mánadagur 14. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 218 - 14. november 2005
VB-Søljan 33-
13(15-6):
Stórsigur
til
føroya-
meistar-
arnar
Vágskvinnur fingu
sunnudagin annan
stórsigurin hetta
vikuskifti, tá ið
Søljan vitjaði í Vági
SunSet-kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
VB gjørdi eitt gott hál um
vikuskiftið. Leygardagin
var Tjaldur á vitjan í Vági,
og sunnudagin vitjaði
Søljan. Í báðum førum
vunnu føroyameistararnir
ein tryggan sigur.
Daiva í serflokki
Eins og í dystinum
leygardagin, so vísti
dysturin sunnudagin,
at litaviski stórskjúttin
hjá VB, Daiva Tomaite,
er í einum flokki fyri
seg. At Daiva nú hevur
fingið landsliðsboð úr
Litava, man neyvan verða
meira, enn hvat hon hevur
uppiborið. Vikuskifti eftir
vikuskifti vísir hon sínar
dygdir í hallum kring
landið, og bara í teimum
báðum dystunum, sum
VB leikti um vikuskiftið,
skeyt hon ikki færri enn
25 mál tilsamans.
Í dystinum sunnudagin
fylgdi Søljan við VB
fyrsta korterið, men so
var liðugt. Heimaliðið
rann gestirnar um koll
restina av dystinum, og
trúfastu áskoðararnir
hjá meistarunum vóru
vitni til eina veruliga
avsmyrjing.
VB-Søljan 33-
13(15-6)
VB: Daiva Tomaite 12(4),
Rannvá Augustinussen
5, Sváva Vestergaard 5,
Laila Jespersen 4, Marina
Zylko 4(2), Christina
Holm 2, Margreth Aug-
ustinussen 1
Søljan: Fía Selma Nielsen
3(1), Hertha Simonsen
3, Heidi Maria Akselsen
2(1), Jana Jacobsen 2,
Arnleyg Haraldsen 1(1),
Louisa Niclasen 1, Sólja
Jóanisdóttir 1(1)
Brotskøst: VB 8(6),
Søljan 8(4)
Útvísingar: VB 1, Søljan
5
Dómarar: Andreas F.
Hansen og Eyðun Samu-
elsen
Tað var um reppið, at
føroyameistararnir
úr VÍF tveittu ein
at síggja til tryggan
sigur fyri borð, tá
ið teir dystaðust við
KÍF í Hoyvíkshøllini
sunnudagin.
atlantic airwayS-
kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bæði KÍF og VÌF hava fingið
eina heldur trilvandi byrjan
upp á kappingarárið, tí høvdu
bæði liðini fyri neyðini at fáa
ein sigur í hús. Í dystinum
sunnudagin sá tað leingi út
til, at vestmenningar fóru
at vinna ein tryggan sigur,
men seinastu løtuna var
um reppið, at teir tveittu alt
burtur.
Argaði gomlu
liðfelagarnar
Undan hesum kappingar-
árinum hevur KÍF fingið
nakrar nýggjar leikarar.
Damir Oros er komin
aftur eftir eitt ára útlegd
í Neistanum, og so er
ungi Karl Johan Djurhuus
komin úr júst VÍF. Tað var
eisini júst Karl Johan, sum
var ein støðug hóttan fyri
verjuna hjá vestmenningum,
og ferð aftaná ferð sn‡tti
kviki vongurin gomlu lið-
felagarnar.
Í fyrra hálvleiki gekk
eisini rættuliga javnt á, og
liðini skiftust um at hava
leiðsluna. Síðstu løtuna fyri
steðgin gjørdi VÍF tó ein
vørr og fekk trý mál á rað,
og tí fóru teir til hálvleiks
við eini tveymáls-leiðslu.
Vestmenningar løgdu fyri
eftir steðgin á sama hátt,
sum teir høvdu gjørt beint
fyri hálvleik, og hetta gav
teimum tr‡ mál, áðrenn tað
eydnaðist KÍF at svara aftur.
Kollfirðingar royndu at fáa
fatur í vestmenningunum
aftur, men tað gekk striltið.
