mánadagur 14. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 14. november 2005
23
Havnarmenn og
vestmenningar hava
skarað framúr tvey
tey fyrstu umførini
í FM-liðkappingini.
Komandi leygardag
hittast bæði odda-
liðini
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í løtuni tykist tað ikki
sum nakað felag kann
fylgja havnarmonnum og
vestmenningum, sum aftur
hetta vikuskiftið vunnu góð-
ar sigrar. Og Heini Olsen
var við klaksvíkingum í
botndystinum ímóti koll-
firðingum.
Spennandi dystur
í Vestmanna
KTF 2, við veteranunum
Rana Nolsøe og Steintóri
Rasmussen á ovastu borð-
unum, fingu ikki stórvegis
burtur úr vitjanini í Vest-
manna sunnudagin. Úrslitið
varð 3-1 til heimaliðið,
sum nú hevur lagt seg á
odda saman við verandi
føroyameistarunum
úr
Havn.
Sjúrður Thorsteinsson
fekk skjótt vinnandi fyrimun
ímóti Rógva Dragaberg. Hó-
ast ungi klaksvíkingurin
stríddist væl, varð ongantíð
ivi um úrslitið.
Løtu seinni tóku Carl
Eli og Steintór javnt í
einum ólíkalittum enda-
talvi. Í kroystari støðu í
miðspælinum fann Steintór
eina góða ætlan, sum fyrst
gav honum aktivt spæl og
seinni kanska enntá fyrimun.
Men javnleikur var helst á
gongdari leið.
John Rødgaard vann aftur
hetta vikuskiftið, hesaferð á
Rana Nolsøe. Rødgaard fekk
við svarta fólkinum lítlan
fyrimun í miðspælinum
og tá Rani í tíðneyðini
misti finnur, var Rødgaard
eirindaleysur.
Frúgvaoffur og patt
Tað mest merkisverda talvið
í toppdystinumí Vestmanna
var á 3. borði millum Sam-
son Højgaard og Rana Bald-
ursson. Samson gav finnu
fyri gott spæl, men Rani helt
tørn og vann sær vinnandi
fyrimun. Í vónleysari støðu
royndi Samson eina síðstu
fellu og hesa leyp Rani beint
í. Frúgvaoffur og tvungið
patt.
Spell fyri Rana, væl strídst
a v Samson, og saman skapti
teir eitt áhugavert talv, sum
endaði við einari snøggari
og óvæntaðari finnessu.
Hóast talan varð um
greiðan sigur til heimaliðið,
var tað allatíð spenningur
um úrslitið. Telvararnir á
liðnum hjá vestmenningum
tykjast at vera í góðum formi
og ætla sær eftir gullinum,
væl vitandi um, at serliga
havnarmenn eisini lukta
gull. Hvør rennur skjótast
í ár?
Vunnu aftur uttan
Martin Poulsen
Í Havn vunnu havnarmenn
2,5 - 1,5 á hvalvíkingum.
Leingi sá út til at úrslitið fór
at verða 2-2, men Olaf Berg
fekk alt stigið í drúgvum
talvi á 1. borði ímóti Haldur
Suna Johansen.
Martin Brekká hevur
fingið góða kappingarbyrjan
á 3. borði hjá hvalvíkingum.
Eftir góðan sigur á Samson
í seinastu viku, vann hann
sunnudagin á Boga Ziska.
Og Bogi er ikki hvør sum
helst.
Formsterkasti telvari í Før-
oyum í løtuni, Helgi Dam
Ziska, vann á Finnbjørn
Zachariassen og hevur nú
vunnið bæði síni talv á 2.
borði. Finnbjørn eigur hin-
vegin fyrsta stigið til góðar.
Faðir Helga, Andrias Ziska,
leikti javnt ímóti Sámal
Christiansen á 4. borði.
Ilt er at siga um havnarmenn
eru nøgdir við úrslitið.
Sjálvsagt er ein sigur altíð
nøktandi, men helst ætlaðu
teir sær ein stórsigur. Sum
skilst verður Martin Poulsen
aftur á liðnum til komandi
dyst, toppuppgerðina í
Vestmanna.
Tepur klaksvíkssigur
Sigursvanda klaksvíksliðið
hevur fingið eina minni góða
byrjan uppá kappingarárið.
Fyrst taptu teir fyri egnum
b-liði og við Heina Olsen á
liðnum sunnudagin megnaðu
teir einans at vinna tepran
sigur á kollfirðingum.
Úr Klaksvík frættist at
Heini hevði møguleikar
at vinna á Hans Kristiani
Simonsen, men úrslitið
gjørdist javnleikur. Ólavur
Simonsen kom illa frá
byrjanarspælinum og hesum
gjørdi Torbjørn Thomsen
sær sanniliga dælt av og
vann trygt.
Klaksvíkingar
vunnu
aftaru borðini; Finnbjørn
Vang á Bernhardi Thomsen
og Tummas Martin Sólsker
(fyrr Anthoniussen) á Hans
Peturi Joensen.
Eitt heldur skuffandi
úrslit hjá klaksvíkingum,
sum kortini kunnu fegnast
um at hava vaskað ringastu
plettarnar av sær eftir lítlu
eyðmjúkingini seinasta
vikuskiftið.
Rani Baldurson - Samson
Højgaard
1. deild ( VT-KTF 2),
13.11.2005
Vit leita okkum fram til
støðuna eftir leik 52. Kh4
hjá Rana Baldursson:
Støðumynd eftir 52.Kh4
52…g5+! (Samson vónar
at Rani fer í felluna)
53.fxg5? (Kh5 vinnur)
hxg5+ 54.Kxg5 (Kh5
hjálpir heldur ikki uppá
støðuna)
DIAGRAM2
Støðumynd
eftir
54.Kxg5
54…Fg6+! (Líkamikið
hvør brikkur tekur frúnna,
verður patt. Ein óvanlig
og flott støða) 55.Fxg6
patt og remis
Úrslit og støður
1. deild
2. umfar
Havnin-Hvalvík
2,5-1,5
Olaf Berg-Haldur Suni Johansen
1-0
Helgi D. Ziska-Finnbjørn Zachariassen
1-0
Bogi Ziska-Martin Breká
0-1
Andrias Ziska-Sámal Christiansen
0,5-0,5
Vestmanna-Klaksvík2
3-1
John Rødgaard - Rani Nolsøe
1-0
Carl Eli N. Samuelsen - Steintór Rasmussen
0,5-0,5
Samson Højgaard - Rani Baldursson
0,5-0,5
Sjúrður Thorsteinsson - Rógvi Dragaberg
1-0
Klaksvík1-Kollafjørður
2,5-1,5
Heini Olsen - Hans Kristian Simonsen
0,5-0,5
Ólavur Simonsen - Torbjørn Thomsen
0-1
Finnbjørn Vang - Karl Louis Johansen
1-0
Tummas Martin Sólsker - Hans Petur Joensen
1-0
Støðan
1 Havnin
5,5
2 Vestmanna
5,5
3 Klaksvík 2
4,0
4 Klaksvík 1
3,5
5 Hvalvík
3,0
6 Kollafjørður
2,5
Tvey topplið
Helgi Dam Ziska er sera
væl koyrandi í løtuni, og
aftur hesa ferð fekk hann
fulla úrtøku úr sínum talvi
á øðrum borði hjá Havnar
Talvfelag
Talvið hesa vikuna
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið