongurin, Beinta Joensen, er eisini komin aftur eftir stutta útlegd í Stjørnuni farna kappingarár. Men VB er tó framvegis ein ov stórur gloypibiti hjá Tjaldur, og sum ikki einaferð var tað n‡klakti litaviski landsliðsleikarin, Daiva Tomaite, sum skaraði burturúr og var besti málskjútti hjá før- oyameistarunum. Í fyrra hálvleiki fylgdi Tjaldur nakað við VB, sum tó allatíðina hevði eina leiðslu upp á eini f‡ra mál, men eftir steðgin setti heimaliðið ferð á og fór frá gestunum. VB-Tjaldur 31-17(13-8) VB: Daiva Tomaite 13(3), Marina Zylko 7, Laila Jespersen 6, Christina Holm 2, Margreth Aug- ustinussen 2, Miriam Michelsen 1 Tjaldur: Maya Heci- movic 8, Jasmin Devovic 5(2), Beinta Joensen 2, Mona Langgaard 1, Kristina Ellingsgaard 1 Brotskøst: VB 3(3), Tjaldur 3(2) Útvísingar: VB 3, Tjald- ur 2 Reytt kort: Tjaldur 1 Dómarar: Ragnar Sim- onsen og Rúni Mohr Kvinnurnar hjá Kyndli syrgdu leygar- dagin fyri einum ógvuliga óvæntaðum úrsliti, tá ið tær vunnu á Stjørnuni, sum hevði fult stigatal undan dystinum í Havn SunSet-kappingin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Higartil í hesum kapping- arárinum hava kvinnurnar úr Stjørnuni ikki verið til at steðga. Steypavinnararnir úr Klaksvík hava fingið fult í øllum dystinum, men leygardagin varð sigursgongdin steðgað, tá Stjørnan vitjaði í høv- uðsstaðnum. Løgdu bragdliga fyri Tað er ikki ov nógv sagt, at Kyndil byrjaði sum eitt ódnarveður í dystinum leygardagin. Ivaleyst høvdu kvinnurnar úr Klaksvík væntað sær ein tryggan sigur, men tær grønu úr Havn vildu tað øðrvísi. Tær koyrdu á frá fyrsta bríksli, og tá ið minni enn eitt korter var leikt, hevði Kyndil lagt seg á odda 6-2. Tey flestu hildu ivaleyst, at talan bert var um eitt upplop frá Kyndli, men so var ikki. Heimaliðið helt fram við at skora, samstundis sum tað gekk striltið hjá Stjørnuni at fáa bóltin í mál. Tí vaks munurin millum liðini bæði, og eitt skifti í fyrra hálvleiki var Kyndil framman fyri við heili sjey málum. Ivaleyst hevur Stjørnu- venjarin tosað við stórum bókstavum í steðginum, tá ið Kyndil var á odda 13- 8, tí tað var eitt hamskift Stjørnulið, ið kom á vøllin eftir steðgin. Tað var sum um, at tær nú høvdu fatað álvaran, og at okkurt heilt serligt skuldi til, um tær ikki skuldu missa fyrstu stigini í hesum kappingarárinum. Stjørnan át seg eisini spakuliga inn á heimaliðið, sum nú hevði stórar trup- ulleikar av at koma ígjøgnum verjuna hjá gestunum, og tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, javnaði Una Olsen til 16-16. Hetta var fyrstu ferð síðani dystarbyrjan, at tað stóð á jøvnum. Nú hildu tey flestu, at dysturin fór at koppa til fyrimuns fyri klaks- víkskvinnur, og tær tóku eisini leiðsluna í dystinum, og tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, var Stjørnan framman fyri 18- 17. Men so læsti Kyndla- verjan og málverjin málið hjá heimaliðnum, og samstundis fekk Kyndil neyðugu málini í hinum endanum. Fyrst javnaði Eyðrit Andreasen til 18-18, áðrenn Lina Andriulyte og Súsanna Petersen gjørdu tað til ávíkavist 19-18 og 20-18, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Við óvæntaða sigrinum setti Kyndil eina tjúkka striku undir, at tær í ár ætla at verða við, har sum tað er stuttligt at spæla. Stjørnan fekk hinvegin ein ordans hvøkk, og ósigurin í Havn hevur ivaleyst givið steypavinnarunum nakað at hugsa um undan næsta dystinum. At Stjørnan nú snávaði, er gott fyri spenningin í Sunset-kapp- ingini, har fleiri lið hava hug til at blanda seg upp í oddastríðið. Kyndil-Stjørnan 20-18(13-8) Kyndil: Lina Andriulyte 5, Eyðrit Andreasen 5(2), Jórun Ludvík 3, Súsanna Petersen 2, Anja Heinadóttir 2, Randi S. Wardum 2, Ronja M. Mikkelsen 1 Stjørnan: Louisa Andreasen 5, Alina Olaru 4, Katarina Stjepanov 4(2), Anna K. Samson 3, Bára Skaale Klakstein 1, Una Olsen 1 Brotskøst: Kyndil 4(2), Stjørnan 4(2) Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 2 Dómarar: Sámal Paulason og Kári Hansen Kyndil-Stjørnan 20-18(13-8): Kyndil tók øll á bóli Kyndil tók alt og øll á bóli, tá tær sum fyrsta liðið í ár megnaðu at basa annars suverena oddaliðnum úr Klaksvík Seinastu tíðina hevur tað verið ógvuliga avmarkað við spælitíðini hjá Johan Troest Davidsen, sum er sáttmálabundin at enska Everton. At spæla dystir man annars vera tað, sum liggur einum ungum yrkisspælara næst, og tí hevur Johan saman við umboðsmanni sínum, Jákup í Stórustovu, roynt at vita, hvørjir møguleikar eru at taka til í verandi støðuni. Ein av hesum er ein samstarvsavtala, sum danska FC Midtjylland og Everton hava um talentmenning, og fyribils tykist hendan vera tað, sum skal geva unga eysturoyinginum nakað av luftskifti. Í øllum førum er Johan í løtuni hjá FC Midtjylland, har hann tær tríggjar komandi vikurnar skal venja, og so er spurningurin, hvat meira spyrst burturúr. - Tað einasta eg fái sag tí løtunii er, at Johan nú er í Herning. Har skal hann so verða í tríggjar vikur, og so fáa vit at síggja, hvat meira hendir í málinum. Men tað verður neyvan soleiðis, at hann verður seldur til danska felagið. Johan er framvegis sáttmálabundin í Everton, men kann ein leiguavtala fáast í lag, sum kann vera spælaranum at gagni, so er hetta sjálvandi nakað, sum vit vilja arbeiða víðari við, sigur Jákup í Stórustovu. -mør Johan roynir seg í FC Midtjylland