Tá ið so Rói Lamhauge, sum
hevði 20 ára føðingardag
sunnudagin, legði VÍF á odda
23-17 eini níggju minuttir
fyri leiklok, tóktist eingin
ivi verða um, at sigurin var
vestmenningum vísur.
Men kollfirðingar vildu
tað øðrvísi, og teir fóru undir
ein veruligan endaspurt,
samstundis sum bæði verja
og álop hjá VÍF steðgaði
upp. KÍF fekk eitt mál fyri
og annað eftir, og munurin
millum liðini bara minkaði.
Við sera offensivari verju
fingu kollfirðingar órógvað
føroyameistararnir so mikið,
at teir gjørdu nógv óneyðug
mistøk, og tey vóru so revað í
hinum endanum. Spælið var
ikki vakurt hesa løtuna, men
hinvegin gjørdist dysturin
spennandi aftur. Trúføstu
viðhaldsfólkini hjá KÍF
komu upp úr setrunum, tá
ið Karl Johan Djurhuus ein
góðan minutt fyri leik-lok
minkaði um munin til 22-
23, men nærri komu koll-
firðingar tó ikki.
Dysturin gjørdist eitt
sindur dramatiskur beint
fyri leiklok, tí tá fingu koll-
firðingar tvey beinleiðis
reyð kort.
KÍF-VÍF 22-23(12-14)
KÍF: Karl Johan Djurhuus
8(1), Damir Oros 6, Rógvi
Weihe 2, Teitur Joensen 2,
Arnbjørn Hansen 2, Gert
Hansen 1, Mirko Milenkovic
1
VÍF: Sámal Joensen 5,
Áki G. Olsen 4(2), Daniel
Rapa 3, Regin Joensen 3,
Agnar Joensen 3, Jákup
Súni Andreasen 2, Harald
Bjørgvin 2, Rói Lamhauge
1
Brotskøst: KÍF 3(1), VÍF
4(2)
Útvísingar: KÍF 1, VÍF 2
Reytt kort: KÍF 2
Dómarar: Petur Skeel Dahl
og Hallur Danielsen
KÍF-VÍF 22-23(12-14):
Vestmenningar mundu mist á stokkinum
Hóast VÍF hevði at síggja til púrasta trygga leiðslu, so var kortin ium reppið, at kollfirðingar tóku øll á bóli
savnsmynd
Strandakvinnur
tryggjaðu sær
sunnudagin tvey
stig, tá ið grannarnir
á Skálafjørðinum,
Tjaldur, vóru á vitjan
á Skála
SunSet-kappingin
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var bert fyrstu løtuna av
dystinum, at Tjaldur fylgdi
við vertunum, tí so hvørt
sum dysturin leið, fór StÍF
frá gestunum.
Skrædnaði eftir
steðgin
Munurin var ikki so stór-
ur fyri steðgin, 14-11 í
hálvleikinum, og í seinna
hálvleiki gekk leingi rættu-
liga javnt á, men móti end-
anum fall avgerðin. Tá
setti heimaliðið ferð á, og
seinastu fimm minuttirnar
av dystinum skrædnaði full-
komiliga hjá Tjaldur.
Enn einaferð var tað
unga Rebekka Justinussen,
sum royndist best hjá
strandakvinnum, og hon
gjørdist toppskjútti við átta
málum. Hjá Tjaldur vístu
tær báðar nýggju útlendsku
spælararnir, hvør dugur er
í teimum. Maya Hecimovic
skeyt átta mál, meðan Jasmin
Devovic skey sjey.
StÍF-Tjaldur 35-
23(14-11)
StÍF: Rebekka Justinussen
8(3), Ninna K. Johansen
7, Poula D.Olsen 6, Paula
Høgnesen 6, Malan Petersen
5, Guðrun Ólavsdóttir 2,
Johanna í Króki 1
Tjaldur: Maya Hecimovic
8(1), Jasmin Devovic 7,
Mona Langgaard 5(3), Urd
Potts 2, Elinbjørg Hammer
1
Brotskøst: StÍF 3(3), Tjaldur
7(4)
Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur
6
Dómarar: Ragnar Simonsen
og Rúni Mohr
StÍF-Tjaldur 35-23(14-11):
StÍF vann grannauppgerð